Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-25, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mars 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 59 - 25. mars 2009 Ársins Songrødd: Eingin undir­ tøka á Sandi Eingin var tilmeldaður og eingin trein á pallin, tá ið Ársins Songrødd vitjaði í Virkinum á Sandi farna leygarkvøld Ársins Songrødd 2009 er farin av bakkastokki, og fyrst umfarið var í Virkinum á Sandi farna leygarkvøld. Hóast mótaframsýning og Dj’show so var undirtøkan lítil, og eingin bjóðaði seg fram sum sangara. - Vit vistu frammanundan at tað ikki fór at verða nógvir luttakarar á Sandi, men vildu hóast alt koma so víða kring landið sum gjørligt, sigur James Olsen, fyrireikari av kappingini. Hetta er fyrstu ferð í mong ár, at Ársins Songrødd hevur havt eitt umfar á Sandi, og við lítlu undirtøkuni er ivasamt, um kappingin komandi árini fer at vitja á Sandi. Leygarkvøldið fer annað umfarið av Ársins Songrødd 2009 av bakkastokki, og hesaferð verða tað norðoyingar, ið skulu sýna síni kynstur Leygarkvøldið verður annað umfarið av Ársins Songrødd, og verður tað í Bad minton høllini í Klaksvík. Fyrireikarar eru sera spentir til Klaksvíkar umfarið. - Tað er fult sett í Klaksvík, so vænt- a n d i verður tað eitt mega show, sigur James Olsen, fyrireikari av Ár sins Songrødd. Farna leygarkvøld var fyrsta um farið, og varð tað hildið í Virkinum á Sandi. Hóast lítla undirtøku á Sandi, so er Ár sins Songrødd sum heild sera væl móttikið ímillum før- oy ingar. - Ótrúliga nógv hava meldað seg til kappingina, og vit eru sera fegnir um undirtøkuna, sigur James Olsen við Planet. Ár sins Songrødd 2009 hevur sum kunn ugt víðka um konseptið, og íalt verða fimm innleiðandi umfør, og at enda verður finalan í høllini á Kambsdali leygarkvøldið 2. mai. Enn er møguleiki at melda seg til kapp ingina, og tað verður gjørt umvegis heima síð u na hjá kapp- ingini Norðoyingar royna seg sum sangfuglar www.songroddin.com