Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 60 - 26. mars 2009 Teir journalistar sum hava skrúvað kjaksendingina tann 25.03-2009 kl 1705 saman, eru ikki sína upp- gávu vaksnir, ella gjørdu teir hana tilvitað fyri frama fyri eina partin í málinum. Í einum kjaki skulu báðir partar verða lýstir, og báðir partar skulu kunna forsvara seg. Bjarni Djurholm um- boðaði Fólkaflokkin og teirra søk. Torbjørn Jacob- sen úr Tjóðveldi umboðaði somu síðu sum Bjarni Djurholm. Hvør var frá hinari síðuni, EINGIN. Var grundarlag fyri hasi sendingini???? Tað bleiv oyðslað við orðum, og Tobbi slapp ordiliga at gotta sær við at spilla landsstýrismannin í vinnumálum út, uttan so at journalisturin steðgaði honum. Sendingin skuldi jú vara til klokkan 18, so langar teymar kundu teir jú fáa. Hví skal Kringvarpið leggja upp til samgonguslit ella rættari sagt dyrka eitt samgonguslit. At fáa ein serkønan innan økið til at lýsa málið, støðuna og koma við sínum fantasii, hattar er jú møsn. Eg velji at trúgva, at hattar var ein feilur hjá redaktørinum fyri sendingina. Torbjørn Jacobsen helt ikki, at landsstýrismaðurin í vinnumálum var kompi- tentur til at velja út, hvør skuldi í nevnd hjá Atlantic Airways. Kanska kundi Tobbi greitt frá, um hann sjálvur var betri egnaður ella greitt frá, hví hann hevur so ilt í reyvini inn á landsstýrismannin í Vinnu- málum. Tómar tunnur buldra mest, og tað er nokk stytsta og besta lýsing av Torbjørn Jacobsen. Tann dagin Tobbi stóð við reyvuni frameftir í veðrið, hugdi í eitt sjókort á brúnni ímill- um norsku skerini og leit- aði eftir, hvar hann sjálvur var staddur, skuldi ivaleyst sagt honum, ja lat fornuft- ina ráða. Men sum ikki altíð, so kemur fornuftin aftaná, og tað var nokk sama kensla Tobbi hevði aftan á kjaksendingin var liðug. Hví er tað soleiðis í Kringvarpinum, at í eina viku hevur allur tíðinda- fluttningut snú seg um Atlantic Airways, hvat við Jacob Vestergaard, nú hann deilir út svartkjaftaloyvir til høgru og vinstru. Eru allir fólkafloksmenn friðaðir hjá Kringvarpin- um, ella eru journalistanir ikki menn nokk til við- gerða eitt tílíkt mál. Eg vil siga, at síðani Jón Brian Hvittfelt bleiv tíð- indaleiðari, er tíðindafluttn- ingurin blivin alt meiri einssporaður ella er tað bert nakað í eg persónliga upplivi??? Hvussu nógvir útlærdir journalistar gera sendingar við eini kjarnu í hjá Kring- varpinum??? Ein kjaksending uttan kjak Jan Haldansen - fyri at hava sett eitt sera týdningarmikið mál á dagsskrá hjá løgtinginum Í vikuni legði Tórbjørn Jacobsen, løgtingslimur, vegna Tjóðveldi, eitt upp- skot fyri løgtingið, har heitt verður á landsstýrið um at seta serfrøðingabólk at eftirmeta broytingarnar í vallógini frá sjey og til eitt valdømi. Tað sum mær dámar serliga væl við hesum upp- skotinum er tann hátturin, sum Tjóðveldi hevur valt. At seta eina bólk av serkønum o.