týsdagur 24. mars 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 - 24. mars 2009
23
vinnan
– Ætlan okkara er
at bora í summ
ar. Í løtuni gera vit
neyðugu fyri reik
ingarnar og bíða
m.a. eftir endaligari
góðkenning fyri bori
ætlanini frá føroysku
myndugleikunum
sigur ein talsmaður
fyri ENI í Milano við
Sosialin
Anne MArie
brunnur
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað var í 2008, at italska
olju felagið lat inn umsókn
at bora Anne Marie brunnin
á føroyska landgrunninum.
Felagið hevur umsitið loyv
ið í fleiri ár og gjørdi loksins
av at fara undir at bora.
Sum skilst viðgera før
oysku oljumyndugleikarnir
umsóknina men útmeld
ingarnar, sum ENI hevur
fingið frá Jarðfeingi higartil
eru positivar. Hetta sigur
ein talsmaður hjá ENI í
Milano, har stóra italska
olju felagið hevur sítt høv
uðssæti. –Vit rokna við at
fáa endaliga loyvið at bora í
næstu framtíð leggur hann
aftrat.
Fyrireikingarnar
ganga
annars væl, og herfyri
vórðu umboð fyri ENI í
Føroyum, har tey m.a.
høvdu fundir við ymsar
føroyskar
myndugleikar,
eitt nú Landssjúkrahúsið.
Eisini leitaðu tey eftir íbúð
um til teirra fólk, sum skulu
manna skrivstovuna hjá
ENI, meðan borað verður.
Undir boringini fara fleiri
serfrøðingar at halda til
her.
Skrivstovan, sum liggur á
Bryggjubakka í Havn, verð
ur í løtuni uppgraderað við
eini KT skipan, sum skal
gera tað lættari at samskifta
við skrivstovurnar hjá ENI
í London og Milano. Enda
málið er at kunna hava tætt
ari og støðugt samskifti við
serfrøðingar hjá ENI, með
an boringin fer fram. Bori
útgerð er longu komin til
veitingastøðina í Runavík
og fer meira at koma í næst
um. Atlantic Supply Base
hevur fingið til uppgávu at
taka sær av øllum logist isk
um uppgávum undir bor
ingini.
Ætlanin er at seta á at
bora í summar, eftir at bori
pallurin West Phoenix er
liðugur at bora Victoria
brunnin í norskum øki. Ilt
er at meta um, antin hetta
verður í juni, juli ella
august. Tað veldst um, nær
pallurin verður tøkur.
Herfyri boðaði bretska
oljufelagið Dana Petroleum
frá á síni heimasíðu, at tað
hevði keypt seg inn (farma
inn) í loyvi 005, har ENI
skal bora. Talsmaður fyri
ENI váttar fyri Portalinum,
at optiónsavtala er gjørd
við Dana um 25% part í
loyvinum, har Dana í fyrsta
lagi rindar ein part av bori
kostnaðinum. Um so er at
talan verður um eitt fund,
so kann felagið gera álvara
av
optiónsmøguleikanum
og keypa seg inn sum veru
ligan partnara av brunnin
um.
Umframt ENI er so eisini
Faroe Petroleum og Sieco
við í loyvinum og boringini.
ENI eigur 75%, Faroe
Petroleum 12,5 og Sieco
12,5. Tey 25% hjá Dana
fara so av partinum hjá
ENI, sum kortini verður
nógv størstur. Hetta verður
annar brunnurin, ið ENI
sum fyristøðufelag borar á
føroyska landgrunninum.
Nógvir leitiserfrøðingar
hava stórar vónir til Anne
Marie brunnin, sum teir
halda er tann, sum goymir
bestu møguleikarnar at vera
eitt veruligt fund.
Um nøkunlunda
somu tíð sum bretska
oljufelagið BP boðaði
frá, at tað tekur
seg úr Føroyum, tí
tað heldur vil gera
íløgur aðrastaðni
í heiminum, so
arbeiðir franska
olju og gassfelagið
Total, ið telist millum
heimsins størstu,
við eini ítøkiligari
ætlan at brúka nógvar
milliardir uppá atg
byggja út fyrstu
gasskelduna millum
Hetland og føroyska
markið
GAs vestAn fyri
HetlAnd
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Eins og risastóra oljukeldan
Clair, sum varð funnin fyri
meira enn 30 árum síðani
og sum liggur miðskeiðis
millum Hetland og føroyska
markið, ikki varð bygd út
fyrr enn fyri fáum árum
síðani, so tykist gasskeldan
Laggan, ið finst nærhendis,
at fáa somu jaligu lagnu.
