Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-25, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mars 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 59 - 25. mars 2009 29 Hóast eg hevði ynskt at sloppið undan hesum viðmerkingum, nú meiri enn ár er farið, síðani eg fór úr politikki, fari eg at rættleiða mín undanmann, eisini fyri søgunnar skuld Tey árini Høgni og eg sótu á tingi saman, høvdu vit fleiri hugnaligar samrøður. Onkun­ tíð segði eg við hann til stutt­ leika: »Tá ein persónur er klókur, er hann farligur, og er hann so afturat ein kúllur, er hann lívsfarligur«! – So flentu vit at tí. Í Dimmalætting nr. 56 seinasta fríggjadag er sam­ røða við hann. Samrøðan snýr seg um útlendingamál og fyrispurning hann hevur sett landsstýriskvinnuni. Her stendur m.a.: »Útlend­ ingamálini hava verið ein fyrisitingarlig og rættarlig fløkja í mong ár – og serliga síðani 2004, tá táverandi landsstýrismaður og síðani táverandi landsstýrið vavdi alt upp í ein ellibita,« sigur altso Høgni Hoydal. Í februar mánaði í 2004 arvaði eg sum landsstýris­ maður útlendingmál eftir Høgna Hoydal. Fari tí at koma við onkrum viðmerk­ ingum sum geva ávísar ábendingar. Rættarmál og vanlagnur Tá eg tók við, vóru ikki bara sera álvarslig mál at taka upp, men sannleikin er, at her vóru bæði rættarmál á fleiri mótum og djúpar vanlagnur, har út­ lendingar vórðu viðfarnir sum trælir. Bert eitt av mongum, vóru tiltiknu 17 tailend­ ingarnir, sum uttan iva bók kundi verið skrivað um. Hevði eg ikki verið farin úr politikki, hevði eg kallað útle ndingamálsviðgerðirnar undan mær »eina suppu«! Tað harmiliga er, at hetta veit Høgni Hoydal væl! Vit minnast eisini ítrótta­ málini, sum tilvildarligir arbeiðsgevarar bara skrivaðu undir. Eitt tað fyrsta, eg var noyddur at gera, var at um­ skipa eitt skrivstovuhøli í Innlendismálaráðnum – har frammanundan ikki var nógv pláss ­ til eina mestlíknandi »kriminalstovu«, har eg mátti seta starvsfólk til at greiða skeivt avgreidd útlendingamál, fløkjur og vanlagnur, sum arvaðar vóru frá undanmanni mínum. Fútin tók m.a. til: »Fært tú ikki skil á hesum óskili, sleppi eg málunum full­ komiliga!«. Journalistar og »spennandi« líkasæla Høgni Hoydal er journalistur av útbúgving, og eftir at eg nú eina tíð havi verið uttan fyri politiska umhvørvið, havi eg stundum spurt meg sjálvan, »kann tað vera so galið, at hetta er orsøk til, at føroyski fjølmiðlaheimurin bara skoyt­ aði yvir veruligu spurning­ unum, og sjálvandi eisini, at ítróttaáhugað lutvíst sótu á fjølmiðlunum«? Innlendismálaráðið beyð fleiri ferðir øllum føroyskum fjølmiðlum at fáa fyrilestur um, at málið veruliga snúði seg um, ikki at viðgera lógir undir kensluligum avgerðum, men paragraffir, kaldar og greiðar paragraffir, sum skuldu umsitast rætt! Ein blaðskrivari hjá Dimmalætting, Randi Jacob­ sen, setti seg inn í málið, og Helgi Jacobsen, journalistur, gjørdi eina líkinda útvarps­ sending. Restin, vil eg siga, vassaði í tómum heimi. Tað var møguliga meiri »gev­ andi« og meiri »spennandi” fyri tey, men vísti eina óhugnaliga líkasælu fyri hesum álvarsmáli! Politiski hugburðurin Politiski moralurin á