Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-25, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mars 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 59 - 25. mars 2009 noyð ist at broyta tín grund­ leggj andi hugburð til alt, sum er til. Tað nyttar einki bara at standa á einum palli og tosa um niðurskurð í ríkis veitingini. Tá fært tú bara sambandsmannin Helga Abrahamsen upp á nakk an. Hugburðurin má broyt ast – heilt úr grass­ tránum og frameftir. ”Einki ordiligt..” Hann segði, at livikorini hjá einum og hvørjum per­ sóni ella tingi er treytaður av hugburðinum til tað. ­ Skalt tú finna út av, hvus su eitt nú samkynd hava tað í Føroyum, skalt tú bara hyggja at, hvør hug­ burðurin til samkynd er. So veitst tú samstundis eisini, hvussu tey fólkini hava tað í Føroyum. Petur vísti á, at tá hann sum ungur spældi við tón­ leika bólki, hoyrdi hann eina ferð ommu sína tosa í tele fon við eina vinkonu, sum spurdi eftir sær. ­ Nei, Petur ger einki ordi ligt. Hann spælir tón­ leik, hoyrdi eg ommu mína siga. Tú kanst vera róptur bloyta, samfelagsbyrða ella hvat tað nú kann vera. Alt veldst um, hvønn hugburð vit hava til tingini, og vit hava lyndi til at finna okk­ um í hugburðinum, soleiðis sum hann er. Hann kemur inn í blóðið hjá okkum – sum ”avhengigheit” og gerst náttúrligur. Petur vísti á, hvussu danska sendingin X­Faktor í løtuni er størsti sosiali felags nevnarin í Føroyum. ­ Hvar hendir hug burðs­ broytingin? Skal eg hyggja upp á teg – ella skalt tú hygg ja upp á meg? Hvar skulu vit byrja. Vit skulu síggja tað smáa, sum kann hava stóran týdning, men vit mugu eisini síggja tær størru myndirnar. Petur nam eisini við, hvørja ímynd fólk hava av ein um mentafólki. ­ Sær onkur nokso bumsa ligur út, so halda fólk, at hetta man vera ein menta maður. Tað kann væl vera, at so er. Leikluturin hjá okkum øllum er at broy­ ta hugburð – og ikki lata nakran gera tað fyri okkum. Vit eiga at gevast við at mala í tí sama, men ganga nýggj ar leiðir, síggja nýggj ting og nýggjar møgu­ leikar. Tørva nossir Hann vísti á, at Føroyar tón leika liga eru eitt sera spenn andi og forvitnisligt land. ­ Vit reypa okkum av Teiti Lassen, men hann býr aðra staðni og rindar skatt aðra staðni. Vit eiga nógv dugna lig tónlistafólk. Tað mugu vit viðurkenna. Vit skulu droppa hugburðin, sum vit eru so ófør til ”ja, men vit eru føroyingar...” Vit skulu seta okkum fyri at gera heimsins besta tón­ leik. Petur helt fyri, at lærarar skulu læra børnini at taka sítt pláss í skúlastovuni og siga ”hey, hetta eri eg...”. ­ Tað er ikki nóg mikið, at onkur heldur um okkum ”nej, hvor deiligt land, Før­ oy ar eru...” ella ”at tað er gott at vera føroyingur...” Vit skulu ikki vera alt ov fitt. Okkum tørvar nossir, um eg skal siga tað pent. Vit skulu tora at siga, at ”her eru vit, hetta er tað, vit gera, hetta er tað, vit vilja, og hetta er tað, vit kunnu”. Gera vit tað, so kunnu vit tað eisini, segði hann. Í síni hugleiðing helt Petur eisini fyri, at Føroyar áttu at skift tjóðsangin út við yrking hjá Poul F. Joen­ sen um Deyða Magnus Heina sonar. ­ Her lýsir hann okkara støðu so væl, at eg havi hug at halda uppat at yrkja. Sálin hjá einum fólki er ofta tað, sum mentanin ger, legði hann aftrat. Stórir møguleikar Gestarøðarin segði, at høvdu Føroyar brúkt einar 70 miljónir krónur upp á eitt tónleikastudio, høvdu stór nøvn komið higar til lands at spælt inn tónleik. ­ Hetta hevði ikki bara kom ið tónleikalívinum í Føroy um at gagni, men eisi ni øðrum tættum í sam­ felag num. Eg sigi ikki, at tað almenna skal brúka nógv an pening til tónleik og sjónleik, tí