Hon varð funnin fyri um
somu tíð sum Clair, men
eins og Clair hevur ikki
verið ráðiligt at fara undir
lønandi framleiðslu fyrr
enn nú.
Eftir at hava brúkt nógvar
milliardir til boring og
kann ingar er Total nú komið
hartil at biðja fyritøkur í
oljuídnaðin gera seg klárar
til at bjóða uppá komandi
gassútbúnaðin. Ein rørleið
ing skal flyta gassið frá
Laggan/Tormore feltinum
til lands í Hetlandi, haðani
tað síðani verður flutt víðari
við skipum til raffinarí í
Skotlands.
Haðani
skal
gass ið so sendast víðari til
brúkararnar í Bretlandi.
Oljubløð sum Uppstream
og eisini Shetland News
heimasíðan ger nógv burtur
úr spennandi gongdini, nú
útlit loksins eru til, at fyrsta
gassfeltið á Atlantsmótinum
verður bygt út. Fólk frá
Total hava júst vitjað í Het
landi fyri at kunna politik
arar og umsiting har um, at
útbyggingin fer at skapa
meira enn 400 arbeiðspláss
í Hetlandi í útbyggingartíðini
frá 2010 til 2013. Talan er
um eina risaíløgu uppá ikki
minni enn 2 mia. pund ella
millum 15 og 20 milliardir
krónur. Total vónar at fáa
endaligu góðkenningina frá
bretskum
myndugleikum
seinast í september, soleiðis
at fyrsta gassið verður veru
leiki í 201314. Ætlanin
kann fáa alstóran týdning
fyri orkuveitingina í Bret
landi í framtíðini. Tí hon er
bara byrjanin. So skjótt sum
hon fer í gongd vera onnur
gassfelt í økinum bráddliga
lønandi at byggja út eisini.
Og fyri Føroyar kann hetta
fáa alstóran týdning, um so
er at gass verður funnið her
eisini.
ENI: – Vit bora í summar
Vilja útbyggja gassfelt skamt frá markinum
leiðing frá Rosebank til
Hetlands. Í hesum sambandi
er eisini áhugavert at frætta,
at stóra franska olju og
gassfelagið Total í løtuni
fyrireikar
útbygging
av
sínum gassfeltum og ætlar
at leggja eina gassleiðing til
Hetlands. Her kann tí blíva
talan um samstarv eisini.
Rosebankkeldan,
sum
fyribils er mett at goyma
530 mill. tunnur av olju, fer
at framleiða í 2013. Keldan
er á 1100 metra dýpi í loyvi
213/27 skamt frá føroyska
markinum.
Umframt Chevron (40%)
eru Statoil (30%), Dong
(20%) og OMV (10%) við
í hesum loyvinum. Chevron,
Dong og OMV eru so eisini
við í Cambo loyvinum, har
Amerada Hess er fyri støðu
felag. Keldan er á 1149
metra dýpi í loyvi 201/10
eisini tætt upp at føroyska
markinum.
West Phoenix skal bora Anne Marie brunnin í summar.
Bøndur í kreppu
Fíggjarkreppan rakar danska landbúnaðin meint, og
sambært landbúnaðarfeløgunum er vandi fyri, at 1.400
danskir bøndur fara á húsagang um stutta tíð. Tann 31.
mars skulu bøndurnir rinda rentur av milliónalánum, og
kunnu teir ikki tað, noyðast teir krúpandi í bankan,
skrivar JydskeVestkysten. Carsten Jakobsen hjá
bóndafelagnum í Suðurjyllandi, sigur við blaðið, at
prísurin á landbúnaðarjørð er fallin eini 20 prosent, og
tað hevur gjørt, at fleiri bøndur hava mist eginkapitalin.
Fleiri bøndur hava fingið avtalu við bankan, og hinir
mugu bara vóna tað besta, sigur hann.
Banna kópaveiði
Myndugleikarnir í Russlandi hava bannað russiskum
veiðimonnum at veiða kóp úr tí grønlendska
kópastovninum. Sambært mynduigleikunum hava
kanningar víst, at nú er so lítil kópur á teimum vanligu
veiðileiðunum, at talan er bara um ein triðing av tí, sum
plagdi at vera fyri nøkrum fáum árum síðani.
Kanningarnar hava fingið russiskar umhvørvis og
djóraverndarfelagsskapir at biðja myndugleikarnar banna
allari veiði, og hesum hevur stjórnin nú lurtað eftir.
Vladimir Putin, forsætisráðharri, heldur lítið um kópaveiði,
sum hann kallar ein blóðugan ídnað, skrivar AFP.