tingi, har starvsfelagar í Innlendis­ málaráðnum vóru illa við­ farin, hetta er sjálvandi fest í dagbók, var veruliga simpul. Hesin hugburður ger helst eisini, at Føroyar ikki eru komnar longur. Ilt er at skilja, at ein lóg er ein lóg. Onkur kendi onkran, sum kendi onkran annan. Onkur annar hevði hoyrt um onkr­ an, tí nú skuldi hann aftur av landinum, og tað var ikki rætt! Soleiðis vóru viðgerðir! Tá »lítla samgonga” legði á meg at viðgera mál ólóg­ liga, fyri at »fáa frið”, nokt­ aði eg. Annað var, at arbeiðsloysið øktist munandi í 2004/05, fór 2002/03 frá undir tveimum prosentum og upp um 4%. Tí var heldur ikki brúk fyri so nógvum útlendingum, uttan undir serligum umstøðum. Tvinnir tættir skulu vit hava í huga. Tann fyrri, at hetta er donsk lóg, so leingi hon ikki er føroysk, sum skal fyrisitast sum so, hitt er, at ein útlendingalóg er gjørd fyri at verja okkara land og fyri at fáa fatur á fólki, tá vit hava brúk fyri tí. Ikki er komið longur Høgni Hoydal og eg hava verið og eru samdir um, at ein tílík lóg átti at verið før­ oysk og gjørd eftir føroysk­ um viðurskiftum, men hesum hevur tíverri ikki fingist meiriluti fyri á tingi. So leingi hon er tað, hon er, skal hon fyrisitast eftir núgald­ andi reglum. Men lat meg til seinast siga, at tað var gott, at tikið var so rívan til í útlendinga­ málum í 2004. Mongu málini vóru nóg álvarslig! Tað sum eg segði á tingi og í fjølmiðl­ um tá, var alt rætt. Kanska kundi eg av og á verið eitt vet diplomatiskari, helst so. Hóast mær betri hevði dámt at sloppið undan hesum viðmerkingum, haldi eg best er, ikki minst fyri søgunnar skuld, at koma við hesum viðkomandi rættleiðingum til undanmann mín í útlendinga­ málum, Høgna Hoydal. Sum fyrrverandi lands­ stýrismaður má eg ásanna, at friðarligari hevur verið á útlendingamálum seinastu árini. Harmiligt kortini, at ikki er komið víðari, eftir at eg av álvara tók málið upp. Tað er tó hugstoytt, at Høgni er so unfair! Høgni Hoydal er unfair www.keldu.com Jógvan við Keldu Tjóðveldi hevur havt floks­ ting um vikiskiftið í Skála­ vík, og tað var ikki sørt við spenningi at fylgt varð við, hvat var at frætta haðani, nú so hart leikar á á fíggjar­ og búskaparøkinum, og altjóða kreppan bert sýnist at standa við og versna. Vit øll somul, tað veri seg hin einstaki, vinnulívið, fíggjargeirin, politiska skipanin v.m. verða noydd at taka tung tøk kom­ andi tiðina, sum koma at raka okkum øll, meir ella minni, og sum er hin nógv størsta einstaka hóttanin og avbjóðingin móti daglig­ degnum og vælferðini hjá einstøku familjuni her á landi, nú avgerandi funktión­ ir í samfelagnum standa og ridla. At almennu Føroyar mugu út í heim at læna 500 mill. kr. til at fíggja undir­ skotið á løgtingsins fíggjar­ lóg, tað er ikki bara sum at siga tað, og eftir øllum sólar­ merkjum at døma við mink­ andi MVG inntøkum hjá landinum og fallandi skatti hjá kommunum og landi, er ikki ringt at rokna út, at neyð­ ugt verður enn einaferð at fara út at læna, og hvørjar verða treytirnar, sum altjóða bankar seta okkum? Sporini ræða... Hvat er so svarið hjá Tjóð­ veldinum upp á hesa sera álvarsligu fíggjar­ og búskap­ arstøðu, sum