Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 60 - 26. mars 2009 At tað eina hálið, sum Magnus Heinason hevði norðanfyri, gav heili 18 tons av toski, samstundis sum øll hini 99 góvu 7 tons tilsamans, kann gera tað trupult at siga, hvussu støðan hjá toskinum á land grunni num er. Positivu gróður kann­ ing ar nar í fjør, góða gýting in sama ár eins og nógva nebbasildin seta fiskifrøðina í eina trup la støðu Kanningar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Magnus Heinason er nú liðug ur við sínar yvir lits­ troling ar á landgrunninum. Tá skipið hevði tikið tær fyrs tu 63 støðirnar av til­ samans 100, bendu úrslitini á, at áhugaverdir glottar eru at hóma við toska stovni­ num. Nú seinastu støðirnar eisi ni eru tiknar er ábend­ ing in hin sama. Toskur er fingið víða um, men serliga er tað stóra hálið, sum Magnus Heinason hevði norðan fyri, sum gevur út slag í tølunum yvir veiði­ na. Tað er tó ikki óvanligt, at støðir norðanfyri og eitt nú í Vágahavinum kunnu geva nógvan fisk, men sum skilst hevur hetta serliga verið, tá toska stovnurin er við at koma fyri seg aftur. Fiskirannsóknarstovan er tó varin við sínum meting­ um, men heldur, at »glottar kanska eru fyri framman við toskinum…« Stóra hálið, sum Magnus Heinason gjørdi norðanfyri, vardi bert í ein tíma og var einans 3 fjórðingar langt. Men hetta er ikki fyrstu ferð, at slíkt hál er gjørt. Eitt árið gav tann eina støð­ in norðanfyri heili 20 tons. Støðin, sum í ár gjørdi stóra útslagið, var í einum stongd um kassa, har bert er loyvt av royna við snellu. Meðan tey fyrstu 63 hál­ ini góvu 22 tons tilsamans, harav stóra hálið norðanfyri av hesum gav 18, góvu allar 100 støðirnar, sum nú eru tiknar, tilsamans 25 tons av toski. Glotti ella tilvild ­ Tað er sjálvandi ein glotti, at so nógv var at fáa í tí eina hálinum, tí hetta vísir, at tað í øllum førum var nógvur toskur har tá. Toskur in kann hava staðið tættari enn vanligt, ella at Magn us Heinason bert hevur verið serstakliga hepp in at raka, har mest var fyri, sigur Fiski rann sóknar­ stovan. Spurningurin er so, hvus­ su tilvildarligt hetta er í ár – og um tað yvirhøvur er til vildar ligt, tí Fiski rann­ sóknar stovan ásannar eisini, at góða hálið á Norðhavinum van liga er tað besta á hvørj­ um ári. Fiskirannsóknarstovan sig ur, at um umtalaða hál á Norð havinum verður tikið burtur úr, er so at siga eingin mun ur millum, hvat varð fing i ð í 2008 og í 2009. Sosialurin kann tó leggja aftrat, at longu í 2008 vóru batar at síggja við toskinum á landgrunninum, eins og sagt var frá góðari gýting, sam stundis sum gróðurin á land grunninum í fjør var størri enn miðal. Tað er eingin loyna, at tru pul leikar stinga seg upp hjá Fiskirannsóknarstovuni, tá so stór útslag koma, tí spurn ingurin er, hvussu hesi skulu “taklast”. Hetta sæst eisini aftur á heima síðuni hjá Fiski rann­ sóknarstovuni, har stovnur­ in heldur, at tað er ov tíðliga enn at staðfesta, um nógvur toskur nú aftur er á land­ grinninum – ella um stóra hál ið bert er “en enlig svale”, sum tikið verður til. Positivir trupulleikar Einki er tó, sum bendir á, at Fiskirannsóknarstovan fær nakrar serligar trupulleikar við sínum stovnsmetingum, sum stovnurin skal lata myndug leikunum í summar. Lítið er at ivast í, at hesar fara at vera varisligar, tí næstu veruligu kanningar­ nar av toskastovninum verða ikki fyrr enn til heyst­ ar, tá yvirlitstrolingar aftur skulu gerast – og tá eru stovns metingarnar longu latn ar av hondum. Í løtuni situr Fiski rann­ sóknar stovan við tveimum posi tivum “trupulleikum”, nevni liga yirlits troling un­ um, sum stóra hálið norðan­ fyri skjeyt í senk – um vit so kunnu siga – og so góðu gróðurkanningunum og nógvu nebbasildini, sum stovnur in staðfesti í fjør. Stovnurin ásannar, at gróður in í sjónum var góður í 2008, sum er tað fyrsta góða árið eftir 2004. ­ Hetta sást eisini aftur í nebba sildini, sum var nógv van ligari í fiskamagum enn í mong ár. Tá toska fiski­ skapurin tók seg upp mið­ skeið is í nítiárunum, var hetta eftir trý góð gróðrarár. Tað er tí helst eisini neyðugt við góðum gróðri í 2009 fyri, at toskastovnin skal mennast munandi, sigur Fiski rann sóknarstovan. Áhugaverd ábending Jákup Reinert, fiski frøð ing­ ur, sigur í morgun, at tað plagar at vera gott tekin, tá nógvur toskur savnast í smáum støðum, sum eitt nú norðan fyri og í Vága­ havinum. ­ Haraftrat er tað ein góð ábend ing, tá toskur fæst víða um, sum hann er fingin við yvirlitstrolingunum á land grunninum hesaferð, legg ur hann aftrat. Fiskifrøðingurin sigur, at nú verða nitrur og annað lisið fyri eitt nú at finna fram til árgangir. Spurdur, hvørji útlitini eru við hýsu, sum hevur víst seg at verið illa fyri í nøkur ár, sigur hann, at onkur ábending er um, at hýsan kanska er á veg upp­ eftir aftur. ­ Í ár sóu vit eitt nú nakað av hýsu frá í fjør, og tað hava við ikki sæð í yvi r lits­ trolingum í nøkur ár. Hann sigur, at tann stóri spenningurin nú er, um smáur toskur, sum er gýttur í fjør og hevur hildið seg nærri landi, fer at síggjast aftur í veiðini úti á, sum frá líður. ­ Í øllum førum eru út lit­ ini í so máta góð, tí fiskur in hevur sambært gróður kann­ ing unum havt væl at etið. Tað merkir eisini, at minni av ynguli skuldi verið etið av øðrum fiski, sum við góðu gróðurtølunum og útlit unum fyri nebbasildini eisini skuldi havt nóg mikið av føði. Jákup vísir á, at yvir lits­ trolingar ikki eru so væl egnað ar til kanningar av upsa, men einki er, sum bend ir á, at upsastovnurin ikki er væl fyri. ­ Hinvegin stúra vit eitt sindur fyri stóru royndini, sum er eftir upsa í løtuni, legg ur fiskifrøðingurin aftrat. Trupult tá hál gevur so stórt útslag í veiði Tað sær rættiliga spennandi út við toskinum í løtuni, nú yvirlitstrolingarnar hjá Fiskirannsóknarstovuni á landgrunninum vísa á forvitnislig tøl Mynd: Vilmund Jacobsen 70.000 danir arbeiðsleysir Seinasta mánaðarskiftið vóru 69.800 danir arbeiðsleysir, og tað merkir, at roknað í fulltíðarstørvum mistu 5.000 fólk arbeiðið í februar. Tað vísa tey seinastu tølini hjá donsku hagstovuni, sum vórðu kunngjørd í morgun. Arbeuiðsloysið í Danmark var sostatt 2,5 prosent um mánaðarskiftið. Bjarke Østergaard, búskaparfrøðingur í Nordea, sigur við DR, at altjóða búskaparkreppan er farin at gera um seg í Danmark. Hann væntar tó, at gongdin í heimsbúskapinum fer at venda síðst í hesum árinum, men at arbeiðsloysið í Danmark fer at veksa langt inn í 2010. Færri tilburðir av kolera Altjóða heilsustovnurin WHO segði í gjár, at eftir teimum seinastu tølunum at døma eru nýggju tilburðirnir av kolera farnir at fækka í Zimbabwe. Ta seinastu vikuna skrásetti WHO umleið 2.000 nýggjar tilburðir amanborið við 3.800 í næstseinastu viku. Tað er væl minni enn í februar, tá heilsumyndugleikarnir staðfestu umleið 8.000 nýggjar tilburðir um vikuna. WHO ávarar kortini um, at sjúkan kann fara at gera um seg av nýggjum. Síðani kolera­sjúkan tók seg upp í Zimbabwe august í fjør, hava umleið 90.000 fólk havt sjúkuna. Av teimum eru umleið 4.000 deyð.