Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 60 - 26. mars 2009 Striptease í Eclipse Tað er nærum vorðin ein traditión hjá Eclipse at borðreiða við erotiskum dansi, og leygarkvøldið verður danski stripparin Jessica Sky at síggja í Eclipse Hon má sigast at hava roynt eitt sindur av hvørjum. Umframt at hava eitt fulltíðarstarv sum strippari, so hevur danska Jessica Sky eisini verið nakin model í einari ørgrynnu av bløðum. Millum annað hevur Jessica verið at sæð í Se&Hør, Ekstra Blaðnum, M! og føroyska mannfólka blað­ num Ð. Leygarkvøldið verður hon so at síggja í Eclipse. Til ber at vitja heima­ síðuna hjá henni Mohamed, Linda og ABC og teirra dómarar miðja sterkt ímóti at fáa teir ungu hyggjararnar, tá tey skulu dystast um sigurin og plátusáttmálan í tí stóru X-Factor finaluni fríggjadagin Allir tríggir finalistar hava nevniliga lagt klassikararnar frá sær, og eru farin eftir nýggjum sangum hjá eitt nú Katy Perry, Lady GaGa og Pink. Linda skal framføra lagið hjá Pink “What”, ið er av hennara 5. fløgu “Funhouse”. Mohammed skal framføra lagið hjá Katy Perry “Hot N Cold”, og hetta lagið blandar hann saman við lagnum hjá Daniel Bedingfield “If You’re Not The One” frá 2002. ABC hevur eisini ætlanir um at blanda tvey ymisk løg saman til finaluumfarið. Tað er nevniliga lagið hjá Elton John “Circel of Life” og “Just Dance” hjá Lady GaGa. Søren Rasted stendur handan vinnarasangin Í seinna partinum av finalushownum skulu finalistarnir framføra tað lagið, ið verður fyrsta útgávulagið hjá vinnaranum. Lagið er skrivað av Søren Rasted, ið er ein av størstu sangskrivarunum í Danmark. Take That Teir tríggir finalistarnir eru ikki einsamallir á pallinum. Tann víðagitni dreingjabólkurin Take That luttaka sum gestastjørnur. Teir framføra tvey løg, og verða tað “Patience” og “The Garden” Linda skal syngja Pink Tað var ikki bert ein tóm hóttan, tá Peter Lundin umvegis sakføraran Peter Hjørne kravdi 100.000 krónur frá Pia Kjærsgaard, tí hon kallaði hann fyri hópdrápsmann Í sendingini hjá TV2 Go’ Morgen Danmark nevndi Pia Kjærsgaard Peter Lundin fyri ein hópdrápsmann. Sambært tv2.dk hevur sakførarin hjá Peter Lundin, Peter Hjørne, nú sent kæruna til býarrættin í Lyngby, har hann krevur Pia Kjærsgaard dømda eftir grein 267 í straffilógini. Umframt krevur hann 100.000 krónur í endurgjaldi til lívstíð dømda kunda sín. ­ Vit at leggja sak ímóti Pia Kjærsgaard vil eg prógva, at tað ikki er rætt at nýta orðið “hópdrápsmaður” um meg ella tað, ið eg eri dømdur fyri, skrivar Lundin í einari viðmerking til TV 2 sendingina Station 2 Tað er sambært tv2. dk tann royndi sakførarin Merete Stagetom, ið skal verja Pia Kjærsgaard í rættinum. Peter Lundin: Eg vil ikki kallast hópdrápsmaður! www.jessicasky.dk Mynd: Bjarne Bergius Hermansen