mikudagur 25. mars 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 59 • 25. mars. 2009
1. partur
Fremsta keldan til hesa
frásøgn er verdóttir hansara
Nena Danielsen, gift við
Sigurd. Hon er ættað úr
Syðrugøtu og hevur í síni tíð
skrivað um sína ætt í Gøtu í
FF-blaðnum. Seinasta heyst
hevði Nena eina Miðviku-
frásøgn um Hvítanes og
fólkini, sum løgdu grundina til
hesa bygd. Hesa ferð greiðir
hon frá søguni hjá verforeldr-
unum, og lýsir henda søgan
eina heilt aðra tíð enn okkara.
Hetta er eisini ein partur av
søguni hjá Hvítanesi
Eg haldi, at tað var einaferð í
sjeytiárinum, at Niels Juel Arge
hevði samrøðu við Dánjal Paula
Danielsen, vanliga nevndur
Dánjal av Hvítanesi. Hann var
abbasonur niðursetumannin
Dánjal Petersen av Miðgerði í
Kollafirði, og frá honum stavar
ættarnavnið Danielsen. Foreldrini
vóru Hanna og Bærent Danielsen.
Dánjal var føddur 21. januar
1886, og hann doyði í Havn 18.
november 1983, 97 ára gamal.
Ein maður, ið hevði livað eina
heila øld kann siga frá nógvum
broytingum og framburði. Hann
kann eisini siga frá strevi og stríði
fyri at náa so langt fyri at skapa
okkum tað góða land, sum vit
hava at búgva í.
Grind á Hvítanesi
Dánjal segði altíð, at tað var gott
at vaksa upp á Hvítanesi. Tað,
sum sermerkti hesa samrøðuna
í útvarpinum var, at alt var gott,
har Dánjal hevði verið í arbeiði
ella á skipsdekki, hóast tað
mangan var baldrut, og løtur
høvdu verið, har teir sóu deyðan
í eyguni. Hann hevur tískil livað
í samljóð við náttúruna og teir
møguleikar, ið tíðin beyð.
Tað er ikki so nógv, Dánjal
fortelur um uppvøksturin á
Hvítanesi, men hann sigur frá
tveimum grindum hann minnist.
Tann fyrra var ein stór grind, ið
doyði í Havn í 1896. Pápi hansara
stóð og slerdi uppi á Hvítanesi á
einum stykki, tey kallaðu uppi á
Ryssuni, tá ið hann sær nólsoy
ingar glaða fyri, at grind er í
fjørðinum. Grindin gekk skjótt
oman gjøgnum fjørðin og var
komin inn móti Bursatanga, tá
ið hon kavaði og tók sjógv á bak
úteftir, og tað sá út sum, at hon
fór at sleppa. Eitt skip lá uttanfyri
Havnina. Dánjal heldur, at tað
var ferðamannaskipið Vestas. Tá
ið grindin kom út móti skipinum,
lótu teir akkerið fara, og grindin
vendi inn aftur. Hon legði so
beinini í øllum góðum.
Dánjal sigur eisini frá eini
grind, tá ið hann var 13 ára
gamal. Tað má so hava verið
í 1899. Toftamenn løgdu at á
Hvítanesi og róptu grindaboð.
Hvítanesmenn høvdu keypt ein
stóran bát, ið æt Fortuna. Teir
fóru við í grind við honum, og
Dánjal slapp við. Grindin gjørdi
landgongd norðuri í Sundunum.
Har átti Dánjal eina skyldkonu,
ættað úr Kollafirði, sum hann
kundi vitja. Táið teir høvdu fingið
sín grindapart í bátin, var farið
suður aftur.
Tá ið teir nærkast Hvítanesi,
fóru menn at undrast á, hvat
hetta hevði at týða, at sjógvurin
var so reyður út frá gjónni. Tá var
hent tað, at ein hvalur hevði skilt
seg út frá flokkinum og var farin
suðureftir. Hann var so endaður
inni fyri lendingina inni á Mølini á
Hvítanesi.
Allir menninir vóru í grind,
men har var ein gamal maður
eftir í bygdini. Hann kláraði at
avlíva hvalin. So fór konufólkið
av húsum og hjálptu honum at
hála hvalin uppá turt. Tá ið so
grindabáturin komu aftur, lógu tey
og skóru grind upp á Hvítanesi.
Hvalurin var 89 skinn. Hetta var
ein rættuligur fongur. Bóndin í
Hoyvík skuldi hava landpart, sum
reglurnar vóru tá, og hann fekk
sítt.
Marshall mundi
farið á land
Í árinum 1900 var so stórur brim
gangur av landsynningi eystan,
sum eingin hevði vitað um fyrr.
Brimið kom heilt niðan millum
húsini, og mongd av fiski lá og
sløddist í túninum, tá ið avfjaraði.
Øll neystini fóru, men allir
bátarnir uttan ein blivu
bjargaðir. Tvey hoygg,
desir, fóru eisini. Hetta
Nena Danielsen:
Søgan um Dánjal á Hvítanesi
Vita koma nú í trimum pørtum at hava søguna um ein rættuligan garp, nevniliga Dánjal á
Hvítanesi. Hann hoyrdi eini farnari tíð til, og hann royndi nógv í sínum nærum 100 ára langa
lívi. Tí er tað eisini áhugavert at fáa søguna hjá einum slíkum manni festa á blað
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Hvítanes, teknað av Ingálvi av Reyni
Mamma Dánjal, Hanna, var dóttir Skora Poul
Dánjal verður konfirmeraður í 1901. Fyrst hevur hann tó verið til skips og
vunnið sær fyri konfirmatiónsklæðini
➘