mikudagur 25. mars 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 - 25. mars 2009
15
Vit verða tilstuðlað at gerast
meiri og meiri lýðin og super-
ansin, um vit vilja sleppa
undan at verða eyðmýkt og
demoniserað
Í
hesum døgum verða vit ávarað
um at sensurera okkum sjálvi, um
nú onkur óheppin ávirkan stendst av
okkara orðum. Vit skula enntá síggja
frammanundan, um tað sum vit siga,
kanska verður mistulkað. Okkara
orð eru ikki longur okkara egnu, og
avleiðingarnar av okkara orðum,
hvussu sakleys tey enn máttu verið,
ella søgd í einum serligum sama
nhangi, kunna meinast at vera
skaðilig og særandi.
Hetta er eitt avbera hættisligt
andarúm fyri okkum, ið trúgva uppá
talufrælsi. Um øll skula vara seg
fyri, hvat tey siga, og hava tað sum
um, at tey ganga á eggjaskali, um so
er, at tey niðra henda ella handa
bólkin, ella valtra inn í stríðsmál
mett at vera dekan so trætin at kjak
ast um í almennum rúmi, verða vit
neyðturviliga plágað við sjálvóvissu,
og í ein sovorðnan mun, at vit
smoyggja okkum undan nakrantíð at
siga nakað umstrítt.
Hetta er tað sama sum at sótt
reinsa almennt kjak, ein vanbøn til
fría hugsan, ein svøvngonga inn í
sensurin.
Á
trúnaður er eitt serliga eymt
evni, tá ið tað kemur til teir
mongu bardagar, talufrælsi er
havnað í. Men tað er ikki átrúnaður
per se, ið er hin gevaldigasta
hóttanin fyri frælsi, men ein politisk
mentan, sum so óføra glaðbeint
skumpar talufrælsið til viks. Eitt
vaksandi tal av verðsligum stríðs
málum verður nevniliga mestsum av
vana stemplað “bannað øki” fyri
kritiskari umrøðu. Ein nýggj presta
lig kasta av sekulariseraðum og
sjálvgóðum slag fillar einhvønn
sundur, ið niðrar tí nýggju
komformismuna.
Nútíðar heksajagstranir eru ein
veruleiki fyri hasi, ið hava sagt tað
ósigiliga um islam ella spyrja eftir
nyttuvirðinum í “krígnum ímóti
veðurlagsbroytingum”.
Tó, um ikki í smog, tá hendir tað
í kyrru, at hesin mest grundliggj
andi fólkaræðisligi táttur, rætturin
at niðra átrúnað, so stillandi og
spakuliga verður oystur við sýru.
Og er tað hesin rættur, ið kanska
er fyri størstum ágangi.
Tí tvørtur um verðina verða teir
ómetaligu ágóðar, fingnir til vega
av eini upplýsingartíð og rættinum
hjá fólki áhaldandi at avbjóða elsk
aðar fatanir, bukaðir upp á pláss av
hermansligum krøvum um at
“virða” átrúnað. Stundum eru tað
stokkkonservativir sosialdemokratar
umboðandi óreformeraðar og
ómodernaðar muslimar, ið royta
sannar liberalistar fyri okkara
libertiansku sannføring um ynski
leikan í einum minimalum stjórn
arvaldi og fullvegis stuðuli av full
komnum talufrælsi í øllum bakstøði
og, ikki minst, Ferrariar til øll.
H
esuferð, tó, vóru tað ikki teir
vanligu ræðuskítarnir – hesir
kultistarnir, ið hótta øll øðrvísihugs
andi við rituellari demonisering –
sum høvdu verið í hárbotninum,
men muhamedsmenn, av tí at ein
søguligur steyri er júst afturumlagd
ur, sum endaliga prógvar, hvussu
langt vit eru skumpað.
Frásøguskrivarin hjá ST, hvørs
arbeiðssetningur var at virka sum
ein alheimsverji vegna talufrælsi,
hevur nú fingið at vita, at hann fyrst
og fremst skal verja fyri, at átrúnað
ur ikki verður niðraður. Tað vil siga,
at arbeiðið hjá hesum einaferð
globala forsprákara vegna fólkaræði
er definerað av nýggjum til nú at
vera í parti við átrúnaðarligum
sensorum.
Heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða
um mannarættindi staðfesti annars
fyri seksti árum síðani, at “øll skulu
vera fræls at hava sínar áskoðanir og
bera tær fram uttan forðan, og at
søkja sær og breiða út vitan og hugs
anir ígjøgnum hvønn boðmiðil, sum
vera skal, og óheftt av landamarki”.
Hetta var eitt Magna Carta fyri
menniskjað – og hatað av hvørjum
mannarættindabrótara á jørð. Í dag
kallar kinesiska einræðið yvirlýsing
ina “vesturlendska”, Robert Mugabe
kallar hana “hjálandasliga”, meðan
Mahmoud Ahmadinejad kallar hana
“trongskygda” – ja, ‘go figure’!
