mikudagur 25. mars 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 59 - 25. mars 2009
Høgni Hoydal vil
hava politikiska
myndugleikan at
krevja, at bankarnir
lækka rentuna og
hann fer nú at taka
málið upp bæði í
Løgtinginum og í
Fólkatinginum
Rentustøði
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Nú eigur politiski myndug-
leikin at krevja av bankun-
um, at teir lækka rentuna.
Tað heldur Høgni Hoydal,
løgtingsmaður og fólka-
tingsmaður.
Hann átalar bankarnar tí
hann heldur, at teir gera sær
dælt av kreppuni í samfelag-
num til at tiltuska sær størri
vinning.
Bankarnir hava fingið
almenna hjálp tvær ferðir
og samstundis hevur Tjóð-
bankin lækkað rentuna.
Men Høgni Hoydal held-
ur ikki at føroyski bankarnir
hava lækkað rentuna nóg
nógv.
- Føroysku peningastovn-
arnir hava ikki lækkað rent-
una samsvarandi rentulækk-
ingini hjá Tjóðbankanum
og harafturat hava teir økt
um rentumarginalin so at
útlánsrentan
er
lækkað
minni enn innlánsrentan.
- Sostatt hava bankarnir
brúkt hetta sum eitt høvi til
at økja um vinningin.
Høgni Hoydal sigur, at
hann skilir fullvæl bankar-
nar, at teir royna at økja um
vinningin, har tað ber til.
Men hann heldur, at tað
eigur at vera eitt treytaleyst
krav frá politikarunum til
bankarnar, at lántakarin
eisini fær nóg stóran ágóða
av tí almenna stuðuli, sum
bankarnir hava fingið og av
rentulækkingunum,
sum
hava verið.
So vítt, hann hevur fingið
upplýst, hava bretskir og
týskir myndugleikum kravt
av bankunum har, at teir
lækka rentuna, so at vanliga
fólkið eisini fær ágóðan av
teimum, so at teir ikki.
- Tað líkist ongum, at
almennu bjargingarpakkar-
nir í stóran mun verða brúkt-
ir at økja um vinningin hjá
bankunum, sigur hann
Lántakarin skal
hava ágóðan
Hann hevur ikki roknað út,
hvussu nógv ov høg rentan
í Føroyum er.
Men hann heldur, at skulu
bankarnir hava nakað úr
almennu bjargingarpakkun-
um, eigur ein treyt at fylgja
við og tann treytin skal vera,
at hetta eisini kemur vanliga
lántakaranum til góðar.
Sostatt heldur hann, at
tað eigur at verða eitt krav
til bankarnar, sum fáa lut í
almennu bankapakkunum,
at teir eisini lækka rentuna
tilsvarandi.
- Eg haldi ikki, at bankarnir
í Føroyum hevur lækkað rent-
una í tilsvarandi mun, sum
Tjóðbankin hevur gjørt og
tað eigur politiski myndug-
leikin at áleggja teimum.
- Tað er vanligi lántakarin,
sum er sperdur og tí eigur
hann at fáa fullan ágóða av,
at bankarnir nú fáa al-
mennan stuðul.
Sum heild heldur Høgni
Hoydal annars ikki, at
treytirnar til bankarnar eru
nóg strangar.
Hann sigur, at politiski
myndugleikin hevur vissa
sær so lítla trygd í teirri
hjálp, sum bankarnir fáa, at
tá ið gongdin vendir aftur,
er stórur vandi fyri, at onki
sum helst gjøgnumskygni
er í, hvør tað nú var, sum
fekk ágóðan av hjálpini.
- Tað er vandi fyri, at tað
hjá bankunum liggja nakrir
stórir vinningsmøguleikar í
hesum bjargingarpakkun-
um, sum als ikki vóru til-
ætlaðir.
Tekur málið upp
Høgni Hoydal sigur, at
hann fer nú at taka málið
upp bæði í Løgtinginum og
í Fólkatinginum.
Hann staðfestir, at lógar-
verkið er danskt og tí kann
Løgtingið onki gera við
málið. Men hann fer at reisa
tað í Løgtinginum sum ein
fyrispurning til landsstýrið
um ætlanin er at fáa slíkar
treytir í bankapakkan.
Hann fer eisini at reisa
málið í Fólkatinginum sum
ein fyrispurning til donsku
stjórnini fyri at vita um
ætlanin er at seta bankum,
sum fáa úr bjargingarpakk-
anum, treytir um at lækka
rentuna fyri vanliga lántak-
aran.
Hann vísir aftur, at hetta
er politisk upp í legging í
raksturin hjá bankunum
- Sjálvandi skulu politikar-
ar ikki áseta bankarentuna.
Men tá ið bankarnir koma
illa fyri og mugu hava
almenna innspræning fyri at
klára
seg,
má
politiski
myndugleikin eisini tryggja
sær, at hendan almenna hjálp-
in ikki fer í skeivar lummar,
men at vanligu løntakarin
eisini fær ágóðan av hjálpini,
sigur Høgni Hoydal.
Men nú hava bankarnir
ført fram, at tað er blivið
dýrari hjá teimum at læna
pengar og tí er neyðugt at
økja um vinningin.
