Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mars 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 59 - 25. mars 2009 Gera leiðreglur um nevndarval Semja varð í gjár gjørd í samgonguni um at fara undir arbeiðið at gera uppskot til leiðreglur í sambandi við val av nevnd í almennum partafeløgum. Leið­ reglurnar skulu gerast eftir danska leistinum NEVNDARVAL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Glið er nú komið á málið um nevndarval í Atlantsflog, sum um vikuskiftið og fyrst í vikuni stóð rimmarfast. - Vit kunnu siga, at málið ikki er liðugt avgreitt enn, men vit eru farnir frá einari støðu, har eingin vildi nak- að, til eina støðu, har øll vilja okkurt, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólka- flokkinum. Fólkaflokkurin sat annars á fundi allan seinnapartin í gjár og viðgjørdi málið um nevndarvalið, har vinnu- málaráðharrin, Jóhan Dahl, ætlar at skifta alla nevndina í Atlantsflog út. Málið kann tykjast eitt sind ur torskilt, og fyri at skilja tað til fulnar, er neyð- ugt eisini at kenna parta- felagslógina. Hon sigur nevni liga, at hevur ein parta felagsskrásett fyritøka meiri enn 35 fólk í starvi, skulu hesi hava umboð í nevndini. Býtið er soleiðis, at starvsfólkið skal verða um boðað í tann mun, at tey skulu hava helmingin av teim um umboðum, sum verða valt á aðalfundinum. Tað merkir, at velur aðal- fundurin 10 umboð í nevnd- i na, skulu starvs fólk ini hava 5, so nevndin til saman telur 15 fólk. Er tal an um ólíka tal, verður rund að upp. Aðalfundurin hjá Atlants- flog velur trý fólk í nevnd- ina, og tá starvsfólkini skulu hava helmingin – 1,5, rundað upp til tvey – kemur nevndin at telja fimm fólk. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað bert eru trý fólk í nevndini, sum umboða partapeningin, og argument- ið hjá vinnumálaráð harr an- um er tí, at tá landið eigur tveir triðingar av parta pen- inginum, má landið eisini fáa allar teir tríggjar av aðal fundinum valdu nevnd- arlimir, fyri harvið at hava meiriluta í nevndini. Halda fast um lyftir Støðan hjá Fólkaflokkinum í málinum er, at tá bert trígg ir limir í nevndini um boða partapeningin, eiga hesir nevndarlimir at verða valdir lutfalsliga eftir parta- peninginum. Og tá landið eigur tveir triðingar av partapen ing in- um og tað privata ein trið- ing, er tað púra náttúrligt, at landið eisini fær tveir nevndarlimir, meðan teir privatu fáa tann triðja. Men hetta er kortini ikki einasta argumentið hjá Fólka flokkinum. - Tá privatiseringstil- gongd in fór fram, kannaði vinnumálaráðið møguleik- arnar fyri at privatur áhugi yvirhøvur var fyri parta- brøv unum í Atlantsflog. Í hesum sambandi fingu áhug aðir keyparar at vita, at teir fóru at fáa umboðan í nevndini eftir býtinum í partabrøvunum. Og tað er hetta lyfti, sum vinnu mála- ráðharrin nú ætlar at bróta, sigur Jørgen Niclasen. Løgtingssamtyktin sigur annars, at tveir triðingar av partabrøvunum í Atlantsflog skulu seljast, men samtykt varð samstundis, at henda sølan skuldi fara fram í tveimum umførum. Sum kunn ugt er bert fyrra av hes um umførum farið fram enn, og tí eigur tað almenna framvegis tveir triðingar av partabrøvunum. Eftir fundin í samgonguni fyrrapartin í gjár er semja um, at Jóhan Dahl, vinnu- málaráðharri, skal kalla stóru privatu eigararnar inn til fundar, fyri at finna eina semju um býtið av nevnd- arsessum. - Fyrr enn hesin fundurin hevur verið ber ikki til at koma víðari í málinum ann- að enn tað, sum semja varð gjørd um seinnapartin í gjár. At gerast skal eitt upp- skot um leiðreglur í sam- bandi við val av nevndum í almennum og hálv al men- num partafeløgum. Semja er eisini um, at hetta upp- skot skal gerast eftir tí leisti, sum danska lógin ásetur, sigur Jørgen Niclasen. Enn er ikki greitt, nær fundurin millum vinnu- mála ráðið og privatu eig ar- arnar verður. Ungdómstúrurin útseldur Undirtøkan fyri ungdómstúrin hjá Norrønu hevur verið øgilig, og nú er greitt, at ikki fleiri ung fólk sleppa við Norrønu 6. apríl. Ungdómstúrarnir hava altíð verið væl umtóktir, og hesu ferð er einki undantak. Yvir 650 ferðaseðlar eru seldir, og nú steðgar Smyril Line allari sølu. - Vit eru sera fegin um undirtøkuna, og fyri at hava trygdina í hásæti, mugu vit nú steðga allari sølu av ferðaseðlum, sigur Jákup Sverri Kass, markn aðar- leiðari hjá Smyril Line. Teir víðagitnu ungdómstúrarnir, ið vóru fyri árum síðani vóru merktir av óskili, og tískil hevur Smyril Line í hesum umfari hækkað um trygdina umborð. - Vit hava hesa ferð selt færri ferðaseðlar og hækkað um talið av trygdarmonnum, soleiðis at vit fyribyrgja tí óskili sum vit áður hava sæð, sigur Jákup Sverri Kass. Tá Norrøna fer av Havnini 6. apríl, verður LIVE tónleikur, Dj’arir og karaoke í rætta Glitnir stíli við umborð. Fyri LIVE tónleikinum standa Eyðun Nolsøe og Finnur Jensen, og millum Dj’ararnir eru Dj Crapman, Dj Rex og aðrir. Vælumtókta karaokebarrin Glitnir verður við á túrinum, og eisini umborð á Norrønu verður gjørligt at syngja karaoke, og fyrireikarar siga, at ein karaokekapping helst verður aktuell. Jørgen Niclasen sigur, at semja nú er fingin um, at gera greiðar leiðreglur fyri, hvussu nevndir í almennum partafeløgum skal veljast. Annars verður nú bíðað eftir fundinum, sum verður millum vinnumálaráðið og stóru privatu eigararnar í Atlantsflog Nevndin í Atlantsflog er kjarnan í politiska stríðsmálinum