hósdagur 26. mars 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 26. mars 2009
15
Um vikuskiftinum
hevði Blái Krossur
landsstevnu í Mið
vági. Millum annað
var føroyskur rús
drekkapolitikkur á
skránni, har umboð
fyri landsins myndug
leikar eisini vóru við
Landsstevnan byrjaði við
aðalfundi. Á skránni vóru
framløgur og nevndarval.
Nevndarlimirnir, sum stóðu
fyri vali, tóku við afturvali.
Nevndin skipaði seg við
Sverra Steinhólm, presti,
sum formanni, og Álvi Høj
gaard sum næstformanni.
Hinir nevndarlimirnir eru:
Óluva Sunnsker, Tórshavn,
Alis Højsted, Funningur,
Regin Jacobsen, Nes, Jóna
Thomsen, Toftir og Jóhan
Eliassen, Fuglafjørður.
Formaðurin greiddi frá,
at
fíggjarkreppan
hevur
tarnað byggingini av nýggja
Blákrossheiminum í Eystur
oynni, men at ætlanirnar
ikki eru sleptar. Eisini um
sorganarheimið
hevur
merkt sviðan av fíggjar
kreppuni, og á umsorgan
arøkinum eru eisini skerj
ingar gjørdar, m.a. á Kafé
Blákross.
Fíggjarliga úrslitið hjá
Bláa Krossi í 2008 var eitt
avlop á kr. 15.000 í mun til
eitt hall á 195.000 í 2007.
Pallborð
Aftaná
døgverða
fyltist
missiónshúsið í Miðvági til
pallborðstiltakið, har evnið
var føroyskur rúsdrekka
politikkur. Við pallborðið
sótu Pál Weihe, formaður í
Fólkaheilsuráðnum, Jóhan
Dahl,
landsstýrismaður,
Jákup Mikkelsen, formaður
í Løgtingsins Trivnaðar
nevnd, Hjalmar Hansen,
aðalskrivari hjá Bláa Krossi
og Gunnar Nattestad, sum
umboðaði vanliga borgaran.
Luttakararnir vóru samdir
um, at rúsdrekka burdi
verið eitt heilsumál og ikki
eitt vinnumál, sum tað er í
dag. Eisini hildu teir, at
inntøkurnar, sum koma inn
frá rúsdrekka, skuldu farið
til viðgerð av teimum
trupulleikum, sum standast
av rúsmisnýtslu.
Eisini var semja um, at
tað skuldi verið meira pen
ingur avsettur til fyribyrging
og kunning.
Pál Weihe legði fyri.
Hann greiddi frá við hag
tølum um nýtsluna í Før
oyum í dag samanborið við
fyrr og samanborið við
útlond. Nýtlsan í Føroyum
liggur beint omanfyri 7 litur
av alkoholi pr íbúgva eldri
enn 15 ár. Seinastu árini er
hetta talið vaksið støðugt.
Hetta talið helt Pál vera í
hægra lagi, og gott hevði
verið at fingið tað niður um
7 aftur.
Jóhan Dahl helt, at øll
søla av rúsdrekka skuldi
farið ígjøgnum rúsdrekka
søluna, og sotatt skuldi tað
ikki verið loyvt bryggjarí
unum at selt øl til privat
persónar. Orsøkin til hetta
er, at tá er øll sølan undir
skipaðum
viðurskiftum.
Eisini kom hann við einum
uppskoti um at gera eitt
rúsdrekka ár, eftir sama
leisti, sum tað í ár er eitt
heilsu ár. Har skal so dentur
verður lagdur á vandan við
rúsdrekka, og tiltøk setast í
verk fyri at tálma nýtsluni.
Jákup
Mikkelsen
helt
ikki, at tað var nóg gott
mál, at nýtslan ikki skuldi
vaksa. Hann helt, at málið
mátti
vera,
at
nýtslan
minkar. Eisini helt hann, at
tað var av týdningi, at ald
urin, tá børn byrja at drekka,
mátti hækka. Tað, sum vit
hava sæð seinastu árini, er,
at børn gerast yngri og
yngri tá tey byrja. Hetta er
eitt keðiligt rák. Vit eiga at
tryggja børnum ein rúsfrían
barndóm.
