Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-24, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 58 - 24. mars 2009 25 vinnan fleiri keyparar, sum keypa ymiskar støddir av kassum. Hann sigur, at í tí stóra og heila klárar Look North at nøkta tann eftirspurning sum er. - Hinvegin tora vit kanska ikki nóg væl at bjóða okk- um fram allastaðni, tí vit hava eina avmarkaða orku, leggur Ragnar aftrat. Hann vísir á, at tá ymiskar spennandi verkætlanir eru í umbúna við eitt nú at gera ymiskar forskallingar burt- ur úr flamingo, soleiðis at húsini verða liðugt bjálvað longu undir stoypingini, hyggur felagið í Klaksvík í løtuni rættiliga nógv eftir, hvussu tey kunnu víðka um framleiðsluorkuna. Størri hølir - Tað óhepna er kanska, at her vit liggja við havnalagið í Klaksvík eru ikki nógvir útbyggingarmøguleikar. Kort ini hyggja vit okkum eftir nýggjum møguleikum – annaðhvørt at keypa ein størri bygning onkustaðni ella at finna okkum eitt øki, har vit kanska kunnu byggja ein størri bygning. Yvir eitt samdøgur eru umleið fimm fólk til ar - beiðis á Look North. Arbeitt verður alt samdøgnið, og av og á verður eisini arbeitt í vikuskiftinum. - Viðhvørt kundu vit hugs að okkum, at vikan hevði nakrar fleiri tímar, sigur dagligi leiðarin. Ragnar vísir á, at hølis- viðurskiftini á Look North eru ein avbjóðing, sum tey royna at síggja ljóst upp á, og hann heldur tað vera spennandi at hugsa tank an um betri hølis viður- skifti – ikki minst, soleiðis sum tíðirnar eru beint í løt- uni. - Tað eru nógv, sum gremja seg í dag, men vit kunnu bara siga, at hjá okk- um hevur ongantíð gingið betri, enn tað ger nú. Vit síggja eisini aðrar møgu- leikar, sum vit kundu farið í holt við, um vit høvdu betri hølisviðurskifti. Hetta eru vørur, sum fólk eftirspyrja, men sum vit ikki kunnu fara í holt við undir verandi umstøðum, sigur hann. Útlendsk rávøra - Vit keypa rávøruna uttan- lands, bæði til flamingo-og plastframleiðsluna. Hetta eru heilt smáar perlur, sum verða dampviðgjørdar. Her verða tær epspanderaðar umleið 25 ferðir. Rávøran kemur heim í tunnum ella á plattum. Eftir dampviðgerð, verður rávøran aftur við- gjørd í maskinum, har hon verður stoypt í ymiskum formum. Framleiðslan gong ur soleiðis seg við dampi og trýsti. Hann vísir á, at alt eftir, hvør lidna vøran skal vera, verður rávøran viðgjørd, og eisini alt eftir, hvat tað er, tey vilja hava, verður vøran eisini verandi í forminum. Ragnar sigur, at øll vøran, sum Look North virkar úr flamingo, verður seld í Før- oyum. - Flamingo er ein vøra, sum fyllir nógv og tískil kostar nógv í farmaflutningi. Tí er tað stórt sæð vónleyst at fara á útlendska markn- aðin við flamingo. Hinvegin hava vit heldur ikki kapping frá útlendskum fyritøkum til okkara vørur í Føroyum. Look North hevur eisini eina plast-stoypimaskinu. Henda maskina varð upp- runaliga keypt til at gera trolkúlur, men tað hevur víst seg at vera trupult at vinna inn á marknaðin við hesi framleiðslu. Plaststólpar - Vit hava tí alla tíðina havt eyguni eftir, hvat annað vit kunnu gera. Tað, sum hig- artil hevur víst seg at verið størsta succe’in, er at fram- leiða hornastólpar til papp- bingjur, soleiðis at til ber at stápla í fleiri hæddum. Hetta gera fyritøkur fyri at spara um pláss á vøru- goymsluni og fyri betri at kunna frakta tilfar og spara í frakt. Hann sigur, at hetta hevur víst seg at verið ein vøra, sum hevur sligið ígjøgnum, sum hann tekur til, og her selir Look North heilt fitt til útlandið eisini. - Vit hava okkurt árið selt fyri tað mesta av eini miljón krónum av hesum vørum, har meginparturin er farin til útflutnings. Ragnar vísir á, at í Før- oyum eru tað serliga salt- fiskaframleiðarar, sum keyp ar hesar stólpar. - Jú, føroysk virkir keypa nakað av hesum, men tey framleiða jú ikki bara í pappbingjur. Eg vil meta, at vit framleiða stólpar fyri einar 100.000-150.000 krón ur til føroyska markn- að in. Hann sigur, at fyritøkan í Klaksvík alla tíðina hyggur eftir, hvørjar plastvørur eru, sum kunnu hópframleiðast fyri ein lutfalsliga bíligan pening. - Tað, sum ræður um, er at finna eina vøru, sum er løtt at framleiða, men sum hinvegin nógv skal brúkast av – vørur, sum eru egnaðar til maskinuna, sum vit hava. Hann sigur, at Look North kannar nógv ting, og viðhvørt kemur man eitt