vit og heimurin allur júst eru í, og sum sjálv­ sagt er fremsta kjakevni á politiska vígvøllinum alla­ staðni, líkamikið um talan er um støðuna í stóra USA ella í lítla Íslandi? Jú, í Føroyum boðar sjálvur formaðurin hátíðarliga frá suðuri í Skála­ vík, at neyðugt er við, haldið tykkum fast, nýggjari tjóð­ skaparrørslu! Makan til polit­ iskt neyðaregg skal man leingi leita eftir! Er hetta alt, sum Tjóðveldi, sum aðru­ hvørja løtu rópar seg at vera egnaðan sum stjórnarberandi flokkur, hevur at bjóða Før­ oya fólki í hesi løtu, har tosk­ urin svíkur, virki lata aftur, og arbeiðsloysið veksur dag frá degi? Allur heimurin, allar fyritøkur sum royna at knógva undir hesum fíggj­ arliga óløgi, skríggja eftir kapitali, men standandi loysn­ in hjá Tjóðveldinum upp á allar búskaparspurningar er: minkið um blokkin, minkið um fíggjarmøguleikarnar, so eru allir knútar loystir – álvv­ aratos, fer allur heimurin skeivur, meðan Tjóðveldi hevur funnið ljósið suðuri í Skálavík? Og so tekur Høgni Hoydal skálvíksingin og menta­ mannin Heðin Brú upp á tunguna, sum ein, ið hevur brotið burturúr nýggjum og brotið frá – jú, rætt er tað, Heðin Brú hevði nevniliga andstygd fyri turrgeldu nationalu tómgongdini aftur og fram á tingi eftir floks­ býtið 1906 millum Sjálv­ stýrisflokkin og Sambands­ flokkin, og júst tí tók hann undir við nýggju hugsjónini, sum Javnaðarflokkurin um­ boðaði, og sum setti einstaka menniskja og lívsmøguleikar tess í sentrum, og á fyrsta sinni setti fordeilings­ politikkin á skrá upp ímóti nationalu tøvingini á staðn­ um ­ og Høgni, ja hann stendur og tøvir enn!? Eg skilji væl, at Tjóðveldi ikki verður tikið í fullum álv­ ara á tingi, og at álitið á floks­ formannin er rokið! Onki boð upp á dagsins stóru trupulleik­ ar, men týskarin Hegel, hann við tjóðskapinum, skal ordna trupulleikarnar hjá okkum føroyingum anno 2009 við eini nýggjari útgávu av nation­ alismuni, saman við ein mið­ vísari niðurlaðing av blokk­ inum, nú gassið og geistin er farið av gamla fullveldis­ og loysingartosinum – tað er alt?! Eisini nevnir Høgni onnu r“stórmál”, sum t.d. lásamál­ ið, hvussu stóran týdning tað hevur fyri Føroyar, at Høgni sleppur at spæla “uttanríkis­ ráðharri í egnum landi”, at tjóðveldi ikki er tað sama sum “húðaskógvamentan”, og so nevnir hann eisini tey 19 upp­ skotini, sum blivu løgd fram á tingi frá Tjóðveldi nú um dag­ arnar, sum fevna líka frá Bú­ skapargrunni til at læra før­ oyskar journalistar at stava og lesa (hava hesir ikki gingið í skúla og lært føroyskt í ein 12 –13 ár!??) – alt kostnaðar­ mikil uppskot, men Tjóðveldi, teimum so líkt, ikki eitt orð um, hvør skal fíggja hesar fleirfaldaðu milliónaupp­ hæddir, av sonnum, nationalt svermarí fyri gallarínum! Hetta er ikki ein “misskilt nationalisma” – hetta er beinleiðis grátuligt, at hesin flokkur tekur hættisligu støðuna í landinum í so lítlum álvara. Væl veit eg, at akadem­ iska havnarkjarnan við Høgna, Sjúrði, Bjørt, Berg­ tóru o.s.fr. hevur fult ræði á flokkinum, og hesi ferðast sjáldan í hugaheiminum uttan fyri ein radius uppá 5 km frá Vaglinum í Havn, men máti skal vera við! Sum Shakespeare gamli segði á