Ikki eittans land hevur livað í
samsvari við yvirlýsingina, men fyri
tað hevur skjalið verið brúkt sum
fyridømi av Sameindu Tjóðum sum
tann ultimativi mátistokkurin til tess
at eftirkanna okkum sjálvi. Inntil nú.
T
að byrjaði í 1999, tá ið ein sam
gonga av islamiskum harðræðis
harrum kravdi eina umorðan av
STsa reglum. Kravið um at øll skula
vera fræls at hugsa og tala “virdi”
ikki tann “einskilaða sensitivitetin”
hjá gudsóttandi fólki, segði sam
gongan við Saudiarábia sum
moralskum liðskipara.
So mannakæra pakkið av islamisk
um státum var so mikið beinasamt,
at tað kom við eini alternativari
mannarættindayvirlýsing a la islam.
Hon sigur, at tú kanst tala innan
“avmarkingarnar settar av sharia (
lóg). Tað er ikki loyvt at breiða út
ósannindi ella stroya um seg við tí,
ið kann eggja til andstygd ella svik
ímóti muslimska samfelagnum”.
Orðað øðrvísi: tú kanst siga hvat
sum helst, einki problem, so leingi
sum tað er presiss tað, skítsvakir
mullahir fortelja tær, tú kanst siga.
Yvirlýsingin sigur sostatt sólarklárt,
at har er eingin javnstøða fyri
kvinnur, samkynd, ikkimuslimar
ella fráfallin.
Og fyri at tað ikki skal vera lygn,
fingu fanatikarnir sín vilja. Halleljua
fyri sosialdemokratiskum “tolsemi”,
meðni! Frásøguskrivarin hjá ST hev
ur altíð havt sum verkøki at avdúka
og skamma hasi, ið hindra talu
frælsi. Men herfyri kravdi pakistan
ski sendimaðurin, at frásøguskriv
arans arbeiðslýsing skuldi broytast,
soleiðis at hann ístaðin avdúkar og
skammar “misnýtslu av talufrælsi”,
harímillum “spottan ella ærumeiðing
av átrúnaðum og profetum”. Manna
rættindaráðið samtykti.
Hetta merkir, at heldur enn at for
døma hasi, ið royndu at myrða
Salman Rushdie, fer ráðið nú ístaðin
at fordøma Salman Rushdie sjálvan.
Samtíðis tykist sum um, at alt fleiri
sýta fyri at geva sær far um avleið
ingarnar av at fjøtra talufrælsi fyri
heilt vanligar borgarar?
Í Nigeria, til dømis, verða sundur
lisnar kvinnur rutinukent grýttar út
úr heiminum, avbyrgdar og uttan
møguleika fyri at síggja børnini. Og
tá ið so nakrar teirra so sera djarvt
vildu skipa fyri einum mótmæli,
boðaði sharialøgreglan frá, at hetta
var “óislamiskt”, og at marsjerandi
mammurnar fóru at verða pískaðar.
Í Egyptalandi, eitt annað dømi,
varð ein 28 ára gamal muslimskur
bloggari handtikin, fongslaður og
smildraður sundur fyri at argument
era fyri einum reformeraðum islam,
ið útihýsir sharia.
A
v hesum vil eg gjarna spyrja
okkara makligu sosialdemo
kratar, sum saman við sínum óvið
eiriligu kammerátum í arábiska
heiminum krevja “virðing” fyri
muslimskari mentan: hvat fyri eina
muslimska mentan? Hasa hjá
kvinnunum í Lagos, hjá bloggar
anum í Kairo – ella hasa hjá teirra
kúgarum?
Tað seyrar ein uppfatan ígjøgnum
demokratisk samfeløg, at ivi og
avbjóðandi tala er í ætt við líkasælu
og rasismu, og er hetta grundin til,
at vinstrivongurin heldur við
muslimum í átakinum at karva niður
universella rættin at niðra hasi, ið
nettupp ikki trúgva uppá universell
rættindi.
Ella, sum Aayan Hirsi Ali so bein
rakið sigur um evropeiskar sosialist
ar: “Tolerance of the intolerant is
nothing but cowardice”! Og tí er tað,
at ídag, hvørjaferð onkur hartar ella
heldur átrúnað fyri spott, at eitt
størri kultistiskt maskinarí fer
ígongd, ið alt fyri eitt hevdar, at tey
og hasi, tey taka synd í og forstanda,
eru offur fyri “fordómum”. Og
úrslitið? Jú, teirra vreiði og øtilsi
verður í alt størri mun ‘bakkað upp
av’ onkrari frælsisstjalandi
lógargrein.
E
ins væl og allir borgarir ikki
hava virðing uppiborna, hava
hugskot tað eiheldur. Eg virði ikki
hugskotið, at ein maður varð borin í
heim av eini jomfrú, og at hann
gekk á vatni. Eg virði ikki hugskot
ið, at vit skula fylgja einum profeti,
sum 53 ára gamal hevði sex við eina
9 ára gamla gentu og gav boð um at
rasureinsa jødiskar bygdir. Eg virði
ikki hugskotið, at vit í einum fyrr
verandi lívi hava livað sum geitir og
enda sum blaðlús. Hetta er ikki
vegna “fordómum” ella “tvørrandi
kunnleika”, men vegna manglandi
próvtilfari.
