mikudagur 25. mars 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 59 - 25. mars 2009
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Fyrsta av finalunum
um føroyameist
araheitið í Sunset
kappingini verður í
Runavík mikukvøldið
8. apríl, har Tjaldur
tekur ímóti Stjørnuni
HONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Líka til seinnapartin sunnu
dagin vóru trý lið um boðið
at møta Stjørnuni í finalun
um um føroyameistaraheitið
hjá kvinnunum, men tá
avtornaði, beindu VB og
Neistin fyri hvørjumøðrum,
tí tey spældu javnt, meðan
Tjaldur við sigri á Stjørnuni
vann sær pláss í finaluni,
hóast eitt landskappingar
umfar enn er eftir.
Nú er so ásett, nær finalu
dystirnir
verða
spældir.
Lagt verður fyri í ítróttar
høllini í Runavík miku
kvøldið 8. apríl, og síðani
møtast liðini aftur leygar
dagin 11. apríl í KÍhøllini í
Klaksvík. Hevur hvørki
liðið vunnið báðar tær und
anfarnu finalurnar, verður
ein møgulig triðja finala eis
ini í Klaksvík, og so verður
hon mánadagin 13. apríl,
sum er annar páskadagur.
Um hugt verður at teim
um fýra landskappingar
dystunum millum Stjørnuna
og Tjaldur í vetur, so hava
teir samanlagt verið so
javnir, at liðini hava vunnið
tveir í part og Stjørnan hev
ur samanlagda málmunin
101100. Tað vil siga, at um
liðini skuldu endað jøvn í
stigum í landskappingini
undan finalunum, hevði
Stjørnan framvegis havt
fyrimunin við hesum eina
málinum.
Stjørnan og Tjaldur møtt
ust eisini í steypafinaluni í
ár, sum var spæld í Havn
tann 7. februar. Dysturin
endaði við 2523 sigri til
Stjørnuna, sum hevur vunn
ið steypakappingina fimm
av teimum síðstu seks árun
um.
Javnir dystir
Av teimum trimum, sum
hava jagstrað møguleikan
at sleppa í finalurnar ímóti
Stjørnuni, hevur VB havt
tey bestu úrslitini ímóti
klaksvíkskvinnum at vísa á.
Í teimum fýra dystunum
ímóti Stjørnuni hava liðini
vunnið hvør sínar tveir – og
tvær ferðir hava tey vunnið
við einum máli á hvørjum
øðrum. Málmunurin fyri
teir fýra dystirnar er púra
javnur: 9999.
Neistin hevur spælt ein
javnleik og vunnið ein dyst
ímóti Stjørnuni, sum so hev
ur vunnið tveir. Og saman
lagt hevur Stjørnan í málum
vunnið 10179 á Neistanum,
sum á pappírinum kanska
sá út sum minst vandamikli
avbjóðarin hjá Stjørnuni.
Alt hetta kann tó gera VB
og Neistanum tað sama nú, tí
fyri teirra viðkomandi er
kappingarárið liðugt, hóast
tey hava hvør sín dyst eftir at
spæla. Tað sama hevur leingi
verið galdandi fyri StÍF og
Kyndil, sum stórt sæð alt árið
hava verið eitt fitt petti aftan
fyri tey fýra fremstu í Sunset
kappingini.
Stjørnan og Tjaldur fyrsta
finaludystin um tvær vikur
Bæði Støkk og Havn
ar Fimleikafelag fara
hesa vikuna at hava
sínar árligu fimleika
framsýningar, sum
verða fleiri í tali hjá
báðum feløgum
FIMLEIKUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Fyrst á skránni er fimleikafel
agið Støkk, sum hevur allar
sínar framsýningar í ítróttar
høllini í Runavík. Liðini eru
mong í tali, tí felagið stendur
í vøkstri og hevur nú 650
íðkandi limir, so av tí sama
verða ikki færri enn tríggjar
framsýningarnar í ár.
Tann fyrsta verður í ann
aðkvøld klokkan 18, tá
børn undir skúlaaldur vísa
síni kynstur. Hildið verður
so fram leygardagin og
sunnudagin, báðar dagar
klokkan 15, og tá eru liðini
eitt sindur meira blandað.
Nærri skrá fyri dagarnar
sæst á heimasíðu felagsins,
www.stokk.net.
Støkk hevur nógvan og
fjølbroyttan fimleik at vísa
fram, so sum foreldur og
børn, børn undir skúlaaldur,
vanligu liðini frá 1. til 10.
flokk, kvinnur, blandað lið
við kvinnum og monnum,
kappingarlið í reiðskapi og
estetisk kappingarlið. Undir
framsýningum verða merki
og ídnisprógv handað, og
allar dagarnar verður eisini
skipað fyri páskareggjatom
bola.
Fyllir 100 í ár
Havnar Fimleikafelag, sum
herfyri gjørdi bart í steypa
kappingunum í estetiskum
fimleiki, hevur eisini nógv
ar fimleikarar, einar 1.200 í
tali, umframt at felagið
seinni í ár kann halda sín
100 ára stovningardag.
Eisini í Havnar Fimleika
felag legst aftrat alla tíðina,
og nú talið á íðkandi er so
stórt, hava tey valt at hava
fýra framsýningar tilsam
ans. Tríggjar av teimum
verða leygardagin og tann
fjórða mánakvøldið.
Framsýningarnar
eru
deildar upp soleiðis, at
leygardagin klokkan 10 eru
tað smærri børn, eitt nú øll
liðini við børnum undir
skúlaaldri, sum sýna fram.
Klokkan 13.30 eru tað eis
ini børn, sum sýna fram,
eitt nú øll lið við børnum
frá 1. til 3. flokk. Og klokk
an 17 eru tað ung, eitt nú
øll lið við ungum frá 4. til
6. flokk, sum sýna fram sín
dugnaskap.
Mánakvøldið
klokkan 19 verður so fram
sýning við teimum vaksnu,
frá 7. flokki og eldri. Nærri
skrá sæst á heimasíðu fel
agsins, www.hf.fo.
Til allar fýra fimleikarafr
amsýningarnar hjá Havnar
Fimleikafelag verða fram
førslur við kappingarliðum
í reiðskapi og estetiskum
kappingarliðum, og harum
framt verða merki og ídnis
prógv handað fimleikarum
eftir hvørja framsýning.
Fimleikaframsýningar
í hópatali hesa vikuna
Støkk hevur 650 íðkandi limir, og tí eru framsýningarnar í ár í ítróttarhøllini í Runavík tríggjar í
tali. Tann fyrsta verður í annaðkvøld og hinar leygardagin og sunnudagin
Havnar Fimleikafelag fyllir 100 ár seinni í ár og hevur um 1.200 limir. Felagið hevur tríggjar
framsýningar í ítróttarhøllini á Hálsi leygardagin og eina mánakvøldið
Tjaldur tekur ímóti Stjørnuni í Runavík í fyrstu av FM-
finalunum um júst tvær vikur
Mynd: Álvur Haraldsen