tað er minst líka so umráðandi, at vit fyrst broyta hugburð. Petur vísti á, at vit hava einki forlagsfelag í Før­ oyum, sum gevur út, og tí verður tað eisini meira til­ vildarligt, hvussu gjørt verð ur burtur úr útgávum. ­ Tó síggja vit nøkur átøk, har tónleikur gongur hond í hond við eitt nú politiskum tiltøkum. Eisini síggja vit til tøk, har politikkur verður kryddaður við tónleiki. Hann segði, at tey, sum spæla tónleik, koma í sam­ band við onnur fólk enn tey, tú ikki vanliga kemur í samband við. ­ Hetta hendir ikki minst, tá spælt verður uttanlands. Tey hyggja upp á okkum og fáa at vita, at vit eru før­ oyingar. Hvat vilja vit, at hesi fólk skulu vita um Før­ oyar? Spurdi hann. Petur segði, at tónleikaliga eru Føroyar so ógvuliga væl fyri, og hann minti eisi­ ni á, hvussu stóra ávirkan kend tónleikanøvn sum eitt nú Bob Dylan hava havt á amerikanska samfelagið. ­ Slík tónleikanøvn hava verið við til at skapt politisku fatanina hjá fólki­ num, eins og vit hava átt yrkjarar, sum høvdu stóra ávirkan á okkum. Poul F. Joensen hevur soleiðis havt stóra ávirkan á meg sum tjóð skaparmann. Petur helt fyri, at sjálvur er hann nokso troyttur av hes um undirgivna og undir­ brotliga. ­ Vit skulu ikki grava okk um niður í eina holu. Vit skulu lata eygu og hjørtu upp og stíga fram, og eg haldi, at vit skulu loysa og skipa okkum sum tjóð beint nú. Eg eri 100% sann­ førdur um, at Føroyar saktans kunnu standa á egnum beinum. Vørurnar fara ikki av handilshillunum fyri tann skuld. Hinvegin ber saktans til at gera spenn andi rættir úr tara, legði hann brosandi aftrat. Gestarøðarin vísti enn eina ferð á, at gert tú tað, tú vilt, so ert tú eisini tað, tú vilt. Ikki peningur Petur, sum sjálvur er lærari, helt fyri, at tá skúlarnir rópa eftir meira peningi, segði hann seg samstundis ivast í, um peningur er tað, sum skúlu num tørvar mest. Hann helt, at skúlunum meira tørvar eina hug burðs­ hjálp enn eina peningaliga hjálp. ­ Eg haldi, at tað, sum er mest galið við skúlanum, er skipanin og hugburðurin, sum er ein fylgja av skipan­ ini. Tað er her, vit eiga at byrja – og ikki við at oysa meira pening inn í skúla­ verkið. Vit eiga at byrja við høvdinum – og ikki pengunum, legði hann aft r­ at. Í endanum av sínum hug­ leiðingum vendi Petur aftur til tjóðskaparstríð føroyinga og segði, at føroyingar at enda fara at vinna hetta land ið. Vælferð í mold ­ Tað, sum skal til, eru nýggjar leiðir, nýggir tankar og nýggir dreymar. Hjarta, hug burður og sál eru týdn­ ing armiklari enn ein full penga mappa. Hann segði, at vælferðin er í grasinum og moldini. ­ Har er loysingin, og har er frælsi. Fáa vit hetta inn í hjørtuni á okkum, fer tað at ganga – sjálvt, um vit eru før oyingar, segði Petur Pólson, tá hann hugleiddi á floks tingi Tjóðveldisins í Skála vík seinasta leygar­ dag. - Nei, Petur ger einki ordiligt. Hann spælir tónleik, hoyrdi eg ommu mína siga. Tú kanst vera róptur bloyta, samfelagsbyrða ella hvat tað nú kann vera. Alt veldst um, hvønn hugburð vit hava til tingini, og vit hava lyndi til at finna okkum í hugburðinum, segði Petur Pólson í Skálavík Mynd: Vilmund Jacobsen n heroin-sproyta - Okkum tørvar nossir, um eg skal siga tað pent. Vit skulu tora at siga, at ”her eru vit, hetta er tað, vit gera, hetta er tað, vit vilja, og hetta er tað, vit kunnu”. Gera vit tað, so kunnu vit tað eisini, segði Petur Pólson Mynd: Vilmund Jacobsen ” ...Ein sam bands- maður keypti hús ini, sum pápi mín bygdi. Húsini fingu danska múr steins litin, og dansk ur lívsstílur ráddi nú í hesum hús um, har eg sum ungur hevði mína fyrstu av gongu.. (Petur Pólson)