mikudagur 25. mars 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 59 - 25. mars 2009
tíðindi
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Jóhan Petersen, Norð
depli, búsitandi í Gudme
í
Danmark,
andaðist
leygardagin, 88 ára gam
al. Jarðarferðin verður
úr baptistkirkjuni í Oure,
Albjergvej 4, fríggja
dagin klokkan 12. Tey,
ið vilja minnast Jóhann
kunnu lata eina gávu á
konto í Eika banka.
Hans Petur Brekkstein,
bóndi, Velbastaður, and
aðist týsdagin, 82 ára
gamal.
Petra Samuelsen, Tórs
havn andaðist á Lands
sjúkahúsinum
sunnu
dagin, 97 ára gomul.
Bønarhald
verður
í
Landssjúkrahúskapellin
um mikudagin kl. 18.
Jarðarferðin verður úr
Dómkirkjuni hósdagin
kl. 14.
Andlát og jarðarferðir
Okkara kæra mamma, omma, systir, fastir
og svigarinna
Elsa úr Konoy
dóttir Gunnhild og Albert Jakobsen
ættað úr Gøtu
andaðist 19. mars, 64 ára gomul.
Jarðarferðin verður leygardagin 28. mars kl. 13 frá
Sundby Krematoriums Kapel, Kastrupvej 51,
2300 København S.
Nanna og Sebastian
Mortan og Jákup Pauli
Niklas, Peter, Anna, Signe og Christina
Eva og Susanne
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at høgt elskaða
mamma, omma, langomma og vermóðir okkara
Petra Samuelsen
andaðist 22. mars, 97 ára gomul.
Bønarhald verður í kapellinum
á Landssjúkrahúsinum mikudagin kl. 18.
Gravarferðin verður hósdagin 26. mars
kl. 14 úr Dómkirkjuni.
Vegna tey avvarðandi
Hjørdis, Elsuba, Sigrun og Heðin
Dagurin
25. mars. Mariumessa um várið. Til minnis um, at eingilin
Gabriel boðaði Mariu Moy frá, at hon skuldi bera frelsaran í
heim (Lukas 1, 2638). Grikska navnið navnið Maria er tað
sama sum hebráiska Mirjam, týdningurin er ókendur.
Hoyrdist mýrisnípan láta uppi í luftini á mariumessu, skuldi
kavi koma, og tað sama um ross lá fyri mariumesu.
Venceslaus Ulricus Hammershaimb (Vensil próstur) varð
føddur á Steig í Sandavági hendan dagin í 1819.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Fríggjadagin 27. mars kl.
16 til 18 letur ein framsýning
við verkum hjá listamannin
um Archibald Black upp í
Galerie Focus í Gríms
Kambansgøtu 20 í Havn.
Undir ferniseringini syngur
Hanus G. Johansen.
Gunnar Nolsøe skrivar
m.a. soleiðis um Archibald
Black og framsýning hans
ara: Jethro Tull, Paul Rod
gers og Straight Ahead eru
tónabornir felagsnevnarar,
tá hugsað verður um listar
mannin Archibald Biskups
støð Black, ið er føddur 30.
januar 1956, búsitandi í
Klaksvík, og útbúgvin bygn
ingssnikkari og autodidaktur
listarmálari.
Archi hevur málað heilt
síðani á ungum árum, eins
og hann, síðani 1994, hevur
undirvíst í málningalist í
Kvøldskúlanum í Klaksvík.
Í málningum sínum lýsir
Archi eitt nú, á ein ofta hug
takandi og huldusligan hátt,
føroysku náttúruna, eins og
hann við sínum sermerktu
portrettum, har myndaevni
ofta eru eldri menn, og har
hvør andlitsfura sigur sína
søgu um eitt langt og hend
ingarríkt lív.
Á framsýningini í Galerie
Focus
verður
temaevnið
myndir frá Dreymsóljuni,
altso, myndir málaðar í um
hvørvinum við hugnaligu
fjallasmáttuna, har avbjóð
ingarnar serliga eru sníkjandi
mjørkin og sermerkta ljósið.
Framsýningin
verður
opin til 8. apríl, týsdag til
fríggjadag kl. 15 til 18 og
leygardag kl. 16 til 18.
Archibald Black í Focus
Brúdleyp
8. apríl giftast í Keypmannahavn Stine Dobak Jensen, Oslo,
og Tummas Planck Reinert, Tórshavn. Adressan er Øre
sundsvej 92, 2 th., 2300 København S.
Brúdleyp
Flaggdagin 25. apríl giftast Annika Soll, Sørvágur, og Sámal
Kristian Jacobsen, Tórshavn. Vígslan verður í Havnar kirkju
kl. 14.00 og veitsla fyri innbodnum verður í Eydnuni á
Oyrarbakka kl. 19.00.
Brúdleyp
Leygardagin 9. mai 2009 giftast
Marna Kristiansdóttir, Saltnes
og Kaj Ennigarð, Syðrugøta.
Vígslan verður í Nebo á Toftum
kl. 13.00 og veitslan verður í
Bygdarhúsinum í Leirvík kl.
18.00
Tey sum ynskja at gleða okkum
við at koma, verða biðin um at
siga okkum frá áðrenn 26. apríl
á tlf. 258913 / 448319 (Marna)
ella 593905 / 441523 (Kaj).
25. mars í 1819 varð Ven
seslaus Ulricus Hammers
haimb føddur á løgmans
garðinum á Steig í Sanda
vági. Pápi Vensils, Jørgen
Frants Hammershaimb var
seinasti løgmaður áðrenn
løgmansembætið varð nið
urlagt í 1816.
Jørgen Frants doyði, tá
Vensil var ársgamal, og
mamman, Armgard Maria
f. Egholm, flutti tá til Havn
ar og inn til móður sína í
Nýggjustovu.
Vensil vaks upp í Gong
ini, higani bæði foreldrini
vóru ættað. Mammman úr
Nýggjustovu og pápin úr
Fútastovu, hann var sonur
gamla fútan, sum eisini æt
V. U. Hammershaimb.
V. U. Hammershaimb er
kendur sum hann, ið skapti
okkum skriftmálið – eitt nú
er tað av hansara ávum, at
vit hava bókstavin ð í okk
ara skriftmálið. Hann mælti
til, at vit tóku tað etymol
ogisku stavsetingina, heldur
enn tað fonetisku. Munurin
er, at við teirri etymologisku
fara vit aftur til frummálið,
meðan vit við teirri fonet
isku stavsetingini stava orð
ini soleiðis, sum tey verða
framborin. Tað var hesa
stavseting, eitt nú Dr. Jac
obsen mælti til at brúka.
V. U. Hammershaimb
hevur skrivað, at hann sum
smádrongur var sera hug
tikin av eini gamlari konu,
Birta á Kletti, sum javnan
kom í Nýggjustovu og
segði børnunum frá søgum.
Hann er eisini ávirkaður av
ommubeiggjanum,
Jens
Christian Svabo, sum búði
í grannahúsunum, og sum
doyði í 1824 tá Vensil var
fimm ára gamal.
Vensil gjørdist prestur
og Føroya próstur. Hann
flutti á ellisárum til Dan
markar at búgva, men
vitjaði aftur á síðsta sinni í
1893. Hann doyði í Keyp
mannahavn 8. apríl í 1909,
90 ára gamal.
190 ár síðani V. U.
Hammershaimb
varð føddur
V. U. Hammershaimb,
sum endurskapti
okkum skriftmálið,
varð føddur á
mariumessu, 25. mars
í 1819