týsdagur 24. mars 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vinnan
Nr. 58 - 24. mars 2009
24
Meðan lemjandi
fíggjarkreppan
fyll ir nógv hjá
mong um, eru tey
meira bjartskygd
á fyritøkuni
Look North í
Klaks vík, har tey
serliga framleiða
fiskakassar úr
flamingo og bjálv
ing til bygging
við betongi. – Tað
hevur ongantíð
gingið betri enn
nú, og vit hyggja
eftir nýggjum
møguleikum –
ann aðhvørt at
keypa ein størri
bygning ella at
finna okkum eitt
øki, har vit kunnu
byggja ein størri
bygning, sigur
dagligi leiðarin
á Look North,
Ragnar Olsen
Vinna
Orð: Leo Poulsen/ Vilmund
Jacobsen
Myndir: Álvur Haraldsen
Sosialurin hevur hitt Ragnar
Olsen, ið er dagligur leiðari
á virkinum Look North í
Klaksvík, sum serliga fram
leiðir flamingokassar til
fiskaútflutning og bjálving
til ymiska bygging.
– Framleiðslan á virkinum
byrjaði í 2001. Hetta var í
sambandi við, at eitt kryvji
virki eisini fór í gongd her
norðuri. Tað var felagið
Faroe Salmon, og Look
North byrjaði í samstarvi
við hetta felag. Alifelagið
átti eisini part í hesum virk
inum.
Ragnar Olsen sigur, at
sam starvið vardi yvir eina
tíð, og tað gekk væl, til ali
vinnan fekk eitt av sínum
stóru bakkkøstum, og hetta
felag eins og mong onnur
fór á húsagang.
Hann sigur, at síðan Faroe
Salmon bleiv selt og teir,
sum keyptu, høvdu sína
egnu framleiðslu av kassum,
hevur Look North ikki
leverað til felagið.
Vit hava í staðin funnið
okkum onnur bein at standa
á, og nú koyrir virkið aftur
heilt væl eftir, at tað hevur
gingið tungt í nøkur ár.
Dagligi leiðarin vísir á, at
tað fyrst og fremst eru kass
ar til fiskaútflutning, sum
virkið framleiðir, og hetta
eru serliga kassar til laksa
virkini.
Hann metir, at fram leiðsl
an av kassum til útflutnings
av laksi stendur fyri umleið
4050% av framleiðsluni.
Men vit framleiða eisini
kassar til annan fiskaút
flutn ing enn laks, og ein
partur av hesum fer til botn
fiskasløg og feskar fiska
vørur úr botnfiski.
Bjálving úr flamingo
Ein partur av framleiðsluni
hjá Look North í Klaksvík
er bjálving, sum nú er vorð
in ein hampiligur – og
spenn andi partur av fram
leiðsluni.
Nú stórt fokus er á orku
sparandi tiltøkum um allan
heim, vænta vit, at hesin
parturin av framleiðsluni
kemur at vinda upp á seg.
Hóast
byggivirksemið
í
løtuni ikki er so stórt, vænta
vit kortini ikki, at minni
verður at gera á hesum øki,
sigur Ragnar.
Tá flamingo er rættiliga
eldfimt, spurdu vit dagliga
leiðaran, hvussu hetta tilfar
verður brúkt í bjálvingini?
Sum er, framleiða vit
mest til tann partin, sum
verður brúktur til bjálving
undir gólvum, har stoypt
verður oman á. Tá er eingin
trupulleiki við hesum tilfari,
og tá er hetta ivaleyst minst
líka so góð bjálving sum
onnur bjálving.
Hann vísir á, at flamingo
er meira vatnskýggjandi
enn annað tilfar, vit fyri tøk
an kappast við. Tí meta tey,
at hetta tilfar er sera væl
egnað, og flamingo er eisini
góðkent til slíka bjálving.
So leingi, sum flamingo
er “innkapslað” í betongi,
sum Ragnar tekur til, er tað
lógligt at brúka, og vit selja
soleiðis eisini flamingo til
eitt nú elementvirkir.
Breitt úrval
Ragnar Olsen sigur, at Look
North hevur eitt rímiliga
breitt úrval av kassum til
fisk og fiskavørur.
Kanska kunnu vit siga,
at stóra úrvalið viðhvørt er
ein trupulleiki, tí tað tekur
tíð at skifta millum ymisku
formarnar, og tá skalt tú
eisini hava eina hampiliga
vørugoymslu til ymisku
sløgini av kassum.
Dagligi leiðarin vísir á, at
Look North í øllum førum
hevur eini 12 ymisk sløg av
kassum.
Eftirspurningurin eftir
støddunum
er
sjálvsagt
ym iskur, men felagið hevur
Bjartskygni ræður á
Look North í Klaksvík
Japan styðjar grøna orku
Í Japan umhugsar stjórnin at læna menningarlondum fimm
milliardir dollarar, sum tey skulu brúka til útbyggingar innan
varandi orku og til onnur umhvørvisvinarlig tiltøk. Stjórnin
sigur, at eftir hennara ætlan skulu pengarnir brúkast til
vatnorkuverk og sólorkuverk og onnur átøk innan varandi orku í
londum í Asia og aðrastaðni. Japanska stjórnin arbeiðir eisini við
einum fíggjarligum pakka, sum skal stimbra grøna orku í
sjálvum Japan. Ætlanin hjá stjórnini er, at hesin pakkin verður
lið í stríðnum at basa fíggjarkreppuni, sum eisini hevur rakt
Japan.
Skeiva vegin hjá Vestas
Fær tann stóra danska vindmylluverksmiðjan Vestas ikki
fleiri bíleggingar um stutta tíð, noyðist leiðslan at siga fleiri
starvsfólkum upp. Tað skrivar Berlingske Tidende. Vestas
hevur í løtuni 20.000 fólk í arbeiði í Danmark og
aðrastaðni, men greinarar siga við Berlingaran, at tað talið
fer at minka í næstum, fær fyritøkan ikki fleiri bíleggingar.
Í sambandi við roknskapin fyri 2008 segði leiðslan í Vestas
seg vænta, at umsetningurin í 2009 verður 7,2 milliardir
evrur, men greinararnir hjá Berlingaranum siga, at tað talið
fer ikki at halda, um ikki okkurt munagott hendir skjótt.
Ragnar Olsen er dagligur leiðari á Look North í Klaksvík, sum framleiðir fiskakassar úr flamingo. Eisini framleiða teir isolatión til betongelementir og undir
betonggólv