sinni: words, words, words.... »Vekingarmøti« í Skálavík Johan SamuelSen Eitt gamalt orðatak sigur nakað soleiðis: »mangt skal man hoyra innan av dettur oyra«. At lesa her í blaðnum, at Gunnvá við Keldu leggur eftir minnilutanum í býráðn­ um fyri at gera samtyktir á veikum fíggjarligum grundar­ lagi í samband við at samtykt varð at seta í verk systkina­ frádrátt, er næstan láturligt. Hon sjálv kann ikki sigast at hava verið við til at styrkt fíggjarliga grundarlagið hjá kommununi, heldur tvørtur­ ímóti. Fyri tað fyrsta, so noktaði hon at síggja fíggjar­ liga veruleikan hjá komm­ ununi í eyguni, tá ið hon noktaði fyri at hækka skatta­ prosentið júst fyri at styrkja um fíggjarliga grundarlagið hjá kommununi. Um tað bara var av reinari populismu fyri at verða afturvald í býráðið, skal eg lata verða ósagt. Fyri tað næstað, so brigslaði hon býráðnum fyri ikki at hava fíggjarligt skil og at lata seg stýra av svartskygni. Tí vit ikki vildu seta inntøkuna í 2009 hægri enn útrokningarnar hjá fíggjarmálaráðnum vístu. Hon vildi fegin hækka hetta talið við fleiri milli­ ónum og harvið gera fíggj­ arliga grundarlagið hjá kommununi fleiri milliónir veikari, enn tað nú er. Hon vildi hava inntøkurnar upp á 129 milliónir við óbroyttum skattaprosenti. Hetta merkti samstundis, at hon vildi gera samtyktir, ið kostaðu fleiri milliónir meira enn býraðið gjørdi. Kann leggja aftrat, at hon vildi privatisera vasking­ ina, millum annað í komm­ unalu skúlunum, eisini skuldi Miðlan latast aftur. Høvdu vit fylgt fíggjarliga skynseminum hjá sitandi borgarstjóra, so hevði undir­ skotið verið fleiri milliónir hægri enn tað er í dag. Beinharðar raðfestingar Vit valdu at taka ábyrgd, men tað hevði alt at siga fyri okkum, at tey ið hava minst fíggjarligt rásarúm, barna­ familjurnar, skuldu rakast minst. Tí samtyktu vit systkinaavslátturin, ið kostar 300 t.kr. Øll vita, at tað eru tey, ið hava minstu inn­ tøkurnar, ið verða harðast rakt í kommunuskattinum. Tað er eisini púra burturvið at siga, at júst tær 300 t.kr til sytskinaavsláttur á fíggjar­ ætlanini eru ikki til. Tí í veruleikanum er tað býráðið, ið avgerð, hvat av tí, ið samtykt er, pengar ikki eru til tá inntøkan svíkur. Samgongan hevur, síðan hon tók við, uppraðfest tekn­ isku deild við meira enn 300 t. kr. Hetta var ikki samtykt á fíggjarætlanini, men tað eru tað pengar til. Eisini hevur sam­ gongan niðurraðfest sosialu deild við tveimum størvum, hetta var heldur ikki samtykt á fíggjarætlanini, hetta er ein sparing á meira enn 300 t.kr. Niður við sosialu deild, upp við teknisku deild og ongan systkinaavsláttur, hetta eru raðfestingar, ið vilja nakað. Í so máta má man siga seg samdan við borgar­ stjóran, tá ið hon sigur í bløðunum, at tað skulu bein­ harðar raðfestingar til, og tað júst er tað, ið hon og sam­ gongan gera í hesum døgum. Tað er ein avbjóðing at stýra í tíðum sum hesum, men tað er júst í ringum tíðum, at tað sæst, hvørjar politiskar raðfestingar, ið ein samgonga ger. At henda samgongan hvørki raðfestir sosiala økið ella barnafam­ iljurnar, sær ein og hvør í hesum døgum. Mangt skal man hoyra býráðslimur eyðgunn SamuelSen viðmerkingar