hósdagur 26. mars 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 60 - 26. mars 2009 ]
Vøllur skiftir navn
Heimavøllurin hjá enska Premier League-felagnum,
Wigan, skiftir frá næsta kappingarári navn. Síðani
vøllurin stóð liðugur í 1999, hevur hann itið JJB Stadium,
men tá komandi kappingarár byrjar í august, skiftir
vøllurin navn til DW Stadium. Broytingin er tó ikki so
stór, sum hon ljóðar at vera, tí talan er í veruleikanum
um, at tað er gamli eigarin av JJB Sports, sum nú hevur
fyritøkuna DW Sports. Hann eitur Dave Whelan og er
forrestin eisini formaður í Wigan.
Fótbóltsátak í USA
Í juli mánaði fara italsku fótbóltsfeløgini Milan og Inter
saman við enska Chelsea til USA at vera við í einari
kapping, sum skal varpa ljós á fótbóltin, samstundis sum
vitjandi feløgini eisini síggja sær fíggjarligar møguleikar
»over there«. Aftur at teimum trimum europeisku
feløgunum verður mexikanska Club America við í
kappingini, sum kallast World Football Challenge.
Hóast Ajax Keyp
mannahavn royndi
sítt besta, tapti liðið
hjá Heina Hanusarson
í gjár ein týðandi
dyst í botnstríðnum
í bestu donsku hond
bóltsdeildini. – Nú
mugu undur henda,
skulu vit verða verandi
í deildini, sigur venj
arin hjá Heina, Christi
an Dalmose
HONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Heini
Hanusarson,
sum
síðstu vikuna hevur verið við
føroyska manslandsliðnum
til teir báðar dystirnar ímóti
Sveis í EM-undankappingini,
gjørdist toppskjútti hjá Ajax
við sjey málum, tá liðið
seinnapartin í gjár framman
fyri 550 áskoðarum í Bavne-
høj-høllini spældi ímóti Nord-
sjælland Håndbold.
Tað munaði bara ov lítið,
tí liðið hjá Heina og teimum
tapti 22-27 fyri Nordsjæl-
land, sum var á odda 13-11
í hálvleikinum. Eftir dystin
ljóðaði venjarin hjá Ajax
Keypmannahavn, Christian
Dalmose, sera uppgevandi,
tá hann var biðin um at taka
samanum:
– Vit taka nakrar skeivar
avgerðir og eru ov ótolnir í
álopinum. Vit eru ikki nóg
klókir og dugnaligir og
verða revsaðir av Nordsjæl-
land. Nú skulu undur henda,
um vit skulu verða verandi
í deildini, segði hann við
TV2 Sport, sum vísti dystin
beinleiðis.
Fullu ímóti endanum
Kravið í gjár var ein sigur,
men soleiðis skuldi ikki
ganga. Dysturin var heldur
ikki frammanundan roknað-
ur sum nøkur løtt uppgáva,
tí mótstøðuliðið, Nordsjæl-
land Håndbold, stríðist av
øllum alvi við GOG um at
fáa tað síðsta plássið í enda-
spælinum og mátti tí eisini
vinna dystin fyri at røkka
sínum máli.
Heini og teir komu betur
frá byrjan, og tað tók eitt
sindur av tíð hjá Nordsjæl-
land at bróta seg ígjøgnum
livandi verjuna hjá Ajax,
sum eitt skifti var fimm mál
á odda. Men Nordsjælland
stríddi seg stútt og støðugt
inn í dystin, og longu í
hálvleikssteðginum
var
leiðslan hjá Ajax burturi.
Hinvegin var ikki leyst og
liðugt fyri tað, tí dysturin
varð ikki avgjørdur fyrr enn
síðstu 10 minuttirnar. Tá
hevði Ajax enn eina ferð
vunnið seg framum við trim-
um málum og skuldi havt
møguleikar at vunnið tey
bæði sera týðandi stigini.
Men í staðin kom Nordsjæl-
land fyri seg aftur og vann.
Ímóti endanum skrambl-
aði alt saman hjá Ajax, og tí
endaði tað við einum heldur
størri tapi, enn dysturin ann-
ars rættvísgjørdi. Størsta
orsøkin var, at Ajax mis-
brúkti alt ov nógvar mál-
kjansir, og prísurin fyri tað
sær nú alt meira út til at
vera ein tilvera í næstubestu
deildini næsta kappingarár.