Eisini helt Jákup, at vit
eiga at hava betri eftirlit við
innflutningi av rúsdrekka.
Gunnar Nattestad setti
spurningin, ‘um vit ikki
høvdu rúsdrekka, var tað so
ein vøra, sum vit vildu
ynskt okkum?’ Hetta nýtti
hann fyri at seta málið í
perspektiv. Høvdu vit ynskt
okkum tær avleiðingar, rús
drekka gevur, um tær ikki
vóru til staðar. Rúsdrekka
kostar samfelagnum nógvar
pengar hvørt ár, og tað
kostar teimum, sum gerast
offur fyri tí, nógv meir enn
pengar. Helst hevði rús
drekka verið ólógligt, um
tað kom fram í dag.
Hjalmar Hansen gjørdi
viðmerkingar til skeinki
loyvini. Summi av skeinki
loyvunum eru ikki serliga
væl umhugsað. M.a. eigur
at verða hugt eftir, hvar hesi
eru, í mun til hvussu sjónlig
tey eru í býar/bygdarmynd
ini. Tey eiga t.d. ikki at
liggja har, sum børn og ung
vanliga ferðast. Hjalmar
vísti eisini á, at í miðal drek
kur hvør føroyingur yvir 15
ár 12,5 kassar av gulløli um
árið. Nýtslan er vaksandi
og ikki støðug, sum annars
ofta verður sagt, og tí má
eitt avgjørt mál vera at fáa
nýtsluna at minka.
Allir luttakararnir við
pallborðið vóru samdir um,
at hugburður var tað týdn
ingarmesta. Tað er ov lítið
at Blákrossfólk hava hug
burðin – øll mugu hava ein
fyribyrgjandi hugburð. For
eldur,
myndugleikar
og
politiska skipanin eiga at
vera fyrimyndirnar!
Kvøldseta og
ungdómstiltak
Landsstevnan helt fram við
eini kvøldsetu leygarkvøld
ið. Gimme Olsen røddi og
hugleiddi um evnið ‘Hevur
Gud umsorgan fyri mær’,
har hann dvøldi við spurn
ingin ‘Hvar er Gud, tá eg
havi tað ringt’. Gimme
greiddi sera hugtakandi frá
sínum egna lívi, um teir
trupulleikar
hann
hevði
havt sum barn, og um
hvussu hann hevði lært, at
eisini í truplum tíðum var
Gud at finna. Trupulleikin
er ofta tann, at vit leita eftir
Gudi við liðina á okkum, tí
vit vænta, at hann fylgist
við okkum. Tá vit hava tað
ringast, er hann ikki við
liðina á okkum, men hann
ber okkum. Hetta síggja vit
sum oftast ikki fyrr enn
aftaná.
Um kvøldið var eitt
ungdómstiltak á skránni,
har Jan Højgaard greiddi
frá um lív sítt. Hann byrjaði
at drekka á ungum árum. Á
einum møti fyri nøkrum
árum síðan kom hann til
trúgv á Jesus, og hetta
hjálpti honum at leggja av
at drekka.
Sunnudagurin
Sunnudagurin
á
lands
stevnuni byrjaði við guds
tænastu við Sverra Stein
hólm, formanni í Bláa
Krossi. Seinnapartin var
eitt familjutiltak í Miðvágs
kirkju, har barnakórið í
Sørvági sang, ein drama
bólkur úr Miðvági fram
førdi, og Petur F. Johannesen
fortaldi um kongin, sum
kom ríðandi á einum asna
pálmasunnudag. Kirkjan í
Miðvági var fullsett til hetta
tiltakið.
Landsstevnan endaði við
einum Blákrossmøti, har
Petra Gregersen talaði um
víntræðið og greinarnar og
um Guds kærleika. Tórhild
Bjarkhamar sang á hesum
tiltakinum.
Landsstevnan hjá Bláa Krossi
Sverri Steinhólm, prestur, er formaður í Bláa Krossi
Blái Krossur hevði landsstevnu um vikuskiftið
tíðindi