hósdagur 26. mars 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 60 - 26. mars 2009
Annika Olsen hevur
ikki gingið kravinum
frá Jógvan á Lakjuni á
møti, men hon gevur
Løgtinginum loyvi til
at kuta sum tað vil
Politikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Annika Olsen vildi ikki
ganga kravinum frá parta
manninum, Jógvan á Lakj
uni, á møti í gjárkvøldið,
sjálvt um hann hóttir við at
rýma úr samgonguni.
Sostatt vildi hon ikki taka
uppskotið um broytingar í
revsilógini aftur, sum Jógv
an á Lakjuni kravdi og sum
vit greiða frá í greinini
omanfyri.
Men afturfyri gav hon
Løgtinginum vælsignilsi til
at kuta allar tær broytingar
nar burtur, sum semja ikki
kann fáast um.
Hon vísti eisini aftur, at
hetta hevur nakað sum helst
við tey samkyndu at gera,
tí tað er longu samtykt og
stendur ikki til at vika.
Tað, sum hetta snýr seg
um, er at seta eitt stykki aft
urat upp í lógina um at
herða
revsingina
fyri
diskriminatión, sum verður
framd sum liður í propa
gandavirksemi.
Tað, sum liggur í propa
gandavirksemi er áhaldandi
álop á ein ávísan bólk í sam
felagnum ígjøgnum longri
tíð.
Tað kann einsvæl verða
átrúnaðarligum bólki, ella
ímóti jødum, legði hon
afturat í Løgtinginum í gjár
kvøldið
Tað leikar so hart á
í Fólkaflokkinum,
at Jógvan á Lakjuni,
løgtingsmaður, nú
hóttir við at rýma úr
samgonguni undan
partakvinnuni,
Anniku Olsen. Eg ætli
ikki at lata meg lumpa
einaferð afturat, sigur
hann
Politikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Eg ætli ikki at lata meg
lumpa einaferð afturat.
Jógvan á Lakjuni, løg
tingsmaður úr Fólkaflokk
inum, er so misnøgdur við
framferðina hjá partakvinn
uni, Anniku Olsen, at hann
nú beinleiðis hóttir við at
rýma úr samgonguni undan
henni.
Tað er tann tiltikna og illa
umstrídda grein 266b í revsi
lógini, sum spøkir aftur.
Vegna samgonguna hevur
Annika Olsen, landsstýris
kvinna fyri Fólkaflokkin
lagt uppskot fyri Løgtingið
um at gera fleiri broytingar
í revsilógini og í hesum
sambandi skal eisini onkur
broyting gerast í grein 266.
Jógvan á Lakjuni, sum
eisini er limur í samgonguni,
er so misnøgdur við fram
ferðina hjá partakvinnuni,
at bakkar hon ikki, hevur
hann givið henni knívin á
barkan og hóttir við at rýma
úr samgonguni.
Bað hana lata vera
Hann sigur, at trupulleikin
er, at er ikki nóg væl kunn
aður um málið.
Vit fingu ikki høvi til at
síggja málið, áðrenn tað
varð lagt fyri Løgtingið og
eg bað landsstýriskvinnuna
bíða við málinum, til vit øll
vóru kunnað.
Men hon lurtaði ikki
eftir og legði tað fyri Løg
tingið kortini og tað irriterar
meg, segði hann.
Tað var ikki fyrrenn eftir
at málið varð framlagt, at
kunnandi fundur var fyri
tingfólkið um broytingarnar
Undir ongum
umstøðum
Hann sigur, at í fyrstu syftu
er tað greinin 266b, sum
hann stúrir fyri.
Í grein 266b er ætlanin
at skoyta upp í, at revsingin
skal herðast, tá ið mismunur
verður gjørdur á fólki sum
liður í propagandavirksemi.
Eg veit ikki, hvat hetta
merkir. Eg veit ikki um ein
prædikumaður,
ið
tosar
ímóti samkyndum, kemur
undir hesa ásetingina.
Jógvan á Lakjuni sigur, at
møguliga eru aðrar staðfest
ingar í lógini, sum Annika
Olsen hevur lagt fyri Løg
tingið, sum hann ikki kann
taka undir við.
Men tað veit eg ikki
beint nú, tí eg havi ikki havt
høvi at kanna málið út í
æsir, sigur løgtingsmaðurin
fyri Fólkaflokkin.
Tað, sum serliga leypir
órógv á Jógvan á Lakjuni,
er kortini tað, at hann veit
ikki, hvussu atkvøðast skal
í málinum.
Summir løgfrøðingar
siga, at atkvøðast skal fyri
allari lógini, sum hon er. Er
tað støðan, skulu vit atkvøða
um alla lógina og sostatt
koma vit eisini at atkvøða
fyri allari grein 266b, sum
elvdi til so djúpa gjógv í
Løgtinginum fyri nøkrum
fáum árum síðani.
