mikudagur 25. mars 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
28
nr. 59 • 25. mars. 2009
fóru inn til bóndan, teir plagdu
at koma til, við kalvanum. Teir
fingu eitt lamb, og ein dilk, eitt
sera gott lamb, og bóndin fekk
eisini eitt sindur av keks og salt.
Eitt slíkt lamb var ein rættulig
høgtíðsmáltíð at fáa.
Um heystið fór Dánjal við Oliviu
hjá Napoleon í Dali niður at selja
fiskin. Hon hevði tríggjar dammar,
ið teir høvdu fiskað uppí. Í dammi
num var fiskurin livandi, og tá
kundu hann fáa nógv betri prís.
Tá vísti tað seg, at ein planki
var farin í tí eina damminum, so
einans ein sera stórur toskur var
eftir har. Fiskurin í hinum báðum
dammunum varð seldur, og skipið
fór í turrdokk, áðrenn teir komu
heim. Á veg upp aftur til Føroyar
var ódnarveður, og tá ið teir fingu
ein serliga ringan sjógv, gekk
tann ovasti plankin frá og skipið
fór at leka.
Dánjal vaknaði við, at sjógvur
kom í koyggjuna. Hann leyp
nakin upp á dekkið í berum undir
buksum. Har sá ikki gott út. Hann
legði seg á knæ og rópti til Gud
um bjarging. Hesa løtuna hoyrdi
eg hann fleiri ferðir tosa um.
Ein ungur drongur, sum var á
hansara fyrsta túri til skip, spurdi
Dánjal: “Heldur tú, at vit verða
bjargaðir?” “Ja, sjálvandi, oys tú
bara alt, ið tú kann,” var svarið.
Dánjal segði, at sjálvur trúði hann
tí neyvan. Tað vísti seg, sum at
tað kom líka nógvur sjógvur inn
í skipið, sum teir fingu úr, hóast
teir bæði pumpaðu og oystu, alt
tað teir vóru mentir. Alt, sum kom
fyri, meðan teir soleiðis stríddust,
bleiv tveitt upp á dekkið, og líka
skjótt skolaði tað fyri borð.
Í lastini høvdu teir millum
annað verk til skipasmiðjuna á
Skála. Skiparin Jóhannes á Bø
fann fram til hendan verkin og
fór at stappa í lekan. Hetta gjørdi
mun, so teir umsíður fingu skipið
turt. Tá ið avhasaði, hevði Dánjal
eisini mist undirbuksurnar.
Einasta plagg, hann tá hevði,
var eitt turriklæði, hann hevði
um hálsin. Hann hevði fingið tað
frá eini gentu í Norðradali, sum
æt Angelika, áðrenn hann fór
avstað. Helst hevur hetta verið
Sanna, sum hon eisini nevndist,
og sum giftist við hollendska
sjómanninum Louis Apol.
Turriklæðið var úr føroyskum
tógvi, og tað vermdi so væl.
Soleiðis stóð Dánjal og stýrdi
alla náttina, líka til teir komu til
Flamber Head millum Hull og
Scarberoug, meðan heglingsælini
gingu á alla tíðina. Skipið var
illa farið, skylettið var brotið,
báturin var brotnaður, skottið
millum kahúttina og gongina var
brotið. Botnarnir í koyggjunum
vóru farnir, teir vóru útflotnaðir.
Teir høvdu mist øll klæðini,
eisini koyggjuklæðini. Teir komu
inn leygarkvøld men kundu ikki
fáa loðs. So royndu teir sjálvir
at sigla inn, men blivu nakað
eystarlaga á. Tískil komu teir at
standa fastir í móruni.
Sunnudagin sendi umboðs
maðurin Mr. Paul sleipara eftir
teimum, og teir sluppu at bryggju.
Teir fingu klæði sendandi
umborð. Dánjal fekk tvær skjúrtur,
buksur, undirklæði, troyggju,
hosur, skógvar og ein kepp.
Hann fekk eisini eitt teppi og
3 shillingar, ætlaðir til tubakks
pengar. Nú fór skipið í dokk, og
tað tók sína tíð, tí tað var so illa
farið. Klæðini betaltu menninir
ikki fyri. Úrtøkan bleiv við hesum
túri um kr. 500 fyri árið.
Kongaárið 1907
1907 var “kongaárið,” tá ið
kongur var á vitjan. Tá var
rokan í Havnini, og ofta hevur
verið tikið til, at hetta ella hitt
hendi kongaárið. Á Hvítanesi lá
nesið so snjóhvítt av skelsandi.
Fleiri stórar jaktir sigldu millum
Hvítanes og Havnina við skels
andi. Allar gøturnar í Havn vóru
stroyddar við skelsandi heilt
út á Skálabonk. Dánjal mintist
hvussu vakurt tað var, og smáar
lyktir í ymiskum litum hingu allar
staðir í býnum. Tað var ein virðilig
móttøka kongur fekk.
Annars var ein skemtilig hend
ing í samband við vitjanina. Sum
vant við slík høvi vóru nógv fólk,
sum vildu síggja kong. Serliga
trunkaðust fólk við amtmans
borgina, har kongur jú kom
framvið. Beint við var ein stórur
køstur við loki. Fyri betur at síggja
kong fór fólk uppá lokið. Tey hava
verið fleiri enn gott var, tí knapp
liga brotnaði lokið, og fólkini fóru
beint í køstin! Tey hava tó neyvan
hildið tað verið stuttligt.
Við Marshall
Hetta árið fór Dánjal við Mar
shall, sum Jóannes í Funnings
stovu átti. Palli á Lava var skipari.
