mikudagur 25. mars 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 • 25. mars. 2009
MIÐvIkaN
27
Hann mundi vera millum teir
fyrstu føroyingar, ið royndu
á Kolmúlagrunninum. Ein
franskmaður, Poul Johannes
kendi, hevði merkt honum grunnin
av á kortinum og hevði biðið
hann um at royna har. Tað var um
miðjan september 1901, at teir
kastaðu á Kolmúlagrunninum,
og fyrsta dagin høvdu teir 1.800
fiskar á dekkinum.
Gamli skipari var annars eisini
við Acorn tann vanlukkuliga túrin
í 1928, tá ið eldur kom í í lugari
num orsakað av karbiddunkum,
sum sjógvur kom at. Sjey mans
brendu tá í hel. Henda hending er
fyrr umrødd í Miðvikuni.
Teir fiskaðu 60 skippund undir
Føroyum. Síðan fóru teir til
Íslands, har teir royndu á leiðun
um, sum franskmenninir høvdu
víst teimum á. Teir fingu einar
300 kr. fyri árið.
Brúdleyp á Hvítanesi
Í 1904 var eitt ordiligt knall á
Hvítanesi. Tað vóru tvey brúdleyp
í bygdini samstundis. Annað
parið hevur helst verið Christian
Djurhuus av Selatrað, sum giftist
við Jovinu Nybo, abbadóttir Skora
Poul, sum fyrr er umrøddur í
røðini Hendur ið Sleptu.
Hini vóru Martin Joensen, sum
giftist við Ingeborg, ættað úr
Suðuroy. Tað komu nógvir gestir.
Teir, sum komu úr Suðuroy, vóru
fleiri dagar um ferðina. Dánjal
mintist, at tey, sum komu dagin
fyri, fingu seyðarhøvd til døgurða.
Millum gestirnar var Hest
Jóannes og konan. Jóannes kom
til Dánjal og spurdi um hann ikki
vildi koma við sær til skips. Hann
segði, at prísirnir vóru betri har
suðuri. Teir góvu 3 oyru meira fyri
banktosk, 2 oyra meira fyri annan
føroyskan tosk og 1 oyra meira
fyri íslandstosk.
Jóannes í Hesti, Johannes
Pauli Johannesen, var føddur
í Hesti í 1867. 16 ára gamal
fór hann til Nólsoyar at læra
bátasmíð hjá Johan í Garði. Tvey
ár seinni fór hann at fiska saman
við hetlendingum. Hann var við
ymiskum skipum, fór uppá skúla
og í 1903 fær hann Carl at føra.
Hann var ein av slóðbrótarnum
fyri føroyskum sluppfiskiskapi
undir Íslandi. Tað verður sagt í
Føroya Siglingarsøgu, at tað eigur
ikki at vera gloymt, at tað vóru
Palla á Mýruni og Jóannes í Hesti
fyri at takka, at føroyingar aftur
fóru at fiska á Suðurlandinum,
har teir ikki høvdu roynt síðan í
1880unum. Hetta teirra slóðbrót
arastarv kom at fáa stóran týdn
ing, tí Suðurlandið gav í mong ár
nógvar ferðir meira av sær enn
várfiskiskapurin undir Føroyum.
Jóannes førdi Carl til 1914.
Dánjal helt tað vera áhugavert
at fara til Suðuroyar, har hann
ikki hevði verið fyrr, og hann fekk
fría reisu suður. Soleiðis kom
hann umborð á Carl við Hest
Jóannes sum skipara, og teir
fóru á Suðurlandið, hóast tað
ikki var loyvt at fiska har, tí tað
var mett at vera so vandamikið.
Franskmenn vóru illa royndir á
hesum leiðum, og nógv skip gingu
burtur. Franskmenn høvdu enntá
egnan kirkjugarð í Íslandi.
Tað komu so ofta franskmenn
til Føroya av skipum, ið vóru farin.
Teir gistu á Hotel Djurhuus, verts
húsinum, til teir sluppu víðari.
Carl bleiv eisini nógv tarnað
av ringum veðri. Teir fingu 112
skippund á Suðurlandinum. Síð
ani fiskaðu teir 100 skp. á bankan
um og 70 skp. á Nólsoyar Banka.
Sluppu í drangin fyri
keksatunnu
Í 1905 fóru teir aftur á Suður
landið. Tað viðraði illa, men teir
fóru so upp á Norðurvesturlandið.
