Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mars 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 59 - 25. mars 2009 Í dag letur matstova Zitou na upp á Lucas Debesargøtu í Havn. Talan er um sið bundnan mat, um framt a la carte mat skrá og fult skonki loyvi Upplating Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Erik Johansen letur í dag upp nýggja matstovu í Lucas Debesargøtu í Havn. Tað er í somu hølum, har Patio fyrr helt til í. Á mat skrán ni eru lættir rættir í dag tímun um, og um kvøld ið er a la carte við ymsum rætt um, umframt eitt úrval av forrættum og dessertum. Matstovan, ið hevur fingið heit ið Zitouna, hevur fult skonki loyvi og kann skonk ja og servera innan- og uttan dura. - Her verður eingin buffet og eingin pizzamatskrá. Men Carthage, sum Erik Johan- sen eigur og rekur, held ur fram við sínum virk semi, sigur dagligi leiðarin á Zitouna, Peter Hentze. 22 ára gamli kokkurin á Zitouna, eitur Jákup Sum- berg. Hann er útbúgvin kokkur á Hotel Føroyum, og hevur starvast sum kokkur í Bowlinghøllini í Leir vík áðrenn hann byrjaði á Zitouna. Dagliga fer Zitouna at hava opið millum klokkan 11.30-23.00. Køkurin stong- ir klokkan 22.00. Fríggja dag og leygardag verður opið nakað longri, til klokkan 01.00. Peter Hentze sigur, at Zitouna er fyrst og fremst ein matstova. Men mat stov an er eisini opin fyri gest um, ið ynskja ein kaffimunn ella eina øl, sum kann nýtast inni á matstovuni ella á terassuni í túninum. Móttøka verður í dag mill- um klokkan 13.30-14.30, og klokkan 18.00 í kvøld letur matstovan fyri fyrs tu ferð upp fyri al menn ingi num. Traditionelt í miðbýnum Zitouna hevur fult skonkiloyvi. Ætlanin er, at nýgjørda terassan í skal nýtast, tá veðrið er til vildar. Mynd: Jens Kristian Vang Matstovan Zitouna letur upp í dag klokkan 18.00. Á matskránni er siðbundin matur í dagtímunum, og um kvøldið er matstovan ein a la carte matstova. Frá vinstru: Peter Hentze, dagligur leiðar, Erik Johansen, eigari, og kokkurin, Jákup Sumberg Mynd: Jens Kristian Vang Linda vigar 10 kilo ov nógv Eg eti tí eg eri ólukkulig, sigur Linda Andrews um sína vekt. Linda er sambært veddingarfyritøkunum í Danmark stórfavorittur til at vinna X-Factor finaluna fríggjakvøldið, har hon skal dystast ímóti Alien Beat Club og Mohammed. Men hetta er ikki einasti dystur, ið Linda stríðist við. Av pallinum stríðist hon eisini fyri at sleppa av við tey eyka 10 kiloini. Hon er varug við, at hon vigar ov nógv – og hon veit eisini hvør orsøkin er til tað. - Eg eti, tí at eg elski ikki meg sjálva, sigur Linda í samrøðu við Ekstra Blaðið. Har sigur Linda, at hon berjist fyri at tapa seg, og at hon nú fær nógvan stuðul frá Lina Rafn, ið lærur hana at elska seg sjálva. Linda vigar í dag 73 kilo og er 164 cm long. Tað er umleið 10 kilo ov nógv heldur Linda, ið eisini sambært hennara BMI tali er í tyngra endanum.