týsdagur 24. mars 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
vinnan
Nr. 58 - 24. mars 2009
LAKSAHAGREIÐING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
myndir: Álvur Haraldsen
Tað er ein drúgv og umfat
andi hagreiðing, ið laksurin
skal ígjøgnum, áðrenn hann
verður sendur av landinum
– ella í summum førum út á
Bakkafrost í Glyvrum.
Jóhann Mørkøre er dag
ligur leiðari á Faroe Salmon
Processing, og hevur arbeitt
nógv ár í laksakryvjing.
Virkið í Klaksvík er ógvu
liga framkomið og automati
serað.
Fiskurin kemur til virkið
í brunnbáti. Í løtuni verður
tikið á Borðoyavík, Hvanna
sund suður og Árnafirði, og
brunnbáturin ger tveir túrar
um døgnið.
Brunnbáturin kemur
fyrra túrin klokkan hálvgum
trý um náttina við umleið
40 tonsum. Allur fiskurin
verður koyrdur í ein brunn
uttan fyri, har hann gongur
livandi, inn til hann verður
tikin inn á virkið klokkan
sjey um morgunin, sigur
Jóhann Mørkøre.
Byrjað verður so at
blóðga klokkan hálvgum
átta, og sjálv framleiðslan
byrjar so klokkan átta, sigur
Jóhann Mørkøre.
Eftir blóðgingina fer laks
urin í eitt bløðikar, har hann
liggur í einar tíggju minuttir
og bløðir út, áðrenn hann
fer víðari í eitt kølikar. Har
liggur hann so í 20 minuttir,
og er nakað eftir av blóði,
bløðir hann tað út har.
Harfrá fer laksurin so í
kryvjimaskinuna, har hann
verður kruvdur og reinsaður.
Síðani fer hann eftir bandi
upp til vrakararnar, sum
skilja fiskin í tríggjar bólk
ar, Superior, Ordinare og
Secunda. Haðani fer fisk
urin í sonevnda »gradaran«,
sum skilir hann sundur.
Umleið tveir triðingar fara
so út á Bakkafrost, har fisk
urin verður skorin í portión
ir, meðan ein triðingur
verður sendur av landinum,
sigur Jóhann Mørkøre.
Laksurin til útflutnings
verður síðani pakkaður í
flamingokassar, ísaður og
avskipaður einar tríggjar
ferðir um vikuna, meðan
tað, sum fer á Bakkafrost,
verður koyrt út har dagliga.
Arbeiða fast
Jóhann Mørkøre sigur, at
meginparturin av laksinum
er fyrsta floks, tað, sum
verður nevnt Superior.
Tað eru eini 95% av fisk
inum, sum er Superior, so
tað er næstan alt. Vit koyra
allan Ordinare fiskin út á
Bakkafrost
til
portiónir
saman við Secunda fiskin
um, sum verður bólkaður í
Secunda A og Secunda B,
sigur Jóhann Mørkøre.
Tað er sum longu nevnt
Bakkafrost,
sum
eigur
kryvjivirkið, og alt, sum
verður hagreitt á virkinum
er fiskur hjá samtakinum.
Bakkafrost eigur alibrúk
á øllum firðum í Norðoyggj
um, og tað er hesin fiskurin,
sum verður arbeiddur her á
virkinum. Vit hava fyrr
kruvt fyri aðrar, men nógv
tann størsti parturin kemur
frá okkum sjálvum, sigur
Jóhann Mørkøre.
Arbeitt veðrur ikki í
vaktum á virkinum.
Vit arbeiða bara dagtím
arnar, men vit arbeiða nak
að yvirtíð eisini. Tað fara
umleið 80 tons ígjøgnum
um dagin, kanska eitt sindur
meiri viðhvørt. Ofta eru vit
liðug klokkan 16, men tað
kemur eisini fyri, at vit
arbeiða yvir nakrar tímar,
sigur Jóhann Mørkøre.
Í løtuni verður arbeitt
leygardag eisini, so arbeiðs
vikan er seks dagar.
Tað kemst av, at tað er so
nógvur laksur at taka í løt
uni, og tí dríva vit á at taka,
sigur Jóhann Mørkøre.
Tað eru eini 40 fólk knýtt
at Faroe Salmon Processing
tilsamans, um brunnbáturin
verður tikin við.
Tað arbeiða eini 3035
fólk á virkinum. Til brunn
bátin hoyra fýra mans, sum
arbeiða í tveimum vaktum,
tveir mans á hvørjari, og
teir sigla so eina viku í part,
sigur Jóhann Mørkøre.
So at siga øll arbeiðsfólk
ini eru úr Norðoyggjum,
bert onkur einstakur kemur
aðrastaðni frá.
500 tons ígjøgnum um
Tað er Bakkafrost, sum eigur kryvjivirk
ið Faroe Salmon Processing í Klaksvík.
Har hava tey havt nógv at gera seinastu
tíðina, so nógv, at neyðugt hevur verið
í tíðarskeiðum at arbeitt seks dagar um
vikuna
Fáa ikki vøruna
Íslendskar fyritøkur, sum hava flutt vørur til
Íslands við felagnum Atlantsskip, fáa ikki vør
una, sum nú liggur í bingjum á havnarlagnum
í Reykjavík. Orsøkin er, at Atlantsskip hevur
flutt vøruna við skipum hjá Eimskip, men hev
ur ikki goldið fyri flutningin. Sambært
Morgunblaðnum eigur Eimskip millum 200
og 300 milliónir íslendskar krónur hjá
Atlantsakip. Eimskip sigur seg ikki hava heimild til at lata eigarunum vøruna í bingjunum, tí tað skal
ganga ígjøgnum Atlantsskip, men tað vil Eimskip ikki gera, fyrr enn skuldin er goldin.
Uppsagnir hjá Bonnier
Bonnier Publications, sum er størsta tíðarritútgávufelag í
Norðurlondum, kunngjørdi í gjár, at tað hevur gjørt av at
koyra 25 medarbeiðarar á høvuðsdeildini í Keypmannahavn
til hús. Uppsagnirnar eru lið í einari størri ætlan, sum skal
skarva meiri enn 25 milliónir krónur av útreiðslunum.
Michael Cordsen, forstjóri í felagnum, sigur í einari fráboðan,
at tann stóra fíggjarkreppan hevur gjørt, at inntøkurnar frá
lýsingum eru minkaðar umleið 20 prosent, samstundis sum
færri bløð verða keypt. Hóast afturgongdina væntar Bonnier
milliónaavlop í 2009, men at úrslitið verður lakari enn í fjør.
Jóhann Mørkøre er dagligur leiðari á kryvjivirkinum
hjá Bakkafrost í Klaksvík