Og tað vil Jógvan á Lakj
uni undir ongum umstøðum
verða við til.
Eg vil undir ongum
umstøðum koma í ta støðu,
at eg skal atkvøða fyri grein
266b í revsilógini.
Ikki lumpast
einferð afturat
Tí hevur hann kravt, at Annika
Olsen tekur málið aftur.
Tað verður ikki við mær
í samgongu, at Løgtingið
viðgerð og samtykkir hetta
uppskotið, sum tað nú fyri
liggur.
Tí skal Annika Olsen
taka uppskotið aftur, so at
vit fáa viðgjørt tað í sam
gonguni og so at vit kunnu
leggja gera tær broytingar,
sum vit eru samd um.
Hann vil ikki góðtaka, at
málið kemur til viðgerar, tí
so veit ongin, hvat tað kann
enda við.
Eg lati meg ikki lumpa
einaferð afturat. Eg læt meg
lumpa fyrru ferð grein 266
b var til viðgerar í Løgtingin
um. Tá vóru ongi útlit fyri í
fyrstuni, at tað fór at verða
samtykt. Men sum øllum
kunnugt bleiv tað samtykt.
Og tað varð enntá við
mær í samgonguni og tað
skal ikki endurtaka seg,
staðfestir løgtingsmaðurin.
Tí geri hann púra greitt,
at verður uppskotið ikki aft
ur, fer hann úr samgonguni
og tekur allan stuðulin til
samgonguna aftur.
Hann leggur afturat, at løg
tingið kann viðgera og sam
tykkja, tað, sum tingið vil.
Tingið kann eisini viðgera
og samtykkja hetta málið.
Tað verður bara ikki við
mær í samgonguni og kann
eg ikki vera í samgonguni í
hesum máli, kann eg heldur
ikki vera við í samgonguni
í nøkrum øðrum máli.
266-b spøkir aftur:
Annika lumpaði Jógvan
Lóg nr. 309 frá 17. mai
1995 “Racediskrimina
tion”. Lógin ásetur, at tað
eru herdar umstøður, tá
ið racediskriminasjón
verður framd sum liður í
propagandavirksemi
Tað er hetta brotið í uppskotin
um, sum Annika Olsen hevur
lagt fyri Løgtingið, sum Jógvan á
Lakjuni undir ongum umstøðum
vil góðtaka
Vissi hetta málið ikki verður
tikið aftur, so eri eg slettis
ikki við í samgonguni meir
Jógvan á Lakjuni á Føroya
Løgtingi 25.3. mars, 2009
Eg bað um, at hetta málið
ikki fór í tingið. Vissi tingið
ætlar at koyra hetta
ígjøgnum, verður tað ikki
við mær sum samgongu
limi. Tað er bara tað, eg vil
gera púra greitt
Jógvan á Lakjuni á Føroya
Løgtingi 25.3. mars, 2009
Annika gevur Løgtinginum
vælsignilsi til at kuta
Jógvan á Lakjuni vil ikki verða rukka einaferð afturat og tí
hevur hann kravt, at partakvinna hansara í landsstýrinm,
Annika Olsen, tekur uppskotið aftur um at broyta revsilógina
Eg ætli mær ikki at
verða rukka eina
ferð afturat í sam
bandi við grein
266b
Jógvan á Lakjuni á
Føroya Løgtingi 25.3.
mars, 2009
Kajak til Avsralia
Í gjár var serligt minningarhald í tí kenda operahúsinum í Sidney í
Avstralia, har fólk mintust danska arkitektin Jørn Utzon, sum doyði í
fjør. Tað var hann, sum teknaði operahúsið, sum er kent um allan
heim. Tey bæði børnini hjá arkitektinum, Lin og Jan Utzon, vóru við
til minningarhaldið. Umboð fyri avstralska upprunafólkið, the
Aboriginals, vóru eisini boðin við, og undir minningarhaldinum
handaði Lin Utzon teimum eitt modell av einari grønlendskari kajak,
skrivar heimasíðan hjá KNR.
Ósamd við pávan
Flestu italiumenn eru ósamdir við Benedikt páva, sum á vitjan síni
í Afrika nú um dagarnar mælti fólki frá at brúka hít, tí hítin økir
vandan fyri, at fólk kunnu fáa eyðkvæmi. Ein meiningakanning,
sum blaðið La Republica hevur latið gera, vísir, at 52,3 prosent av
italska fólkinum eru fullkomiliga ósamd við pávan. Kortini siga
54 prosent, at tey hava álit á honum sum páva. Hóast Vatikanið
hevur stóra ávirkan á tað katólska Italia, hevur landið næstan
evropeiskt met í fosturtøkum. Hinvegin eru lutfalsliga fáir
hjúnarskilnaðir í Italia.