hósdagur 26. mars 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 60 - 26. mars 2009
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Christian
Joensen,
Oyrabakki, andaðist á
Mørkini týsdagin 74 ára
gamal.
Fanni
Johannesen,
Selatrað, andaðist týs
dagin á Landssjúkrahús
inum 82 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr
Selatraðar kirkju fríggja
dagin klokkan 14. Tey,
sum vilja minnast Fanni,
kunnu lata eina peninga
gávu til ellis og røktar
heimið í Runavík, konta
í peningastovnunum.
Hans Petur Brekkstein,
bóndi,
Velbastaður
andaðist 24. mars, 82
ára gamal.
Jóhan Petersen, Norð
depli, búsitandi í Gudme
í Danmark andaðist leyg
ardagin, 88 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr
baptistkirkjuni í Oure,
Albjergvej 4, fríggjadag
in klokkan 12. Tey, ið
vilja minnast Jóhann
kunnu lata eina gávu á
konto í Eika banka.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
26. mars. Gabriel. Beint eftir mariumessu er nevndur
høvuðseingilin Gabriel, sum ber tey góðu tíðindini.
Navnið merkir guðsmaður.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Kunngjørt verður, at kæra mamma, vermamma,
omma og systir okkara
Anna Sigrun Gaardsdal Lauritsen
fødd Danielsen
ættað úr Leirvík - búsitandi í Gørlev
andaðist 21. mars, 54 ára gomul.
Jarðarferðin verður mikudagin 1. apríl kl. 13.00
úr Svellerup kirkju.
Vegna tey avvarðandi
Jóhan Danielsen
Tey, ið vilja minnast Annu Sigrun, kunnu lata eina peningagávu
á konto 0519-179464 í Sparekassen Sjælland.
80 ára føðingardagur
Fríggjadagin 27. mars fyllir Sigrid Samuelsen, Klaksvík,
ættað av Viðareiði, 80 ár. Dagurin verður hilin hjá soninum
Johan, Undir Brúnni 15.
80 ára føðingardagur
Sunnudagin 29. mars verður Malla Magnussen 80 ár. Tey,
ið ynskja at heilsa upp á Mallu, eru hjartaliga vælkomin í
Cafeteria í Ítróttarhøllini á Nabb millum kl. 10 og 14.
Tað var ein av hesum sjáld
sama góðu føroysku vetrar
døgunum, at eg fekk deyðs
boðini um ommu. Tað var
stilli og kalt, sólin sá og eitt
kavafølv lá í bygdini og í
fjøllunum kring um Vest
manna. Eg hevði júst gjørt
lítla kláran til ein gongutúr
í vogninum tá mamma
ringdi: Eftir nærum eina
viku á truplari sjúkralegu
við eyðsýndum líðingum
hevði omma givið upp ond
ina og var nú ikki millum
okkum longur.
Tá eg eina løtu seinni
stóð á vegnum niðan í
Heygadal og leit oman
yvir bygdina sum nú í
næstan 100 ár hevði verið
ramma um lívið hjá ommu,
fann eg ugga í jólasálmin
um, vit so mong jól sungu
heima hjá henni: “Øldirnar
fara, øldir munnu koma,
ætt eftir ætt søkkur undir
mold…” Vestmanna var
eftir mínum tykki blivin
eitt stórt menniskja fátak
ari, men alt gav meining,
tí í vogninum lá ein av
nýggjastu vestmenningun
um, fjálgt ballaður undir
dýnuni.
Eins og kanska flest
allar ommur, var omma
mín heldur ongin vanligur
persónur. Og hon fylti so
nógv millum okkum øll, at
tað fekk ikki annað enn
sligið fast, nú deyðsboðini
komu, hóast hon var blivin
so gomul. Hon gleddi seg
sjálv til at blíva 100 ár,
frísk og ferug sum hon
var. Skemtaði um løgmann
sum kom at vitja og spurdi
um drotningin enn mundi
senda kaffi. Og so gjørdist
endin so óheppin og syrgi
ligur fyri hana og okkum
øll. Hon datt í trappunum
og fekk so mikið álvarsligt
mein at hon megnaði ikki
at koma fyri seg aftur. Tað
gjørdi deyðsboðini eyka
syrgilig.
Omma var fødd 2. juni í
1909. Hon var dóttir John
og Maren Winther Olsen.
Hon var elst av trimum
systkinum, men gjørdist
vaksin tíðliga, ber helst til
at siga, tí hon misti mamm
una bert fýra ára gomul.
