Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 60 - 26. mars 2009 61 fyritøkur tóku lut í stóru firma­ kappingini hjá Rás2 SPURNARKAPPING Heri Simonsen heri@sosialurin.fo Í gjárakvøldið var eitt satt finalubrak í Miðlahúsinum. Umframt tey 20 fólkini frá Gráa Pakkhúsi hjá Skipa­ felagnum og Trygg ing ar­ felagnum Føroyar, sum skul du taka lut í finaluni, vóru meir enn hálvthundrað stuðl ar, sum settu veruligt lív í. Bæði liðini høvdu firma fløgg við, og Trygg­ ing ar felagið royndi eisini at seta dám á, við at hava karamel lur við, sum høvdu bú merkið hjá fyritøkunum. Bæði liðini høvdu gjørt sær slag sangir, sum tey fýrdu av. Í Miðlahúsinum rungaði: ­ »FaroeShip, FaroeShip, vit vinna Norrønutrip« og »Trygg ing in, Tryggingin, vit vinna vinningin«. Maður og kona vóru á hvør sínum liði. Jens Hjørleif Hansen var liðskipari hjá Trygg ing­ ar felagnum, og konan, Durita Johansen var á lið­ num hjá Gráa Pakkhúsi, so har var so, ið hvussu er ein vinnari í húsinum. Talan gjørdist um eina spenn andi kapping. Liðini fingu 6 ljóðspurningar, og 5 lisnar spurningar í part. Gráa Pakkhús gav trygg­ ing ar fólkunum ein skarpan gang, men mátti lúta at enda. Endin var, at Trygg­ ing ar felagið Føroyar vann finalu na. Av 11 møguligum stig um fekk Trygg ing ar­ felagið Føroyar 8 stig, með­ an Gráa Pakkhús fekk 7 stig. Tryggingarfelagið var á odda 4­2 og 5­3, men Gráa Pakkhús kláraði at toga seg uppá javnleik 7­7. Men Trygg ing arfelagið koyrdi tann seinasta spurningin í hús, og var rómurin øgi lig­ ur, tá staðfest var, at tey høvdu vunnið 8­7, og har­ aftrat eina ferð fyri 20 fólk við Norrønu. Og tey sluppu at avreagera eina løtu, aftur við tónunum til »We are the champions«. Jákup Sverri Kass, markn aða r leiðari hjá Smyril Line handaði tann stóra vinning in til tey ovurfegnu starvs fólkini hjá Trygg ing­ ar felagnum. Nú er so bert eftir hjá Trygg ing ar felag­ num at velja út, hvørji fólk skulu við Norrønu seinast í mai. Handilin »Inn« á Landa­ vegnum í Havn læt gávu­ brøv til páskaregg til teir 10 luttakarnar á tapandi lið­ num, sum sostatt ikki fóru heim við ongum. Bæði lið­ ini høvdu mannað seg við góðum stuðlum, sum syrgdu fyri at seta lív í eina spenn andi og dramatiska finalu. 61 fyritøkur tóku lut í Firmakappingini. Tryggingarfelagið vann Firmakappingina Forseti í rættinum Í Taiwan fór dómsvaldið í morgun undir at viðgera eitt rættarmál ímóri fyrrverandi forsetanum Chen Shui­bian., sum er ákærdur fyri svik. Sambært ákæruvaldinum svikaðu forsetin og familja hansara fyri minst eina hálva millión dollarar ta tíðina, hann var forseti. Chen heldur uppá, at hann er ósekur, og hann sigur seg vera offur fyri einari politiskari ráðagerð. Verður hann funnin sekur, kann hann fáa lívlangt fongsul, skrivar AP. Chen Shui­ bian fór úr forsetaembætinum í fjør, og síðani hevur hann funnist hvassliga at eftirmanni sínum og hansara royndum at bøta um viðurskiftini við Kina. USA ávarar Kina Í amerikanska verjumálaráðnum Pentagon eru tey ørkymlað av, at Kina er í ferð við at menna tøkni, sum kann skeikla teirri hernaðarligu javnvágini í Asia. Sum skilst eru tey í Pentagon serliga ivingarsom um kinesisku menningina innan kjarnorku­, rúmdar­ og cyberkrígsførslu, skrivar AP. Í teirri seinastu frágreiðingini frá Pentagon til Kongressina stendur, at evnini hjá Kina at reka kríggj á fjarskotnum leiðum eru framvegis avmarkað, men at landið fram við við at menna hernaðarliga tøkni, sum kann órógva javnvágina í Asia. Kinesiska stjórnin kunngjørdi í fjør, at játtanin til hernaðarmál verður økt smá 18 prosent. Fegin starvsfólk á Tryggingarfelagnum Føroyar, sum vunnu eina ferð fyri 20 fólk við Norrønu Mynd Jens Kristian Vang