hósdagur 26. mars 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 60 - 26. mars 2009
Fjøllistamaðurin,
Jóan nes Lamhauge,
sum í løtuni er lesandi
í Suðuronglandi,
hevur fingið
høvuðs leiklutin í
sangleikinum um
Dr. Jekyll and Mr.
Hyde. Hóast smá
ar vónir um at fáa
leiklutin, varð Jóan
nes Lamhauge vald ur
millum tey um leið
650, sum royndar
vandu til leikin
LeikList
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
23 ára gamli Jóannes Lam
hauge skal í leikinum um
Dr. Jekyll and Mr. Hyde
stríð ast móti tí ónda og tí
góða í einum og sama per
sóni. Hann hevur nevniliga
fingið krevjandi høvuðs
leik lutin millum tey á leið
650 ungu fólkini, ið vóru til
upp tøkuroynd á uni versi tet
in um í Kent í Suður ong
landi í desember mánaði.
Eg helt, at nú var so
langt síðan síðst, og at tað
hevði verið stuttligt at roynt
meg á palli aftur. Eg havi
ikki verið við í nakrari
stórari verkætlan síðan mín
høvuðs leiklut sum Jósef í
Jósef og ótrúliga litfagra
dreyma kotið,
sum
varð
settur upp í Hoydølum í
2004, sigur Jóannes Lam
hauge.
Eftir
fyrstu
upp tøku
roynd ina varð stórur partur
sáld aður frá, og aftaná enn
eitt úttøkuumfar, vísti Jóan
nes Lamhauge seg at draga
longsta stráðið.
Tað fekk eg at vita stutt
fyri jól. So vit hava vant
nógv og leingi. Hetta er ein
ótrú liga krevjandi leikur
við nógvum sangi. 42 sang
ir verða sungnir í leikinum,
og av teimum syngi eg tað
Jóan
Søgan í sangleikinum, Jekyll & Hyde, ið byggir
á tí upprunaligu skaldsøguna, snýr seg um
vísundamannin, Henry Jekyll, ið setir sær fyri at
skilja sundur tað góða og tað ónda í menniskjanum.
Á plakatini til vinstru sæst Jóannes Lamhauge, sum
spælir høvuðsleiklutin í leikinum Jekyll & Hyde
Borgarstjórin væl móttikin í Esbjerg
Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, var væl móttikin í Esbjerg
í gjár. Merkið veittraði uttan fyri ráðhúsið, og lokalu fjølmiðlarnir tóku ímóti
saman við borgarstjóranum í Esbjerg kommunu, Johnny Søtrup. Nú Norrøna siglir
á Esbjerg, hevur borgarstjórin, Johnny Søtrup, bjóðað til samstarv. Tað var í hesum
høpi, at Heðin Mortensen var á vitjan saman við embætisfólki. Á fundi í
ráðhúsinum í Esbjerg vóru felags áhugamál umrødd og samstarvsøki viðgjørd.
Borgarstjórarnir meta, at fleiri áhugaverd øki eru at samstarva um, millum annað
innan vinnulív, mentan og skúla. Heðin Mortensen bjóðaði borgarstjóranum í
Esbjerg at vitja í Tórshavn í summar. Til tá koma fyrireikingar at gerast til
formligar samstarvsavtalur, sum býráðini bæði skulu taka støðu til.
Landamark hevur flutt seg
Italia og Sveis noyðast at endurskoða markið landanna
millum. Orsøkin er, at sambært einari avtalu frá 1941 er ein
jøkul á fjallinum Matterhorn mark millum londini, men
veðurlagsbroytingarnar hava gjørt, at jøkulin er minkaður. Tað
hevur við sær, at landamarkið hevur flutt seg, og tí noyðast
londini at endurskoða tað, skrivar AFP úr Rom. Sum skilst eru
londini samd um, hvussu markið skal flytast. Flytingin hevur
lítla og onga ávirkan, tí økið er óbygt og ávirkar ikki
ognarviðurskiftini hjá nøkrum einstaklingi ella felagi, skrivar
AFP.