Seinni í lívinum fekk hon
aftur fleiri ferðir djúpa
sorg at kenna. Fyrstu ferð
tá hon misti fyrsta barnið,
sum var ein deyðfødd
genta. Seinni misti hon
aftur eitt barn, Torfinn,
sum doyði av vanlukku
minni enn tvey ára gamal.
Men tann góði, gamaldags
guðsóttin,
sum
omma
hevði, hjálpti henni gjøgn
um alt hetta, og tað verður
á ongan hátt dapurskygni
sum vit fara at minnast
hana fyri.
Tað sum eg fyrst og
fremt minnist ommu fyri,
eru øll tey mongu barna
árini, tá hon kom í heimið
hjá okkum at halda hús,
gera okkum døgurða og
strúka klæði, tí foreldrini
vóru til arbeiðis. Omma
gjørdi okkum priviligerað,
og eg gloymi ongantíð
hugnan og tryggleikan sum
tað var við til at geva
okkum børnum. Eg fari
eisini leingi at minnast
heimið hjá ommu, serliga
tey nógvu jólini, vit hildu
har. Hóast tað eru fleiri ár
síðani nú, so stendur alt so
ljóslivandi. Jólapyntið, hon
hongdi upp, døgurðin, hon
gjørdi okkum og gávurnar,
sum bara gjørdust fleiri og
fleiri sum talið á ommu og
langommubørnum
vaks,
men sum hon kortini helt
fram at geva okkum langt
upp í nítiárini.
Omma dugdi tíbetur so
deiliga væl at skilja sína
egnu støðu. At hon gjørdist
eldri, og tí ikki kundi halda
fram í heilt sama girði sum
hon plagdi. Hon flenti tá
hon varð spurd, hvussu
hon hevði tað, og svarið
var altíð tað sama: “Eg
havi tað sum ein gomul
kona kann hava tað. Eg
blívi skjótt 100 ár”.
Hon búði einsamøll til
tað síðsta og at støkka inn
á gólvið hjá henni var sum
at bremsa tíðini eina løtu.
Líka mikið hvat annað
hendi í lívinum, hvat tú
skuldi taka støðu til og
vera partur av, við ella utt
an góðum vilja, so umboð
aðu ommusa fýra veggir
henda serliga friðin og hon
sjálv var eitt slag av akkeri,
sum kundi vissa tann sum
ivaðist í, at tað skuldi nokk
ganga.
Omma hevði sína mein
ing um nógv, og fylgdi væl
við í hvussu vit ungu livdu
øðrvísi enn hennara ættar
lið. “Og eru tit so nógv
glaðari nú” spurdi hon har
hon sat við stokkunum og
eygleiddi okkum renna
um kapp við tíðina.
Sjálv var hon heima alt
lívið. Hon fekk ongantíð
eina løn útgoldna, og, eg
haldi, eg kann siga fyri
hana, at hon hevði ikki
vilja gjørt tað øðrvísi, um
hon kundi.
Hon lat okkum vita, uppá
sín
góða,
kærleiksfulla
máta, at lívið heldur ikki
var so galið soleiðis sum
tey livdu fyrr. Men hon
skilti væl, at verðin varð
broytt, og at okkara møgu
leiki at gera nakað øðrvísi
var avmarkaður. At vit bara
ruku við streyminum, sum
taratonglar í brimi.
Tað eru nógv fólk í Før
oyum sum fara at minnast
ommu fyri, hvussu røsk
hon var. Eitt nú frá pensjón
istaskeiðunum
á
Háskúlanum, har hon í
mong ár var so nógv tann
elsti luttakarin. Ella tá hon
ferðaðist bæði innan og utt
anlands, eisini eftir at vera
komin væl upp í árini.
Hvussu væl henni dámdi at
fara út og vera millum onn
ur.
Sjómanskvinnuringar
og sunnudagsskúlar, sum
hon var við til at skipa fyri.
Seinasta dømi um treyst
ið í henni var tá Landsfelag
Pensjónista helt eldradag í
Vestmanna í august 2008.
Omma spákaði sær einsa
møll ein túr niðan í høllina
henda dagin, og endaði á
forsíðuni á Sólsetri, blaði
teirra eldru, sum kom út
stutt eftir. Hetta bragdið
skuldi vísa seg at verða
hennara seinasta.
Eg vil við hesum æra
minnið um ommu mína.
Eg, og mong við mær, fara
at leingjast eftir tær leingi,
omma.
Gunnar
Minningarorð um
Giggu (Bergithe) Petersen
Fødd 2.juni 1909, deyð 16.november 2008