Harðar treytir
Annars hevur spælið hjá
Ajax síðstu tíðina verið í
stórari framgongd, og bæði
ímóti FC Keypmannahavn,
GOG, Kolding og Skjern
hevur liðið hjá Heina Han-
usarson spælt sera væl, men
hevur tó ikki fingið úrslitini
við sær.
Nú kappingarendin nærk-
ast, er støðan tann, at Ajax
Keypmannahavn framvegis
er aftast í CBB Mobil-lig-
uni við fimm stigum, sum
eru trý færri enn TMS Ring-
sted, sum hevur tríggjar
dystir eftir, meðan Ajax
bara hevur tveir dystir eftir.
Annar er á útivølli ímóti
Århus GF og hin á heima-
vølli
ímóti Team Tvis
Holstebro. Men Ajax skal
altso hava trý stig burtur úr
hesum báðum dystunum,
samstundis sum TMS Ring-
sted einki stig skal hava aftr-
at. Megnar Ajax hetta, so
eru trý stig altso nóg mikið,
tí liðið stendur betur í tí, tá
tað kemur til innanhýsis
uppgerðirnar við TMS.
Heini toppskjútti
– men tapti kortini
Leygardagin verður
seinasta umfar í
liðkappingini í talvi
avgreitt í Klaksvík,
tá allar deildir telva
á sama stað. Hóast
Sandavágur er á
odda í 1. deild, eru
teoretiskt møguligt
hjá trimum øðrum
liðum at vinna
føroyameistaraheitið
TALV
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Sum vanligt, endar liðkapp-
ingin í talvi við einum ord-
ans endabresti, tá øll talvini í
øllum deildum verða telvað á
einum og sama stað, sum
hesa ferð er fimleikarhøllin í
Klaksvík. Byrjað verður leyg-
armorgunin klokkan 11.30,
og Talvsambandið
hevur
heitt á allar telvarar um at
møta í góðari tíð, so byrjast
kann stundisliga.
Serliga í 1. deild er ein
teoretiskur møguleiki fyri,
at endin kann gerast spenn-
andi, hóast ásannast má, at
Sandavágur liggur so mikið
væl fyri, at tað skal vilja
sera illa til hjá oddaliðnum,
eydnast ikki at vinna so
mikið, at tað røkkur til
meistaraheitið.
Støðan í 1. deild undan
seinasta umfarinum er tann,
at Sandavágur er á odda við
23 stigum, Klaksvík 1 hev-
ur 20½ stig, Havnin 1 hevur
20 og Vestmanna 1 hevur
19 stig. Leygardagin skal
Sandavágur 1 telva ímóti
Havnini 1, meðan hinir báð-
ir dystirnir eru Vestmanna
1-Klaksvík 1 og Havnin 2-
Klaksvík 2.
Reglur fyri umdyst
Av tí støðan í 1. deild kann
gerast tann, at meira enn
tað eina liðið endar ovast
við flest stigum, samstundis
sum somu lið eisini kunnu
enda við somu dystarstigum,
hevur
kappingarleiðarin
skorið út í papp, hvussu
reglurnar eru, um tað heila
endar á jøvnum.
Endar tað so javnt, má
umdystur til fyri at finna
endaliga vinnaran, og tá
telva liðini fyrst ein dyst
við kviktalvi. Stendur fram-
vegis á jøvnum verður enn
ein dystur, men hesa ferð
við snartalvi, og nú verður
hildið á at telva, til annað
liðið vinnur.
Reglurnar fyri annað og
triðja pláss eru tær somu,
um tað eisini skuldi staðið á
jøvnum har, so lættari skal
vera at avgreiða heiðurs-
merkini, nú alt er samlað á
einum stað í hesum seinasta
umfarinum í liðkappingini.
Endabrestur í talvi leygardagin
Stendur púra á jøvnum, tá
liðkappingin í 1. deild endar
leygardagin, skulu umdystir
til – fyrst við kviktalvi, og
um tað framvegis stendur á
jøvnum, so við snartalvi
Heini Hanusarson var í gjár toppskjútti hjá Ajax Keypmannahavn við sjey av teimum 22
málunum, sum liðið fekk í tapta dystinum ímóti Nordsjælland