Eins og við jólamanninum og
álvum, hoyrir slík uppfatan barnaár
unum til, og fer henda, saman við
alskyns forboðum og pillbýttum
státsstuðlaðum antiargingarátøkum,
sum frá líður at ljóða eins vitleys
sum tað, at trúgva uppá Tór ella
Báal ella “alternativan heilivág”.
U
m tú trýrt, tá velur tú at trúgva
við burturveruni av prógvum.
Eingin kann “trúgva”, at tú fært ilt
av eldi, at Taivan er til, ella at
akupunkturOlga burturav er ein
fuppmakari; tú veitst tað, grundað á
prógv. Men tað er sálarliga pínufult
at verða konfronteraður við, at tín
uppaling, alt tað, tú altíð hevur trúð
uppá, tínar hugsjónarligu sannfør
ingar, er ein stór feit fúl lygn. At tað,
tú grundar tína tilveru á, er grundað
á tunna luft.
Hvørjaferð vit góðtaka, at ávís
evni eru tabu, og hvørjaferð onkur
verður bannlýstur úr tí góða selskapi
num fyri at umrøða hesi tabu og
tvingaður at taka orðini aftur – tað
veri seg kritikki av pedofilinum
Muhamed og fíggjarsvikaranum
móðir Teresu, okkara uppalandi og
forbjóðandi daddustáti ella veður
lagsbroytingum – vita vitonnur, at
vit hava fingið greið boð um at ansa
eftir, hvat vit siga, og hvønn vit
niðra.
Vit verða tilstuðlað at gerast meiri
og meiri lýðin og superansin, um
vit vilja sleppa undan at verða
eyðmýkt og demoniserað. Hetta er
ein uppskrift til ein konservativan,
innantóman og viknaðan diskurs, ið
ósvitaliga snýr seg um at liva seg
inn í ein ótolandi látaleik og viður
kenna status quo. Nei, vit mugu
verja talufrælsi við at alboga okkum
fram til, at vit kunnu siga tað, at vit
fara at siga tað, og at einki fjølmiðla
vitloysi í verðini, ella moralsk
uppskakan, fer at fáa okkum at tiga.
Gera vit tað ikki, kunna vit vinka
farvæl til eitt frælst samfelag.
E
itt frælst samfelag kann ikki
strukturerast við tí fyri eyga at
sissa hardcore muslimar og teirra
mentanarpolitisku vinir í einum
framhaldandi frælsum Evropa. Eitt
frælst samfelag er grundað á eina
politiska hugsjón, eitt liberalt
fólkaræði, har eisini ófitt fólk hava
ein apsaluttan rætt til at bera fram
sínar sannføringar.
Um tær ikki dámar tað, onkur
sigur, tá svara aftur, for fanin. Grund
gev, útargumentera viðkomandi,
sannfør fólk, ger okkurt—fá tær ein
royk!... verð bara ikki ein ússalig
skarvsbløka við at biðja mammu,
politisku umboð Javnaðarfloksins,
Amnesty ella ST at hjálpa tær! Og
tað feita er, at oftani, sum við Amne
sty, er tað so, at besti mátin at
vanæra eitt vánaligt argument, er at
lata felagsskapin tosa.
Eingin okkara kann seta til síðis
hesar reglur og krevja at verða
vardur fyri niðran. Talufrælsi er ikki
bert fyri Unn í Dali, Helga
Abrahamsen og 200, men eisini tey
veruliga býttu og óreinu. Og
grundgevingin, at ásýniligir
ikonoklastar sosum Aayan Hirsi Ali
og Bjørn Lomborg, ið niðra ella
æruskemma við at siga sum er,
“biðja um tað”, er effinett tað sama
sum at siga, at ein lekkur dama
ílatin lærstuttan kjóla “biðjur um” at
verða neyðtikin.
K
ortini fer hugsjónin um eitt
frælst samfelag, sum fyri
kortum var eitt óbroytandi hjartamál
í upprunaligu mannarættindayvirlýsi
ngini, burturmillum.
Tað, at vit lótu átrúnaðarligar
fanatikarar ræna frásøguskrivaran
hjá Sameindu Tjóðum og bumba
okkum aftur í myrku miðøldina við
at islamisera hesa týdningarmestu av
øllum yvirlýsingum, eigur at valda
slíkan skjálvta, so mikið av drifting
um, at vit nú í álvara fara til dystin
fús og bjarga bankaða hugskotinum,
at tala og niðra fullkomiliga frítt, frá
at losna sundur í miðjuni.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Tú hevur apsalutt ongan rætt
til ikki at verða niðraður!
Tíðargreinin
tíðargreinin
Agga Niclasen
meining@meyl.fo