Jóannes var tá um 60 ára aldur,
og hann sigldi bara við um
summarið. Kokkurin var av Eiði,
Kristian á Mýruni, men hann fór
av, tí hann skuldi taka sæti á
løgtingi. Nú vóru allir á einum
máli um, at Dánjal skuldi vera
kokkur. Hann sigur at Marshall
var eitt deiligt skip, sterkt, men
tað sigldi illa.
Hann sigur, at øll tey fyrstu
árini hann var til skips vóru hvørki
borð ella beinkir í lugarinum.
Manningin hevði sítt viðføri við
í kistum, teir høvdu við sær, og
so sótu teir á kistunum. Men
tá ið Marshall kom, vóru borð
og beinkir gjørdir, og hetta var
eisini gjørt umborð á Oliviu hjá
Pola í Dali. Tá málaðu teir eisini
lugarið, og eisini varð málað inni
i koygjunum. Tá gjørdist ljóst
og nossligt, og teir hongdu sær
myndir upp í koyggjunum. Teir
høvdu eisini máttur á dúrkinum,
og hildið tað so reint og pent.
Dánjal giftist
Í 1911 giftist Dánjal við Inger
Julionnu Mariu Joensen, ið var
fødd á Sundi. Hon var vanliga
kallað Inga.
Petur, elsti beiggi Dánjal, gav
teimum ein neytafjórðing, eina
kúgv og fóður til í brúðargávu.
Petur var elstur av teimum fimm
systkjunum. Tá ið pápin doyði var
hann 23 ára gamal. Tá var Dánjal
12 ár. Saman við mammuni tók
Petur húsið uppá seg og var yngru
systkjunum í faðir stað. Petur
giftist við Gretu úr Fuglafirði, og
tey fingu tvær døtur. Men Peturi
var ikki langt lív lagað. Bert 37
ára gamal gekk hann burtur við
Oliviu í 1912. Hetta var fyrsta
skipsvanlukkan í 20 øld, har øll
manningin fórst.
Olivia var uppkallað eftir konu
Pola, sum var donsk. Hon fór av
landinum við øllum børnunum
aftaná hesa vanlukku. Tey flestu
endaðu so langt burtur sum í
New Zealandi.
Tá ið Petur fór avstað hendan
seinasta túrin, høvdu Inga og
Dánjal fingið ein son, Hilmar.
Petur var gubbi hansara, og hann
kom inn á gólvið at siga farvæl.
Hann tók sína urketu og hongdi
hana um hálsin á dronginum.
Sum tíðin leið bleiv urketan
nakað slitin. Tá fekk Inger, dóttir
Hilmar, hana gjørda um til eitt
armband, og hetta eigur hon fram
vegis. Inger hevur annars latið
fleiri av myndunum í hesi grein.
Tað sama hevur Poula, dóttir
Dánjal.
Bygdi sær hús
Seinni flutti foreldrini hjá Ingu,
Sigrid f. Bærentsen og Johannes
Joensen, húsini av Sundi og
bygdu tey upp aftur í Rættará
í Havn. Johannes var framúr
grótmaður.
Dánjal sigur, at verfaðurin kom
niðan á Hvítanes at legði sær lag
á, hvussu hann skuldi spreingja
klettin, tá ið hann sjálvur bygdi
sær hús. Berint, beiggi Dánjal,
hjálpti honum og bar grótið til
Johannes, sum lagaði grundina.
Berint hevði ógvuliga góðar kreft
ir, og Johannes segði, at Berint
var betri enn nakar krani. Hann
spekkaði so grundina beinan
vegin og legði so sillarnar á. Ein
maður úr Kollafirði smíðaði so
húsini. Hann roknaði út tilfarið,
ið brúkast skuldi. Dánjal keypti
alt frá Finsen, og tað kom niðan
á Hvítanes við báti, og varð lagt
inn í neystið. Dánjal fór so til
Havnar at gjalda. Finsen sigur við
hann: “Hvat við tryggingini, skulu
vit ikki orðna tað beinanvegin?”
Tað bleiv gjørt. Finsen man hava
umboðað eina trygging. Tískil
hevði Dánjal tryggjað alt, aðrenn
húsini eru komin upp
Við Grana
Aftaná fimm ár við Marshall fór
Dánjal í 1912 umborð á Grana
sum kokkur. Her var Jens Morten
sen skipari, og Mortan á Argjum
var bestamaður.
Grani var ein línubátur, sum
Mortensenmenninir høvdu keypt
úr Grimsby í 1902.
Í 1908 hevði Jóan Pauli
Hansen, hjá Cornelius av Eiði,
verið skipari. Hann hevði verið við
enskum línubátum. Hetta hevur
riggað væl, tí í mars mánaða
hevði hann fingið 700 kalvar og
500 stórar toskar á Bill Bailey
bankanum í átta dagar. Jóan
Pauli skuldi føra Grana árið eftir,
men hann gjørdist sjúkur og doyði
bert 27 ára gamal. Hann var
trúlovaður við gentu úr Hvalba.
Grani var eisini brúktur sum
trolari, og hesa tíðina, Jens førdi
Grana, var tað sum trolari.
Beiggin Berint var eisini við
eins og Mikkjal á Hvítanesi,
ættaður úr Hósvík.
Hann dugdi so væl at bøta
gørn, hann hevði roynt nógv við
gørnum í Sundalagnum. Tí hevur
hann eisini verið góður trolmaður.
Dánjal mundi gingið burtur við Oliviu, ið hann ikki helt vera
eitt gott skip. Í 1912 gekk Olivia burtur, og Petur, beiggi
Dánjal, var einum av teimum, sum ikki bar boð í bý
Skipari við Grana var Jens
Mortensen
Komandi partur
Í komandi parti verður
millum annað greitt frá, tá
ið Dánjal kemur ein dag
og sigur konuni, at hann
fór sama dag við enskum
trolara til Canada. Hann
var burtur í 17 mánaðir