sindur longri í kanningunum – og viðhvørt sæst beinan- vegin, at framleiðslur ikki bera til. - Men jú – vit hava eyguni opin alla tíðina eftir nýggj- um møguleikum, sigur Ragn ar. Hann vísir á, at rávøran til plastframleiðsluna verð- ur innflutt í sekkjum, sum síðan verður smeltað og stoypt í formi til hesar stólp arnar. Stóran týdning Vit spurdu eisini dagliga leiðaran, hvat tað hevur at týða fyri virkið, at fast samband er við meginøkið, og her er hann rættiliga av - gjørdur. - Hetta hevur alt at siga. At vit kunnu ferðast ímillum uttan at skula hugsa um ferjur, hevur veld uga stóran týdning. Síð an fasta sambandið kom, er tað vorðið møguligt hjá okkum at veita tænastu um at kalla alt landið. Áðrenn vit fingu fast sam- band, noyddist tú at passa teg til ferjuna, og tá fór nógv tíð til spillis. Tú kundi standa í røð og bíða, bæði í Klaksvík og Leirvík. Ragnar vísir á, at tá størsti kundin hjá felagnum er í Vágum, vildi tað verið ógvu liga trupult við flutn- inginum, um vit hvørki høvdu Norðoyatunnilin, ei heldur Vágatunnilin. Bjartskygni ræður Tá virkið í Klaksvík arbeiðir alt samdøgnið, og vikurnar viðhvørt eru heldur stuttar, spurdu vit Ragnar, um virk ið í framtíðini ikki noyðist at gera okkurt fyri at betra um framleiðslu-og goymslu- møguleikarnar? - Tað er altíð ein spurn- ingur um, hvat tú letur teg noyða við. Men tá tú sært møguleikarnar, og tú veitst, at tú kanst gera nakað við tað, er tað sjálvsagt harmi- ligt ikki at kunna brúka hesar møguleikar. Sjálvandi kunnu vit liva, sum vit hava gjørt og bara brúka tað, sum vit hava, optimalt – og so er tað bara soleiðis. Vit halda kortini, at vit við at byggja út kunnu fara inn á ein marknað, sum slett ikki er troyttur í Føroyum í dag. Tað er hetta, vit ætla okkum at fara eftir, um vit á nakran hátt kunnu – og vit halda, at vit kunnu. Ragnar heldur tískil ikki, at tann kreppa, sum er og sum fyllir so nógv víða um, ræðir Look North í Klaks- vík. - Nei, tað haldi eg ikki. Vit kunnu býta tingini, sum vit fáast við, uppí tvey. Annað er fiskakassar, hitt er bjálving, og stórt fokus er sum eg nevndi á bjálving í løtuni. Vit vænta, at bjálv- ing bara kemur at vinda upp á seg, sjálvt um lítil bygging er í løtuni. Hinvegin verður bjálvað so mikið meira, at vit meta, at hesin marknaður eigur at kunna standa við og veksa. Her er heilt vist eitt potentiali, sum vit kunnu fara eftir, sigur hann. Verandi primervinna Í sambandi við útflutning av feskum fiski og fiska- vørum, heldur dagligi leið- arin á Look North, at her fer at ganga rúm tíð, áðrenn nakað alternativ kemur til flamingokassarnar. - Alivinnan hevur verið upp og niður, og hon gongur uppeftir nú. Hetta gevur okkum nógv arbeiði. Taka vit hini botnfiskasløgini, verð ur eisini nógv flutt feskt av landinum, bæði sum heilur fiskur og fesk fløk eins og aðrir feskir fiska úrdráttir. Vit vænta eisini, at hesin eftirspurn- ingur fer at halda sær, og eg eri sannførdur um, at pri- mer vinnan kemur at vera verandi, sigur Ragnar Olsen. Krúnprinsur á orkuferð Tað ber væl til at sameina búskaparligan vøkstur, arbeiðsskapandi tiltøk og ein veðurlagsvinarligan politikk. Tað var boðskapurin, tá Fríðrikur krúnprinsur setti eina veðurlags- og orkuráðstevnu í amerikanska býnum Chicago um vikuskiftið. Hann segði eisini, at grøn orka kann skapa nýggjar marknaðarmøguleikar. Tað er neyvan av tilvild, at veðurlags- og orkuráðstevnan er í Chicago, tí sambært fjølmiðlunum hevur býurin leingi lagt dent á júst umhvørvis-, orku- og veðurlagsviðurskifti. Fríðrikur krúnprinsur og Mary krúnprinsessa skulu vitja í USA í nakrar dagar. Heimshandilin minkar nógv Heimshandilin fer ætlandi at minka umleið níggju prosent í ár. Tað heldur í hvussu er heimshandilsfelagsskapurin WTO. Minkingin er tann størsta síðani seinna heimsbardaga, og WTO sigur, at handilin hjá teimum ríku londunum fer at minka mest. Tær búskaparligu avleiðingarnar fara kortini at raka tey fátæku londini meinast, tí teirra búskapur er vanliga nær tengdur at útflutninginum. WTO sigur, at heimshandilin vaks tvey prosent í fjør, men tað var væl minni enn í 2007, tá vøksturin var seks prosent. 2009 verður fyrsta árið síðani 1982, at heimshandilin minkar. Arbeitt verður alt samdøgrið í vaktum, og yvir eitt samdøgur eru fimm fólk til arbeiðis í framleiðsluni