- Sjálvandi kunnu orsøkir-
nar verða sakligar, men vit
eiga at binda um heilan
fingur, so at bankarnir í
mest møguligan mun lata
vanliga lántakaran merkja
ágóðan av teirri almennu
kreppuhjálp, bankarnir fáa.
Fríggjakvøldið verður
fjølbroytt kvøldseta á
Seglloftinum á Tvør
oyri, har møguleiki
bæði verður at síggja
finaluna í XFactor á
stórskíggja, umframt
at hoyra um stórar
verkætlanir í Suðuroy,
um tiltikin skipbrot
og um eina verkætlan
í Afrika, sum føroying
ar eru við í
VælgeRðandi
endamál
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Fríggjakvøldið
verður
áhugaverd kvøldseta á Segl-
loftinum á Tvøroyri.
Tað er Lions klubburin í
Suðuroy, sum skipar fyri og
allur peningurin fer til væl-
gerandi endamál.
Tiltakið byrjar klokkan
19 og lagt verður til brots
við at hyggja at á stór-
skíggja, hvussu Linda klár-
ar seg í finaluni í X factor.
Aftaná finaluna fer Bina
Svartá at greiða frá um for-
vitnisligu verkætlanina við
Pepi fólkinum í Ghana og
tá ið hon er liðug, fara tey
aftur at fylgja við sjálvari
avgerðini í X.
Annars verður talan um
eina fjølbroytta skrá. Mathi-
as Lassen fer at greiða frá
Westerbeek, sum gekk burt-
ur vestantil á Suðuroy og
sum hann hevur skrivað
drúgva og væl undirbygda
bók um. Ólavur Rasmussen
fer at greiða frá um eftir-
skúlan í Hvalba og um aðrar
norðurlendskar verkætlanir
og Hans Jørgensen fer at
greiða frá um, tá ið Blikur
hjá Skipafelagnum gekk
burtur á Kappanum í 1963.
Í steðginum er kaffi og
annað gott at fáa. Tað er eis-
ini nógvur og góður sangur
á skránni, har Theodor Peter-
sen, Jens Eli Ellefsen og vin-
menn, fara at syngja og
spæla, men felagssangur er
sjálvandi eisini á skránni.
Lions savnar pening inn
til vælgerðandi og mentan-
arlig endamál og peningurin,
sum kemur inn á kvøldsetuni
fríggjakvøldið, fer óskerdur
til verkætlanina hjá Binu
Svartá og hinum í Afrika,
har tey hava bygt ein skúla
fyri at útbúgva pepi fólkið í
Ghana. Tey, sum vilja kunna
seg um hesa verkætlanina,
kunnu fara inn á heima-
síðuna www.pebichildren-
center.dk.
Tað kostar 150 krónur at
koma inn, men atgongumerk-
ið er samstundis lutaseðil til
eitt gávukort upp á 1000
krónur í olju frá Magn.
Suðuroyingar hjálpa børnum í Afrika
Saman við øðrum gevur Bina Svartá børnum í Afrika vónir
um eina bjartari framtíð. Tað vil Lions Klubburin í Suðuroy
fegin stuðla og tað ger hann við forvitnisligari kvøldsetu
fríggjakvøldið
Krevja at bankarnir
skulu lækka rentuna
Høgni Hoydal heldur, at bankarnir gera sær dælt at kreppuni
til at økja um vinningin ístaðin fyri at lækka rentuna hjá
vanliga lántakarunum. Og tað vil hann nú hava politiska
myndugleikan at seta eitt stoppara fyri, so at rentan kann
lækka, so at vanligi brúkari fær ágóðan av almennu hjálpini,
sum bankarnir hava fingið fyri at yvirliva kreppuna
Í fongsul fyri at brúka øks
Ein russiskur sjómaður varð í gjár dømdur eitt árs fongsul fyri at
hava lopið á ein skipafelaga við øks. Tað skrivar Nordjyske
Stiftstidende. Tilburðurin var umborð á ferjuni „Pride of
Telemark“, meðan hon lá við bryggju í Frederikshavn tann 8.
mars. Tann russiski sjómaðurin og ein av feløgum hansara vóru
komnir til ilnar um eitt ella annað, og tað endaði við, at tann 28
ára gamli russarin fór eftir einari øks og høgdi eftir hinum. Hóast
hin maðurin royndi at verja seg, bleiv hann raktur í annan kjálkan
og aðra hondina. Umframt fongsulsdómin bleiv russiski sjó-
maðurin vístur úr Danmark.
Vilja hava meiri vald
Í USA vilja Timothy Geithner, fíggjarmálaráðharri, og Ben
Bernanke, tjóðbankastjóri, hava meiri vald. Tað gjørdu teir
greitt undir einari hoyring í Kongressini í gjár, tá Kongressin
viðgjørdi støðuna hjá tryggingarfelagnum AIG. Undir
hoyringini segði Timothy Geithner, at støðan hjá AIG hevur
avdúkað veikleikar í amerikonsku skipanini, og at stig mugu
takast fyri at sleppa undan endurtøku. Hann og Ben Benanke
vóru eisini á einum máli um, at tað er neyðugt at endurskoða
lønarskipanina í amerikanska fíggjarkervinum, og at
myndugleikarnir mugu fáa størri vald til at taka neyðug stig.