Har var ein drangur við nógvum
fugli. Teir koyrdu eina keksatunnu
í bátin og spurdu bóndan, um
hann vildi loyva teimum at fara í
drangin afturfyri. Tað var gaman
í. Bóndin setti á keksatunnuna
beinanvegin, og skiparin helt,
at Dánjal skuldu klúgva upp
á drangin. Hann var lágur av
vøkstri, lættur og kimiligur.
Ein mastur bleiv sett upp at
dranginum. Dánjal hevði eina
klæna lissu á sær, og hann kom
so høgt upp sum masturin røkk.
“Tú má fara longur upp,” rópti
skiparin. Hann royndi so at fáa
sær fótafesti og toga seg upp
eftir, til hann kom á eina hyll, har
fleiri kundu sita. So dróg hann
ta sveraru línuna upp, so fleiri
menn kundu koma upp á hyllina,
har tað var gott pláss. Teir fingu
eina rúgvu av eggum og nógvan
lomviga. Maðurin sum fór niður á
rókina kallaðist Gutti í Skálanum,
ein sandingur. Seinni fekk Gutti
arbeiði hjá einum reiðara í
Aberdeen. Hann hevði føroyska
konu, og tey búsettust har.
Maðurin umborð
Dagin eftir fingu teir fugl til
døgurða og bollasuppa. Tað
smakkaði! Teir fingu eisini tveir
kópar. Skiparin saltaði sær spikið
av teimum niður í eina tunnu.
Dánjal minnist eina náttina,
at Jákup í Katrinastovu purraði
seg út. Hann hevði kókað ræstan
fisk og tikið eitt petti av spiki
úr tunnuni hjá skiparanum. Teir
skuldu á vakt. Tá sær hann, at í
eini koyggju, har sjóklæði lógu,
liggur ein maður og svevur.
Hann heldur tað vera onkran av
manningini, ið hevði lagt seg har.
Teir settust so at fáa sær og
góvu sær góðar stundir. Spikið
smakkaði teimum avbera væl. Tá
ið teir høvdu ruddað av aftur, fór
Dánjal at vakja hendan mannin.
Hann ætlaði at bjóða honum
avlopið. Tá var eingin maður
har. Fleiri søgdu seg hava sæð
hendan duldarfulla mannin, ið
segðist einaferð av onkrari orsøk
at vera deyður umborð.
Hest Jóannes var ikki blíður
morgunin eftir, tá ið hann sá, at
onkur hevði verið í spiktunnuni.
Hetta summarið landaðu teir
til farmaskipið Føroyingur. Teir
fiskaðu við Mánaoyggjarnar og
við Grimsoynna. Kokkurin var
farin heim, og teir fingu nýggjan
kokk, ið var ógvuliga dugnaligur.
Hann mjølvaði fiskin, steikti og
brasaði leyk til. Hetta vóru teir
ikki vanir við. Leyklukturin fór um
alt skipið og kendust væl heilt
yvir á Føroyingin.
Í oktober sigldu teir heim og
fingu eina ringa heimreisu. Teir
máttu brúka fleiri lýsiføt at slætta
sjógvin. Tað bleiv av ringasta
veðri av útnyrðingi. Hetta var ein
óhugnalig sigling. Teir repaðu
seglini, meðan teir sigldu undan.
Teir fingu ein so stóran sjógv, at
sluppin lá heilt sløtt í sjónum.
Seglið skrædnaði, og tá reisti hon
seg aftur. Út fyri Skarðsgjógv á
Fugloynni løgdu teir bakk. Tá ið
veðrið umsíðir batnaði eitt sindur,
sigldu teir suður á Tvøroyri. Teir
høvdu fiskað 570 skippund, og
tað gav 570 kr. fyri árið.
Mundu gingið burtur
við Oliviu
Í 1906 hevði Poul á Hvítanesi
fingið Livingstone hjá Wilhelm
Mohr at føra. Dánjal og hann vóru
systkinabørn. Poul flutti seinni út
í Hest. Dánjal fór við honum, men
hetta var ikki nakað gott
fiskiár. Ein dagin fingu
teir ein veldiga
stóran kalva. Teir
Poul J. Joensen, “Gamla skipara”
frá Gjógv, sigldi Dánjal eisini við
Jóannes í Hesti bað Dánjal koma
við sær, tá ið hann var á Hvítanesi í
brúdleypi
Dánjal var fyrsta túrin við Lalla Rookh
Dánjal var eisini við Grana
➘