ø. at viðgerða eitt uppskot, sum skal verða grundarlag fyri ein- um orðaskifti á løgtingi er júst rætta leiðin at ganga tá slík álvarsmál skullu við- gerðast. Eg kundi ynskt, at slíkt hóvsemi varð sýnt, tá Føroyar vóru gjørdar til eitt valdømi. Tá var polit- iska skipanin tikin gísil av oddafiskunum í Sambands- flokkinum og Javnaðar- flokkinum, og 1-2-3 so høvdu vit eina totalt nýggja valskipan. Hesuferð vóni eg, at politisku grasrøturnar í flokkunum og tey, sum hava arbeitt við skipanini eisini sleppa til orðana. Gamla skipanin hevði sínar veikleikar, men einki bleiv betri við at broyta hana til eina skipan sum - ein tepur meiriluti á løg- tingi - við hjálp frá høvuðs- staðarpressuni og einum ávisum samfelagsfrøðingi hjá útvarp Føroya - trýstu oman yvir føroyingar. Eg vóni, at løgtingslimir hesuferð velja at arbeiða seriøst - tí talan er um álvarsmál. Eg fari ikki at siga, hvussu nógv valdømir vit skulu hava, og kanska skulu vit hava serligar løg- tingssessir - sum umboða ávís áhugamál og sam- felagsbólkar - eg veit ikki - men hetta hava vit nú møguleika at kjakast um - og eg síggi fyri mær eitt rættiliga áhugavert kjak. Uppskotið hjá Tjóðveldi vendir rætta vegin, og vónandi sleppur eingin við valdsmisnýtslu at ognar- taka arbeiði, sum stendur fyri framman - og skal arbeiði eydnast væl - er neyðugt at øll sleppa til orðanna. Enn einaferð - takk fyri Tjóðveldi. Tøkk til Tjóðveldi formaður, í Norðoya Sambandsfelag JoHn William Joensen 31. mars klokkan 19.30 skipar Sunda Róðrarfelag fyri bindiklubbakvøldi í Eydnuni á Oyrarbakka. Millum tey luttakandi eru Lovisa Ellendersen, fysioterapeutur, sum fer at fortelja um hvat vit kunnu gera fyri at fyribyrgja bindimyosum, og um hvussu ryggurin er settur saman. Harafturat fer sniðgevin Katrina í Geil, at greiða frá um at sniðgeva bundna- vørur. Adelborg Linklett fer at siga frá um at vera genta tá hon var ung, og mótasýning verður við Navia, Lissuni og Brá. Køkur úr Oddvørsa køku og dessertdreymar vera á leskiliga køkuborðinum, umframt at skemt og felagssangur er á skránni. Atgongurmerki kunnu keypast í Lissuni, Brá og Inn við Norðskála. Seinasta freist er fríggjadagin 27. mars kl 22. Tað er ikki nøkur treyt at vera ein bindiklubbar. Einstaklingar eru eisini hjartaliga vælkomnir. Bindiklubbakvøld í Eydnuni %,1', ./8%%$ .9/' Í Eydnuni 31. mars kl. 19:30 j Adelborg Linklett: “At vera genta tá eg var ung.” j Lovisa Ellendersen: “Bindimyosur kunnu basast!” j Oddvørsa køku & desertdreymar: Smakkiroyndir av køkum úr bókini. Bókin fæst til keyps. j Katrin í Geil, sniðgevi: “At sniðgeva bundnavørur!” j MONROE skipar fyri mótasýning við luttøku av NAVIA, LISSUNI & BRÁ j RIMMAR KØKUBORÐ Vit baka úr bókini hjá Oddvør! j Felagssangur og skemt *Stanley prýðir eydnuna* Atgongumerki á kr. 150,- hjá: Inn, Brá og Lissuni SEINASTA FREIST AT KEYPA ATGONGUMERKI ER 27.03. KL. 22.00 Sunda Róðrafelag Skipar fyri Í dag, 26. mars, eru júst fimm ár síðan Kaj Leo Johannesen tók við eftir Alfred Olsen sum formaður Sambandsfloksins. Kaj Leo var einasta valevni til formanssessin í flokkinum. Landsfundurin, sum varð hildin í Lærararaskúla- høllini, endaði við at næstformaðurin í danska Vinstra- flokkinum, Lars Løkke Rasmussen, helt røðu fyri sambandsfólki á landsfundinum sum varð hildin í Læraraskúlahøllini í Havn. Síðan tá er Kaj Leo vorðin løgmaður í Føroyum, og møguliga verður Lars Løkke Rasmussen næsti danski forsætisráharrin. mg Í dag eru júst fimm ár síðan Kaj Leo Johannesen tók við sum formaður Sambandsfloksins Kaj Leo formaður í fimm ár