hósdagur 26. mars 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 60 - 26. mars 2009
Glen Rose II, sum
í longri tíð hevur
ligið við molan á
Bursatanga, er nú
flutt yvir á atløgu
síðuna við ferjuleg
una hjá Norrönu, fyri
at geva pláss fyri Sam
BÝARMYND
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Havnarfólk ganga í hesum
døgum og undra seg um, at
Glen Rose II, sum annars er
vorðin ein institutión við
havnalagið í Havn – og
sambært eigaranum alla
rhelst kemur við í næstu
bókini, »Gamlar Havnar
myndir« – ikki liggur á sín
um vanliga plássi við molan
á Bursatanga, men er flutt
til
atløgubryggjuna
við
ferjuleguna hjá Norrönu.
Samstundis hevur strand
faraskipið Sam tikið yvir
plássið hjá Glen Rose II, og
tað er í sambandi við, at eitt
annað skip hjá SSL, Ritan,
liggur inni í Runavík, har
motorurin er til høvuðs
eftirlit.
Ritan røkir vanliga sigl
ingina til Nólsoyar, men nú
hon er til eftirlit, røkir Sam
hesa rutuna. Sam siglir
annars á farleiðini til Kalls
oynna, men hevur verið á
sleipistøð á MEST í Havn í
longri tíð. Teir hava havt
skrúvutoyið úr og tað hevur
verið í Danmark til um
vælingar, har millum annað
bløðini eru skift.
Meðan Sam hevur verið á
sleipistøð, og nú, meðan
Sam røkir siglingina fyri
Rituna, er Ternan sett inn á
farleiðini millum Kallsoy
og Klaksvík.
Motorarnir skulu til
eftirlit við jøvnum millum
bilum, og hetta er nakað,
sum hevur ligið í kortunum
leingi. Gongur alt sum
ætlað, kemur Ritan í sigling
aftur síðst í næstu viku,
sigur Jóan Petur Abraham
sen, inspektørur á Strand
ferðsluni.
Í fleiri mánaðir hevur
ein hálv landgongd
staðið á molanum
í Nóloy, har Ritan
leggur at. Nú lovar
Strandferðslan, at
hon verður klár at
taka í nýtslu fyrsta
dagin, so fólk í
koyristóli eisini
sleppa umborð
LANDGONGD
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Nólsoyingar hava áhaldandi
gjørt vart við, at atkomu
viðurskiftini
umborð
á
Rituna ikki hava verið
tíðarhóskandi. Eitt nú hevur
verið ógjørligt at sloppið
umborð á strandferðslu
skipið í koyristóli, og tá
nólsoyingar eiga ein ungan
mann, sum er tengdur at
einum slíkum, sigur tað seg
sjálvt, at verandi landgongd
ikki er nøktandi.
Strandferðslan hevur síð
ani tikið málið upp, og fyri
nøkrum mánaðum síðani
kom so ein hálv landgongd
at standa á molanum í
Nólsoy, har sum Ritan
leggur at.
Conrad Gaard Joensen
frá Strandfaraskipum Land
sins sigur, at hetta er tað,
sum teir eru komnir ásamt
við Tórshavnar Havn um.
Arbeitt hevur verið við
málinum í longri tíð, og nú
er so komið hartil, at tað er
klárt at seta seinna partin
saman við tí partinum, sum
stendur í Nólsoy, sigur
Conrad Gaard Joensen.
Nýggja landgongdin er
gjørd soleiðis, at talan er
um ein rímiliga langan og
ikki so brattan skráning,
har koyrast kann upp eftir
við koyristóli. Síðani skal
ein brúgv gerast frá hesum
rampanum yvir á Rituna,
og tað er hesin parturin,
sum manglar.
Hann er um at verða
liðugur, og skuldi verið
klárur at montera í hesari
ella í seinasta lagi í næstu
viku, sigur Conrad Gaard
Joensen.
Nú ber so ikki til at taka
hendan nýggja landgangin í
nýtslu í løtuni, tí Ritan
liggur til motoreftirlit inni í
Runavík, og kemur ikki
aftur í sigling fyrr enn
væntandi síðst í komandi
viku.
Samstundis, sum nýggja
landgongdin verður gjørd
liðug, verður eisini ein
gálgi settur upp á molanum
í
Nólsoy
soleiðis,
at
manningin sjálv kann leggja
skipið av landi við at binda
í henddan gálgan.
Nýggja landgongin er
gjørd til Rituna. Verður
talan um annað skip má so
okkurt annað gerast. Verður
tað Ternan, sum frameftir
fer at røkja farleiðina, ber
sjálvandi til at koyra inn á
dekkið
um
bilrampuna,
sigur
Conrad
Gaard
Joensen.
Men fyribils verður so
hetta loysnin at fáa fólk í
koyristóli umborð á Rituna.
Býarmyndin
broytist
Ein heldur óvanlig sjón
hjá Havnarfólki. Sam
liggur í plássinum hjá
Glen Rose II, sum er
»forvíst« til ferjuleguna
hjá Norrönu
Mynd: Jens Kristian Vang
Fyri rørslutarnað
– langt um leingi
Landgongin hevur staðið í hálvum gekki á
molanum í Nólsoy í fleiri mánaðir, men nú skal
so restin gerast, so hon kann takast í nýtslu
Mynd: Álvur Haraldsen
Betri eftirlit við
fíggjarheiminum
Týski forsetin, Horst Köhler, heldur, at myndugleikarnir í teimum
einstøku londunum eiga at útvega sær betri eftirlit við fíggjarkervi
num. Áheitanin kom í teirri árligu Berlinrøðuni hjá forsetanum, og
eygleiðarar siga, at tað er neyvan av tilvild, at forsetin kom við júst
hesari áheitanini nakrar dagar undan toppfundinum hjá G20londun
um. Horst Köhler hartaði bankar og stóríleggjarar, sum hann legði
undir ábyrgdarloysi og fyri at hava lagt ov lítlan dent á vit og skil. Tí
er trøvur á morali, reglum og betri eftirliti, segði týski forsetin.
Færri álop í Irak
Ein uppgerð hjá amerikanska hervaldinum í Irak vísir, at
álopini har eru fækkað nógv í seinastuni. Ein talsmaður
hjá herleiðsluni segði í gjár, at álopini hava ongantíð
verið so fá síðani innrásina í 2003. Á einum tíðindafundi
í Bagdad segði talsmaðurin, David Perkins, at samanborið
við juni í 2007 eru álopini fækkað umleið 90 prosent. Tá
vóru álopini umleið 1.250 í tali um vikuna, men nú eru
tey færri enn 100, segði hann. Heilt friðarligt er tað
kortini ikki. So seint sum mánadagin kravdu tvær
sjálvmorðsbumbuatsóknir 35 mannalív.