Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mars 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 14 nr. 59 • 25. mars. 2009 má hava verið stórur missur fyri bygdina, tí hoyggið var jú vetrarføði hjá kríatúrunum. Í hesum sama briminum rak ein so ógvuliga stórur viðabulur á land á Hvítanesi. Hann sá út sum eitt skip í briminum og var heilar 40 alin langur. Hoyvíksbóndin átti strandrættin, og tískil átti hann tað, sum rak á land. Jóannes í Funningsstovu var í hesum veðrinum komin á redina í Havn við skipinum Marshall, sum hann júst hevði keypt. Fólkið var farið í land. Ódnin kom so knapp­ liga, at tað var ikki hugsingur um at fáa fólk umborð. Bert Nigga í Gong og møguliga ein annar maður vóru umborð. Jóannes stúrdi fyri, at skipið fór at slíta frá akkerinum hvørja løtu og reka á land. Hann var sera ørkymlaður og gekk hart á Finsen, sum umsat tryggingina, at fáa skipið tryggjað, men hann kundi ikki tryggja eitt skip, sum hann ikki hevði sæð. Teir umborð fingu eitt akker niður afturat og hon lá. Tað kann verða nevnt her, at Jóannes var ein rættiligur fram­ burðsmaður. Hann var millum teir, sum stovnaðu skiparafelagið í 1896, og hann sat í nevndini í fleiri ár. Hann var eisini við í Oyggjafelagnum saman við Søren Müller, og áttu teir nógv skip. Jóannes hevði ført Streymoynna í átta ár, áðrenn hann keypti Marshall, sum hann eisini førdi í átta ár. Sagt verður, at umborð hjá Jóannes lærdu teir ungu góðan sjómansskap. Hann var av bestu sjómonnum, og hann fiskaði eisini væl. Seinastu árini arbeiddi hann hjá mjólkaforsýningini. Hvør var føroyingurin við franska skipinum? Dánjal og Jógvan á Kletti vóru systkinabørn og javnaldrar. Í 1901 fóru teir saman at biðja um kjans til skips, og teir komu umborð á Lalla Rookh. Hetta var áðrenn Dánjal var konfirmeraður. Lalla Rookh var upprunaliga keyptur av Jens Mohr í 1892. Hetta var eitt serligt skip, nevni­ liga eitt lystfar sum lordurin Kelvin hevði átt og brúkt til vísindarligar royndir. Einki jarn var í skipinum, bert koparnaglar. Træið í henni var so mikið gott, at sumt av tí enn er til í landsstýris­ bygningunum í Tinganesi. Georg av Eiði var skipari og Dánjal av Nesi var bestimaður. Ludda­Christian reiddi skipið út, og hjá honum keyptu teir sær tað, sum teir høvdu fyri neyðuni. Dánjal keypti sær hvítar buksur, undirklæði, leðurstúvlar og ymiskt annað. So varð siglt eftir fólkinum. Hetta var jú neyðugt við tí sam­ bandi millum bygdir, sum var tá. Á Toftum kom ein maður við. Tveir menn tóku teir í Klaksvík, tríggir komu við av Eiði saman við Hanus Poulsen frá Ljósá, sum seinni flutti til Vágs. Hann lærdi teir kumpassina, sum var tað fyrsta ein ungur fiskimaður skuldi læra. So sigldu teir til Vestmanna, har skipið skuldi á beding at vaska botnin á skipinum. Síðan var farið í Vesturhavið, og teir fiskaðu sær døgurðamat, áðrenn teir hildu avstað til Íslands. Tað viðraði illa, so tað var smáligur fiskiskapur. Eina ferð fóru teir fóru inn á Norðfjørðin. Har lá ein franskmaður og teir handlaðu sínámillum. Fransk­ menninir vildu hava vøttir og keks, og føroyingarnir fingu okkurt afturfyri. Einaferð fór ein heilur bátur við monnum umborð til franskmenninar. Meðan teir eru umborð, kemur ein maður og tekur í hondina á Dánjal á Nesi og sigur á føroysk­ um: “Nú er langt síðani, at tú var bestimaður á Delfinini.” “Ja,” sigur Dánjal, og hann hugdi undr­ andi uppá mannin, sum tosaði føroyskt. Tá segði hesin maður, at “tit skulu sleppa tykkum umborð aftur sum skjótast. Her verður galið í kvøld!” Dánjal á Nesi so gjørdi. Hann orðnaði øllum monnunum í bátin, og tá stóð ein franskmaður við einum stórum jarnstykki, ið hann skuldi blaka í bátin. Men Dánjal á Nesi fekk um hondina á honum, so tað fór niður ímillum. Har bleiv eitt øguligt levint og gangur umborð hjá franskmonnunum hesa náttina. Menn runnu uppi í mastrunum og kluvu upp í rigningin. Tað var spurt, hvat hetta var fyri ein maður, sum hevði ávarað teir, og Dánjal á Nesi helt tað vera ein víkamann. Hetta tó ivasamt. Men er nakar sum veit meira um hetta, vilja vit fegin frætta. Dánjal á Nesi hevði verið bestimaður við Delfinini í 1880­ unum, og hann var eisini fyrsti føroyingur, ið kláraði at koma uppá Rokkin. Dánjal av Hvítanesi helt ikki, at hann hevði sjóverk. Honum dámdi bara væl sjólívið, tá ið hann hevði vant seg við henda ringa luktin, sum var umborð á sluppunum, og sum nógvir enn minnast. Tann 18. august fóru teir heim og fiskaðu eisini undir Føroyum. Teir høvdu eini 300 skippund fyri túrin. Úrtøkan hjá Dánjali var 90 kr. Hann rindaði fyrst tað hann hevði keypt, áðrenn hann fór avstað. Síðan keypti hann sær konfirma­ tiónsklæðir. Nú skuldi hann jú konfirmerast. Tá vóru 10 kr. eftir, akkurát nokk til ein mjølsekk til húsarhaldið heima. Pápin var jú deyður, so her máttu øll spaða til. Provianturin býttur Í 1902 var Dánjal aftur við Lalla Rookh. Hann greiðir frá, at sunnu­ dagar, aftaná at lestur var lisin, bleiv provianturin býttur millum manningina til eina viku fram. Hvør maður fekk 12 pund av keks, 1 pund av margarin og fimm fjeringspund av sukri. Tveir dagar um vikuna fingu teir amerikanskt saltkjøt og ertur til døgurða. Ofta var tað so mikið, at teir kundu goyma sær eitt sindur til viðskera. Dánjal á Malarenda úr Nólsoy var skipari. Hann las altíð lestur sunnudagar og sung­ ið varð aftaná. Hann hevði so nógvar nólsoyingar við, og teir sungu so avbera væl. Í 1903 fór Dánjal við Hurrycane, ið Poul Johannes Joensen, vanliga nevndir gamli skipari, frá Gjógv førdi og átti saman við Karl á Lag. Poul Johannes førdi Hurrycane árini 1901­1906. Greta, kona Petur Petur, beiggi Dánjal, fórst við Oliviu í 1912 Dánjal og Inga giftust í 1911 Jóannes í Gøtuni, verfaðir Dánjal, var ein framúr grótmaður Tað gekk hátíðarliga fyri seg við brúdleypum. Hetta er eitt annað brúdleyp á Hvítanesi. Fremst er brúðarparið Jensina og Jógvan ➘