Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-25, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mars 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 tíðindi Nr. 59 - 25. mars 2009 KOMMUNUMÁL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fyrsti kvinnuligi borgar­ stjórin í Klaksvík, Gunvá við Keldu, hevur nú sitið í borgarstjórastólinum í smáar tríggjar mánaðir. ­ Hetta hava verið spenn­ andi mánaðir. Tað hevur verið nógv at sett seg inn í, og sjálvt um tíðirnar eru sum tær eru, hevur tað verið ein positiv uppliving, sigur Gunvá við Keldu. Hon sigur, at hon følir, at hon lærir nakað nýtt hvønn dag, og sjálvt um blussið ikki er skrúvað fult upp, so er gongd í nógvum, og nógv mál koma á borðið, sum støða skal takast til. ­ So eg haldi, at teir tveir­ tríggir fyrstu mánaðirnir í starvinum hava verið ógvu­ liga spennandi, sigur Gunvá við Keldu. Hon er vorðin borgarstjóri í eini fíggjarliga trongari tíð, og omaná alt kom so, at Kósavirkið læt aftur. Hvat heldur Gunvá við Keldu, at tað hevur at siga fyri býin? ­ At Kósavirkið ikki er opið hevur ógvuliga stóran týdning, bæði sálarliga fyri fólk og fíggjarliga fyri kommununa, og so leingi sum tað liggur stilt, er tað ein tung byrða fyri Klaksvík at bera. Og eg trúgvi, at vit fara ikki at uppliva dyna­ mikkin í kommununi aftur, fyrr enn Kósavirkið letur upp aftur, sigur Gunvá við Keldu. Hon sigur, at ringvirkn­ ingarnir, ið standast av Kósini, eru ógvuliga stórir, og tað er nakað, sum merk­ ist, tá arbeiði ikki er á virkinum. ­ Tú hevur fólk, sum hava mist sítt arbeiði, og tað hevur stóra ávirkan á ein lítlan bý sum Klaksvík, sigur Gunvá við Keldu. Kósin ávirkar kommunukassan Fíggjarliga hevur Kósin nógv at siga, ikki bara fyri tað fólkið, ið arbeiðir har, men eisini fyri kommunu­ kassan. ­ Vit hava merkt eina afturgongd í skattainntøk­ unum tveir teir fyrstu mán­ aðirnar í ár. Afturgongdin fyri januar mánað var ikki so ógvuslig sum fyri februar, og tað er ikki altíð so lætt at meta um, hvussu inntøkurnar fyri hvønn mánaða verður, og ofta eru teir fyrstu báðir mánaðirnir heldur lakir. So tað tænir ongum endamáli at síggja for svart upp á støðuna, sigur Gunvá við Keldu. Hon sigur, at hetta sam­ stundis ger, at býráðið má síggja realistiskt upp á støð­ una og hugsa um, hvat fáast kann fyri teir skattapengar, sum koma inn. ­ Framrokningarnar fyri skattainntøkuna siga, at tað koma minst seks milliónir krónur færri inn í skatti í mun til fíggjarætlanina, og tí eru vit longu byrjað upp á arbeiðið at tillaga fíggjar­ ætlanina. Tað krevur sjáv­ landi, at øll økini verða gingin ígjøgnum, fyri at finna út av, hvat vit kunnu skerja, og hvussu vit fáa fíggjarætlanina at hanga saman, sigur Gunvá við Keldu. Hon sigur, at verður gongdin soleiðis, sum hon hevur verið í januar og februar, so verður undirskot á fíggjarlógini, og tess fyrri gripið verður inn fyri at tillaga fíggjarætlanina, tess betur. Men letur Kósin upp aftur, so sum eisini verður arbeitt við, er støðan beinan­ vegin ein onnur. ­ Tað broytir støðuna ógvuliga nógv, men tað tekur sjálvandi sína tíð at fáa upparbeitt virkið aftur, men tað fer at hava stóra ávirkan, at Kósavirkið letur upp aftur, sigur Gunvá við Keldu. Bíða eftir kommunureformi Borgarstjórin í Klaksvík sigur, at tann fíggjarliga trongstøða, sum kommunan er í í løtuni, ikki gerst betri av, at tað herjar ein fíggjar­ kreppa um allan heim. ­ Seinasti ársfjórðingur av 2008 sló botnin undan bæði virkjum og kommun­ um, og tí hava vit nýtt teir fyrstu mánaðirnar av 2009 at finna tað fíggjarliga fótafestið, og tað hava vit nýtt nógva orku upp á. So eg rokni við, at hettar árið fer við at laga seg til tær fíggjarligu umstøðurnar, sum eru nú, sigur Gunvá við Keldu. Samstundis sigur hon, at hetta er ein góð tíð, tí nú eru góðar stundir at leggja ætlanir nakað fram í tíðina, og hvussu summi øki kunnu røktast. ­ Har hugsi eg serliga um eldraøkið, sum kanska ikki hevur verið so høgt raðfest, men tað kemst eisini av tí, at hetta økið ikki enn er lagt út á kommunurnar. Enn er tað eitt slag av býtisbarni, og har hava vit ætlanir um at gera eitt arbeiði soleiðis, at tá tíðirnar aftur gerast betri, eru klár at lofta endraøkinum, sigur Gunvá við Keldu. Hon sigur, at býráðið nú fyrst bíðar eftir ætlaða kommunureforminum fyri at vita, um hann inniheldur nakra áseting um, at eldraøkið verður lagt út á kommunurnar at umsita. Eisini tá tað kemur til eina møguliga kommunu­ samanlegging ætlar Klaks­ víkar býráð at bíða eftir kommunureforminum. ­ Nýggja býráðið hevur ikki viðgjørt spurningin um kommunusamanlegging, men eg haldi persónliga, at tað er av stórum týdningi, at tær smærru kommunurnar, sum skulu leggja saman við einari størri kommunu, eru avkláraðar sjálvar um tann spurningin, og eru við upp á eina samanlegging. Tí vænti eg ikki, at vit fara at Bjargskygni hóast dø Hetta hava verið spennandi mánaðir. Tað hevur verið nógv at sett seg inn í, og sjálvt um tíðirnar eru sum tær eru, hevur tað verið ein positiv uppliving, sigur Gunvá við Keldu Mynd: Jens Kristian Vang Búskaparligi veru­leikin í Klaksvíkar kommu­nu­ er daprari enn fíggjarætlanin leggu­r u­pp til, og framrokningar vísa, at við somu­ gongd koma seks milliónir færri í kommu­nu­kassan er mett var. Kortini er bjargskygni í Klaksvíkar býráð, men nógv stendu­r og fellu­r við Kósini