Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-25, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mars 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 tíðindi Nr. 59 - 25. mars 2009 øpur útlit gera tað stóra arbeiðið við at fáa aðrar kommunur upp í hjá okkum, sigur Gunvá við Keldu. Hon sigur tó, at tað hevur týdning at hugsa um, hvussu kommunalu eindir­ nar fara at síggja út um nøkur ár, og tá er av týdningi at planleggja, hvussu tey kunnu skipa seg. Hvussu tey eru til reiðar at taka móti avbjóðingunum, verða eldraøkið og kanska eisini skúlaøkið lagt út á komm­ unurnar. Útbyggja skúlaøkið Langtíðar íløgurnar eru eitt sindur avmarkaðar soleingi fíggjarligu viðurskiftini eru sum tey eru. ­ Tær íløgur, sum eru av­ settar, fara allar til útbygg­ ingina av Ósáskúlanum, sum er í gongd. Triðja byggistigið skal standea liðugt í 2011, so teir pengar, vit seta av til íløgur, far til skúlan í ár og í næsta ár, sigur Gunvá við Keldu. Men so kemur eitt tíðar­ skeið, har býráðið skal finna fram til, hvat næsta stigið innan íløgur er. ­ Har haldi eg tað vera rættiliga umráðandi, at vit nýta hesa tíðina, nú ikki so nógvir pengar eru til, at vit arbeiða effektivt við ætlan­ unum og hava nakað klárt, tá tíðirnar gerast betri. So spurningurin er, tá vit ikki eru bundin at íløgunum í Ósáskúlanum, hvat gera vit so næst, sigur Gunvá við Keldu. Men komið verður ikki á mál á skúlaøkinum, tá skúlin við Ósánna er liðugt útbygdur. ­ Skúlin á Ziskatrøð er dagførdur gjøgnum fleiri ár, men tað er ein gamal skúli, sum varð bygdur í 50­unum, so spurningurin er eisini, hvat vit vilja við honum. So eg vil ikki siga, at sjálvt um Ósáskúlin er útbygdur og nútímansgjørdur, so er nógv eftir á skúlaøkinum, sigur borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu. Tunnilin skapar møguleikar Norðoyatunnilin læt upp í apríl 2006, og norðoyingar eru flest samdir um, at hann hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri alt økið. Og tað heldur borgarstjórin í Klaks­ víkar kommunu eisini. ­ Eg haldi, at Norðoya­ tunnilin hevur alstóran týdn­ ing, eisini fyri okkum sum fólk. Tað hevur tikið nakað av tíð at vant okkum við, at vit ikki longur eru so av­ skorin, sum vit hava verið. Tað hevur tikið tíð at vant okkum við, at vit nú eru ein partur av miðøkinum. Tunnilin letur upp fyri ógvuliga nógvum, og tað er bara ein spurningur um, hvat vit vilja nýta hann til, sigur Gunvá við Keldu. Hon metir tíðina, sum farin er, sum eitt slag av stabiliseringstíð. Tað hevur ikki staðið øllum greitt, hvussu umfatandi sam­ starvið kann verða. ­ Men tunnilin letur eisini upp fyri møguleikunum fyri størri samstarvi millum kommunurnar í hesum øki­ num av landinum tvørtur um Leirvíksfjørð. Og sjálvt um tað í sambandi við kommunalu eindirnar stend­ ur, at Norðoyggjar skulu verða ein eind, so bremsar tað ikki fyri samstarvi um mál, sum vit kundu verið felags um, sigur Gunvá við Keldu. Borgarstjórin í Klaksvík sær fyri sær, at raksturin hjá kommununum fer at vaksa og vaksa soleiðis, at tað fer at verða tgrupult hjá komm­ ununum at hava pengar til íløgur. ­ Tí haldi eg tað verða umráðandi, at vit eisini yvir kommunumark gera nakrar felags íløgur, tí tað sigur seg sjálvt, at eitt land sum Føroyar ikki kann verða útbygt á øllum økjum í øllum kommunum, sigur Gunvá við Keldu. Hon nevnir eisini Norð­ havnina sum eitt stórt aktiv, har kommunan gjøgnum Norðoyatunnilin kundu selt seg. Ikki so dapurt kortini Nógv verður spátt og mett um, hvussu leingi hendan altjóða fíggjarkreppan fer at herja, og hvussu tað fer at ávirka búskapin í Føroyum. ­ Fíggjarserfrøðingar eru ikki allir so samdir um, hvussu leingi kreppan fer at vara. Summir siga, at tað fer at taka hetta árið fram til summarfrítíðina, so fer at ganga upp aftur, aðrir spáa tað fer at varar í trý ár. Men eg trúgvi, at bjargskygni er hóast alt, og kanska hetta árið verður tungt og møguliga næsta ár eisini, men eg trúgvi, at so fer at bragda aftur, og vit kunnu útina nakrar av teimum ætlanunum, ið vit hava sum eitt nývalt býráð, sigur Gunvá við Keldu. Hon sigur, at tað er kanska ikki so hugaligt at koma til sum nývalt býráð, tá allir pílar vísa niðureftir, men tað fer tó neyvan at halda fram. ­ Vit hava til dømis ein miðbý, sum liggur, og vit skulu halda fram at útbyggja hann. Vit hava Norðhavnina, har vit skulu hava fleiri inntøkur, og vit hava eitt eldraøki, sum vit skulu hava raðfest, sigur borgarstjórin. Og tað eru eisini glottar at hóma hóst alt. ­ Fólkatalið kvinkar upp­ eftir. Vit hava fingið Svín­ oynna upp í kommununa, og tað positiva er, at vit hava pláss fyri nógvum fólkum, so hóast vit ikki eru vaksin serliga skjótt seinastu árini, so síggja vit ljóst upp á framtíðina, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaks­ víkar kommunu. Tær íløgur, sum eru avsettar, fara allar til útbyggingina av Ósáskúlanum, sum er í gongd. Triðja byggistigið skal standea liðugt í 2011, so teir pengar, vit seta av til íløgur, far til skúlan í ár og í næsta ár, sigur Gunvá við Keldu Mynd: Álvur Haraldsen