mikudagur 25. mars 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 59 - 25. mars 2009
a light
in the
darkness
!
"
!
!
!
!
Orchestrating Winning Performance –
OWP
Leading in Turbulent Times
()*'$#$%$##&
www.imd.ch/owp2009
StatoilHydro Faroes bjóðar føroyskum fyritøkum at
søkja fíggjarligan stuðul til at senda starvsfólk síni til
leiðsluskeiðið Orchestrating Winning Performance 2009
hjá IMD í Sveis í summar. Stuðulin er fyri skeiðsgjald og
gisting.
IMD er ein av heimsins fremstu handilsskúlum. Við støðu
í Lausanne, Sveis, er skúlin ein alheims fundarstaður fyri
leiðarar úr øllum heiminum.
Skeiðið er ætlað leiðarum og millumleiðarum í stórum og
miðalstórum fyritøkum.
Meira fæst at vita um skeiðið á www.imd.ch/owp2009
OWP gevur tær ein einastandandi møguleika til djúphugsni
í seks dagar við spildurnýggjari greining, sum gevur tær
yvirlit yvir alt frá heimsbúskapi til persónliga leiðslu. Tú
fert eisini at alheimsgera tíni sambond við starvsfelagar úr
øllum heiminum.
Umsøkjarar fáa umsóknarblað við umsóknartreytum við at
venda sær til:
Louisu A. Fjallsbak,
StatoilHydro Faroes,
undir Bryggjubakka 31,
PO Box 138,
110 Tórshavn
Tel. 357200
frlaf@statoilHydro.com.
Skeiðið verður 20.-25. juni 2009 í Lausanne, Sveis. Seinasta
freist at søkja er 14. apríl 2009. Umsøkjarar fáa svar innan
1. mai 2009. Skeiðið verður lagað til til hvønn einstakan
luttakara.
Seksdaga leiðsluskeið
fyri einstaklingar og toymi
www.statoilhydro.com
Orchestrating Winning Performance (OWP) 20.-25. juni 2009
Meðan kundar, bila
sølur og TAKS bíða
eftir eini avgerð í mál
unum um ov nógv
goldið MVG av skrá
setingargjaldinum,
eru kundarnir nú
farnir at stevna til
høgru og vinstru
fyri at verja seg fyri
fyrning
MVG-Málið
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tað harmar okkum almikið
at almennur stovnur TAKS
skal vera við til at skapa split
og oyðileggja góða samskift
ið, sum vit hava við okkara
góðu trúføstu kundar. Tað
sigur Eivind av Reyni, annar
stjórin í Reyni Service.
Árni Rasmussen, hin stjór
in í Reyni Service, sigur, at
teir føla seg drignar inn í
hetta málið av órøttum.
Seinastu
tíðina
hava
alsamt fleiri fólk, ið halda
seg eiga ov nógv goldið
MVG av skrásetingargjald
inum av bilum til góðar
vent sær til bilasølurnar og
til TAKS við kravi um at
fáa hetta afturgoldið.
Bilasølurnar hava víst
kundanum til TAKS, men
nú hevur TAKS svarað
kundanum, at hann skal
venda sær til bilasøluna.
Samstundis sum kundin
verður beindur ein og annan
veg, gongur tíðin, og firn
ingin nærkast.
Tað kennist ikki serliga
væl dagliga at fáa vitjan av
løgreglu við stevningum
orsakað av einum møgulig
um mistaki av einari løg
tingslóg, sum TAKS umsitur,
sigur Eivind av Reyni.
Í seinastuni eru nevniliga
alsamt
fleiri
stevningar
komnar móti bilasølunum,
og í higartil hevur Reyni
Service fingið eini 10 stevn
ingar inn um dyrnar innan
stutta tíð.
Kostar orku og
tíð í ólukkumát
Bilasølan kennir seg av
órøttum drigna inn í hetta
málið, og følir seg hava nýtt
alt ov nógv a tíð og orku til
hetta málið.
TAKS heitir á øll, sum
hava keypt bilar innanfyri
nevnda tíðarskeið at seta
seg í samband við bilasøl
una, og hevur hetta í ólukku
mát kostað okkum tíð og
nógvar óneyðugar tvistar í
millum okkum og okkara
góða viðskiftafólk, siga
stjórarnir í Reyni Service.
Í samband við skráset
ingina av bilinum hava vit,
eftir áheitan frá TAKS, upp
kraft bæði skrásetingargjald
og MVG sum er goldið bein
leiðis til TAKS í samband
við søluna. Tí kunnu vit
ikki gjalda møguliga ov
nógv kravt gjald aftur til
bileigaran, uttan at vit fyrst
fáa váttan frá TAKS um at
vit fáa afturrindað ov nógv
kravt MVG, vísir Eivind av
Reyni á.
TAKS beinir kundan
aftur til bilasøluna
Tá kundin hevur vent sær
til TAKS, fær hann svar aft
ur, at TAKS vil ikki gjalda
peningin aftur.
»Vísandi til, at TAKS
ikki hevur uppkraft MVGið
fyri omanfyri nevnda bil,
ætlar TAKS ikki at endur
rinda tygum MVGið av
skrásetingargjaldinum«
Víðari skjýtur TAKS trup
ulleikan víðari til bilasøluna.
Har stendur, millum annað,
soleiðis skrivað.
»Um tey meirvirðisgjalds
skrásettu virkini hinvegin
hava inngoldið ov nógv
meirvirðisgjald til TAKS,
verður hetta afturgoldið
teimum meirvirðisgjaldssk
rásettu virkjunum eftir regl
unum í §24 í meirvirðis
gjaldslógini«
Sostatt stendur TAKS við,
at teir longu hava goldið
bilasøluni peningin aftur.
Vilja hava avgerð nú
Kundar og bilasølur bíða
eftir eini avgerð í málinum,
soleiðis at komast kann úr
hesum trupulleikanum.
Er vanlig fyrningarfreist
galdandi, og tað vita vit
ikki eingongd um tað er, so
er firningin fimm ár. Hetta
merkir, at tað í dag bara eru
teir bilarnir, ið eru seldir í
tíðarskeiðinum frá mars
2004 til mai 2005, tá lógin
varð broytt aftur, ið verða
umfataðir av kravinum. Og
so hvørt sum tíðin gongur,
verður talið av bilum færri,
sigur
Árni
Rasmussen,
stjóri í Reyni Service.
Teir skoyta uppí , at tað er
ikki óhugsandi at TAKS
roynir at drála málið í hel,
til eingin bilur er eftir, og
málið sostatt dettur á gólvið
av sær sjálvum.
Tí vilja teir – umframt
hinar bilasølurnar og kund
arnar – hava eina avgerð í
málinum skjótast gjørligt.
Vit verða stevndir dagliga
- Tað kennist ikki serliga væl dagliga at fáa vitjan av løgreglu
við stevningum orsakað av einum møguligum mistaki av einari
løgtingslóg, sum TAKS umsitur, sigur Eivind av Reyni, stjóri í
Reyni Service