hósdagur 26. mars 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 26. mars 2009
23
Nakað frá gravsteinunum
hjá Óla Arge, Óla Smið,
konu hansara Fíu og
dóttrini Oslu eru fimm
aðrir gravsteinar við
Argenøvnum
Ein gravsteinur er yvir
Marin, fyrru konu Óla, og
son teirra Niels Juel. Marin
var úr Britustovu á Eiði. Í
1904 hendi ein stór van
lukka, sum eisini kundi rakt
son hennara Magnus. Ein
systir Marina var Anna
Margrethe Andreassen,
vanliga nevnd Greta í Britu
stovu. Hon var gift við
Andreasi Dam Andreasen,
sum í 1901 fórst við Garðs
bátinum. Greta, sum tá sat
eftir við níggju børnum, var
í torvi við Eiðisvatn og
hevði við sær synirnar,
Niels og Georg, 9 og 11 ára
gamlir, umframt Magnus,
son Óla og Marin. Magnus
hevur tá verið 9 ára gamal.
Sum vanligt var, høvdu
foreldur børnini við í torv
arbeiði, og dreingir í hes
um aldri kundu eisini gera
stóra nyttu. Men teir
sluppu sjálvandi eisini at
spæla. Og at spæla niðri
við vatnið hevur eisini
verið náttúrligt fyri dreing
ir. Hendan ferðin endaði í
einum stórum sorgarleiki,
sum seint verður gloymdur,
tí Nils og Georg druknaðu
báðir fyri eygunum á
hjálparleysu mammuni.
Óhepni fylgdi ættini hjá
Gretu. Í 1957 druknaðu
fýra ommusynir hennara
við Stella Argus.
Niels Juel fekk eisini
stutta ævi
Niels Juel var fiskimaður
og tók fiskiskiparaprógv.
Tað seinasta árið, hann var
burtur, var hann bestimað
ur við Energy, sum Jógvan
við Stein førdi. Hann fekk
tuberklar og varð lagdur
inn á bróstsjúkrahúsið í
Hoydølum, har hann and
aðist í 1911, ikki fyltur 22
ár. Hann hevði fingið skip
at føra tað árið hann doyði.
Niels Juel var eisini losju
maður. Í bókini um losjuna
í Havn verður greitt frá
nýggjum tiltøkum hjá losj
uni. Eitt var, at ein
avhaldssjúkrakassi varð
settur á stovn. Slík sosial
stig vóru partur av losju
arbeiðinum. Losjulimirnir
rindaðu í ein jarðarferðar
kassa, sum hjálp kundi
fáast úr, tá ið útreiðslurnar
av eini jarðarferð skuldu
gjaldast. Í 1905 varð eitt
hjálparfelag sett á stovn
undir losjuni, sum hevði til
endamáls at hjálpa arbeiðs
leysum limum at gjalda
limagjaldið, sum var 10
oyru fyri menn og 5 oyru
fyri kvinnur.
Tað stóð ikki fíggjarliga
væl til hjá hesum felag,
men teir kláraðu kortini í
1910 at gjalda limagjaldið
fyri tveir limir, sum vóru
innlagdir á sanatoriið. Tá
ið annar av hesum limum,
Niels Juel Arge, andaðist
árið eftir, syrgdi losjan
unga limin við at bera
syrgirosettir í tríggjar
mánaðir.
Niels Juel var sjálvandi
uppkallaður. Í 1919 fekk
Óli Arge, y, BilÓli, ein
son sum kallaðist Niels
Juel. Men hann doyði heilt
skjótt. Tann 20. august
1920 fáa tey aftur ein son,
sum verður kallaður Niels
Juel, sum vit kenna frá
útvarpinum. Hann er eisini
ein kelda til hesa grein.
Magnus, beiggi BilÓla,
fekk eisini ein Niels Juel
Arge, sum var kendur sum
klokkari í Klaksvík.
Bert konan er nevnd á
gravsteininum
Á tí næsta steininum stend
ur bert Elsebeth Malene
Arge. Hon var kona Anton
Sofus Arge, vanliga kall
aður Sofus. Hann er deyð
ur í 1934 og er grivin í
gamla kirkjugarði. Hann
liggur helst undir liðini á
konuni, sum doyði í 1932.
Sofus var næstyngsti
sonur smiðin Niels L.
Arge. Hann var tann ein
asti av brøðrunum, sum
varð búgvandi á Argjum.
Hann hevði góðan hug til
jarðarbrúk og seyðahald.
Tað komst av, at hann
hevði sera góðan hug at
fáast við jørð og legði alla
sína orku í hetta arbeiði.
Men hann var altíð við
argjamonnum og tók lut í
øllum byggiarbeiði, grót
høgging og grótlaging
saman við brøðrunum.
Hann mundi vera tann,
sum lagaði flest húsagrund
ir í Havn eitt skifti. Sofus
stendur eisini í protokollini
hjá kirkjugarðinum at vera
“stenhugger”.
