Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 60 - 26. mars 2009 mesta. Hetta er eisini ein lang ur sangleikur, sum varðar tveir tímar og tjúgu minuttir, greiðir hann frá. Í løtuni royna tey at fáa tað síðsta uppá pláss áðrenn frum sýningina fríggja­ kvøld ið. Nógvur tónleikur er í leikinum, og skal pláss gerast fyri bæði blásarum og strúkarum á pallinum. Umleið 70 fólk eru við í uppsetingini, 39 leikarar og 15 tónleikarar, umframt framleiðslufólk, pallfólk, garderoba, sminkufólk og onnur. ­ Kulissurnar til leikin eru ov stórar til upprunaligu høllina, vit skuldu framføra í. Tí hava vit fingið eitt annað høli. Vit vænta nógv fólk til hesa sýningina, tí tað verður gjørt nógv burtur úr PR arbeiðnum við hesum leikinum, tað er kunnað um leik in umvegis Facebook og so framvegis, sigur Jóannes Lamhauge. Akademikari/listafólk Umframt leiklistarligar gávur hevur Jóannes Lam­ hauge víst dygdir sum dugna ligur listamálari. Men seinasta summar byrjaði hann á universitetinum í Kent, har hann lesur religións filosofi. Hann hevur fyribils lagt málinga­ út gerðina og tekni blýant ar­ nar frá sær. Í staðin royn ir hann at savna seg um at fáa sær eina bókliga út búgving í hús. ­ Eg kundi sjálvsagt far ið á listaskúla ella sjón­ leikara skúla, men eg havi altíð ynskt mær hesa út ­ búgv ingina. Hetta er akkur­ át eg. Meðan eg so lesi, fái eg nógv hugskot, sum eg skitsi, og goymi tey til eg komi heim í feriu, og havi stundir at arbeiða við teimum, sigur Jóannes Lam hauge. Meðan Jóannes Lam­ hauge lesur í Kent, hanga mynd ir hansara á Vár fram­ sýn ingini í Listaskálanum, og onnur framsýning kemur upp at hanga í Lista glugga­ num í næstum. ­ Eg havi altíð hugsað, at eg burdi gjørt okkurt annað enn at mála ella spæla sjónleik. At eg skuldi fáa mær eina bókliga út búgving. Og mær dámar væl hetta akademiska um hvør vi. Eg eri sikkurt nak að av einum bókormi, sigur hann og flennir. Tað verður tosað á skúlanum, um at fólk koma frá stóru sjónleikara húsi­ num til slíkar framførslur, og finna ung og evnarík leik listafólk, tey ynskja at gera sáttmálar við. ­ Eg eri spentur uppá frum fram førsluna. Men um eg hevði sagt ja, um eg fekk ein sátt mála bjóðaðan, veit eg ikki. Tað hevði sjálvsagt verið spennandi, men eg vil fegin gera meg lidnan við tað, eg eri í holt við. Eg havi tað soleiðis við list, at eg tori illa at taka avgerðina um at liva av henni. Eg eri bangin fyri, at tá hon verður mítt livibreyð, gerst tað keðiligt at arbeiða við henni. At eg av tí skjótt missi tað ektaða við listini, sigur Jóannes Lam hauge. Leikur við nógvum dimensiónum »The strange case of Dr. Jekyll and Mr. Hyde« er ein kend skaldssøga eftir skotska høvundin Robert Louis Stevenson, sum skriv aði skaldssøguna í 1886. Søgan í sangleikinum, Jekyll & Hyde, ið byggir á upp unaligu skaldsøguna, snýr seg um vísundamannin, Henry Jekyll, ið setir sær fyri at skilja sundur tað góða og tað ónda í menniskja num. Hann ger av at fremja royndina á seg sjálv an, men missir tó skjótt tamar haldið, og verður í staðin umskapaður til tann ræðu liga Edward Hyde. Hetta fær sjálvandi álvars­ ligar avleiðingar, tí Hyde fýrir ikki fyri at drepa frá hond og at oyðileggja alt tað, ið vísundamaðurin Jekyll hevur vígt lív sítt til. Alt endar í einum meldri av girnd, ørsku og sam vitsku­ biti, og til tess at steðga Hyde, doyr Jekyll at enda fyri egnari hond. ­ Vit hava granskað eitt sind ur í hesum leikinum. Leikur in er ein tragedia í ein um Jack the Ripper um hvørvi. Hetta er ein rætti liga myrkur og gotiskur leik ur, har høvuðsevnini eru æra, kærleiki, girnd, ótrú skapur, sinnissjúka og mans morð. Sangleikurin víkur á henda hátt frá tí hug lag num, ið vit vanliga kenna frá sangleikum, greið ir Jóannes Lamhauge frá. Síðan skúlin byrjaði aftur eftir jólafrítíðina, hava tey vant nógv, og fer størsti partur in av tíðini við at venja, nú frumframsýningin stend ur fyri framman. ­ Eg var eitt sindur stúr in fyri tí málsliga at byrja við, tí tað sat ikki ordi liga tá. Men eg havi ment meg so nógv hesa síðstu tíðina, at eg nú slettis ikki hugsi um tað. Umleið helvtin av hinum leikar unum, ið mynda leik­ in um Dr. Jekyll and Mr. Hyde, eru næmingar á skúla num. ­ Tað er so gott at sleppa at spæla aftur. Mann fær so nógva góða barlast. Leik­ lut urin hjá mær hevur so nógv ar dimensiónir, her er tað reina, tað ónda og tað ivandi, alt í einum og sama per sóni. Tað er áhugavert, hal di eg. Mann skal veruliga leita djúpt inni í sær sjálvum fyri at finna tað í sær, sum skal til, sigur Jóannes Lamhauge, sum í annað­ kvøld skal royna seg sum skitsofreni Jekyll & Hyde. nes sum Jekyll & Hyde Jóannes Lamhauge gjørdi í 2004 vart við seg sum dugnaligur sjónleikari í leikinum Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið. Nú roynir hann seg sum Dr. Jekyll and Mr. Hyde í uppseting á universitetinum í Kent í Suðuronglandi Savnsmynd Norðurlanda Ráðharraráðið stuðlar veðurlagsverkætlan Økjandi hiti, slavnari veður og hækkandi sjógvur ávirka fornminni og mentanarumhvørvi. Norðurlanda Ráðharraráðið letur 600.000 kr til eina serstaka norðurlendska samstarvsverkætlan um veðurlag og mentunararv. Øll norðurlond eru umboðað í verkætlanini ”Veðurlagsbroytingar og árin á fornminni og mentanarumhvørvi”: Danmark, Finland, Føroyar, Grønland, Ísland, Noreg og Svøríki. Verkætlanin verður framd í tíðarskeiðinunm 2008­2010 undir leiðslu av norska Riksantikvaren í Oslo. Endamálið við verkætlanini er tvíbýtt: at menna norðurlendsku fornminnafyrisitingarnar soleiðis at tær verða betur førar fyri at at møta fráboðaðu veðurlagsbroytingunum, og at styrkja samstarvið teirra millum. Arbeitt verður við at fyrireika eina ráðstevnu um veðurlag og mentanararv í Oslo 12. november. www.ra.no/klimaprosjektet. www.natmus.fo.