Jørðina arvaði hann deils
frá pápanum, deils keypti
hann frá beiggjanun Jákup
Andriasi. Hann var ein av
teimum 10 argjamonnun
um, sum í 1902 løgdu
275.000 kvadratalin inn
heiman fyri Argir. Tá ið
hetta var komið í lag, fekk
Müller loyvi til at leggja
alt lendið inn, sum lá heim
móti Sandá. So bar ikki til
hjá argjamonnum at leggja
meira inn tann vegin. Müll
er fekk eisini loyvi til at
leggja eina trøð inn sunnan
fyri Argjaboða, og so vóru
argjamenn innibyrgdir.
Sofus hevði upp í tríggjar
kýr. Mjólkina bar hann alla
á bakinum inn til Havnar
og avreiddi hana har.
Sofus var kendur fyri sítt
hugnaliga skemtingarlyndi,
og nógv av hansara tiltøk
um livdu leingi.
Hann var giftur við Else
beth Malenu Olsen úr
Boyggjastovu í Havn. Tey
áttu synirnar:
Niels, f. 10/5 1887
Esbern, f. 12.2 1893
Anton f. 16.11 1900
Tá ið Sofus var deyður,
búðu synirnir í húsum hans
ara, men so vórðu tey seld,
og tey seinastu av greinini
hjá Smiðinum fluttu av
Argjum.
Sofus var eisini virkin
losjumaður. Hann skiftist
við aðrar losjulimir at vera
stórtemplari árini 1908
1925.
Íslendska verdóttirin
fekk ikki langt lív
Niels var giftur við Toru
Nielsdatter f. Lambertsen
av Fáskrúðsfirði á Estur
landinum í Íslandi. Hon
“eigur” ein av hesum
steinum.
Hon kom til Føroya við
einum fiskiskipi, og hon
skuldi hava húspláss í
Føroyum. Tora fór fyrst at
tæna í Kirkjubø.
Viggo Christiansen hev
ur funnið í eini fólkateljing
frá 1911, at tá býr hon hjá
C.C. Danielsen, kendur
sum postmeistari og spari
kassastjóri og hevur kanska
tænt har.
Hon hevur so hitt Niels
Arge og er ikki farin avstað
aftur. Tey eru so gift seinni
og fingu sonin Anton í
1917. Hann giftist við
Jacobinu (19141995), og
hann doyði í 1976.
Tey fingu børnini Petur,
Tórur, Sonju og Ásu. Tórur
var eitt skifti nevndarlimur
í Havnar Arbeiðsmanna
felag. Sonja hevur roynt at
kanna sína íslendsku
familju. Hon var eina ferð
á Fáskrúðsfirði. Her fann
hon ongan, men fekk tó
staðfest, at her vóru fleiri
sum kallaðust Lambertsen.
Á Hafnafjørðinum fann
hon kortini fram til ein
íslendskan trýmenning.
Myndina av ommuni hava
vit eisini lænt frá henni, og
hon er ein kelda til hesa
grein.
Men Tora doyði ung,
bert 40 ára gomul. Hon var
farin at mjólka og fekk
einhvønn skaða, og hon
kom ikki fyri seg aftur.
Anton Sofus Arge:
Enn ein hegnismaður av Argjum
Í næstseinasta parti av hesi røð varð greitt frá um Óla Smið. Ein av hansara beiggjum var Anton Sofus,
vanliga kallaður Sofus. Hann fekk eina íslendska verdóttir, sum ikki fekk langt lív lagað
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Komandi partur
Í komandi parti
verður greitt frá
Rakul og Christian
Christiansen,
loðsurin kallaður
Niels Juel var føddur jóladag,
tí navnið. Hann gjørdist bert
21 ár. Í bringuni hevur hann
losjumerki. Mynd av mammu
hansara var í umrøðuni av
Óla Smið í blaðnum 12. mars
Anton Sofus Arge,
verpápi Toru
Lina gjørdist bert 10 ára
gomul
Tora saman við soninum
Anton, tá ið hann varð doypt
ur. Hon gjørdist bert 40 ár
Gravirnar eru frá vinstru
MAREN ARGE
FØDT JOHANSEN
F. PAA EJDE 18.5.1865
D. I THORSHAVN 1.7.1904
FRED MED DIT MINDE
NIELS JOHAN JUEL ARGE
F. 25. DECEMBER 1889
D. 22. MARTS 1911
ELSEBETH MALENE ARGE
F. OLSEN
F. 1858
D. 1932
PAULINE MARIA SOFIE ARGE
F. 4. 5. 1892
D. 25.11 1902
HERREN GAV HERREN TOG
HERRENS NAVN VÆRE
LOVET
TORA ARGE F. LAMBERTSEN
F. 15. SEPTEMBER 1885
D. 16. JUNI 1926
NIELS JUEL ARGE
F. 31.7. 1919
D. 14.8 SAMME AAR
MERRY ARGE
F. 4.11.1923 DØD SAMME DAG
HERREN ER MIN HYRDE
SAL. 23, v 1