hósdagur 26. mars 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 60 - 26. mars 2009
»Hvar vart tú, táíð Eg legði
grundvøll jarðarinnar. Sig
tað, um tú ert so klókur.«
(Job 38,4)
Mong eru tey, sum royna at
gera seg klók uppá skaparverk
ið, og gera sínar egnu tankar um
uppruna lívsins. Nógv sokallaði
ástøðir eru framsett, og at siga
at eitt ástøði, so leingi tað ikki
er mótprógvað, situr trygt í há
sætinum sum sannleiki, er einki
uttan møsn. Hans Andrias
Sølvará hevur í Dimmalætting
3. mars langa hugleiðing um
menningarlæruna, og um
ástøðir sum fara at yvirliva og
onnur sum doyggja, tí tey eru
mótprógvaði. Stundum haldi
eg, at H.A.S. veit ikki hvat hann
sigur. Hann skrivar soleiðis:
”Uppáhald um, at Gud hevur
designað lívfrøðiligar skipanir
kunnu hvørki prógvast ella
mótprógvast.” (sitat enda).....
Og aðrastaðni skrivar hann:
“Hevði vísindin ikki funnið
mótprógv móti skapanarlæruni,
so høvdu tey flestu upplýstu
kristnu framvegis verið krea
tionistar.” (sitat enda) Vónandi
sært tú, sum lesur hetta, grovu
mótsøgnina. Fyrst verður sagt,
at skapanin kann ikki mótprógv
ast (sum eg má geva H.A.S.
púra rætt í), og síðani verður
sagt, at vísindin hevur mót
prógv móti skapanarlæruni. Er
hetta serliga skilvíst?
Íðan, táíð H.A.S. aðrastaðni
í greinini so avgjørdur sigur, at
tey ástøði, sum ikki verða mót
prógvað, fara at yvirliva (og
her sipar hann til menningar
læruna, sum eftir hansara tykki
ikki er mótprógvað), so man
skapanarlæran fara at yvirliva,
tí sum hann sjálvur sigur “uppá
hald um, at Gud hevur design
að lívfrøðiligar skipanir kann
ikki mótprógvast.”
Vitnisburðir av
vísindamonnum
Men hvussu trygg stendur
menningarlæra Darwins sum
eitt ómótprógvað ástøði? Teir
sum verja hesa læru eru rætti
liga komnir í verjustøðu, og
vísindafólk í túsundtali innan
allar vísindagreinir eru glaðir,
at teir eru komnir út um girð
ingarnar í hesum villunar
garði. Stundum verður sagt, at
tú sært bara tað, sum tú vilt
síggja. Men verri er við vilja at
vera blindur. Eg haldi Pætur
ápostul sigur tað so gott: “Við
vilja eru teir blindir fyri hesum,
at frá fyrndartíð vóru himlar
til, og jørð... við orði Guds”(2.
Pæt. 3,5). Táíð man við vilja
vil vera blindur og setur viljan
inn uppá at vera verandi í blind
leikanum, ja so er ikki nógv at
gera. Nógvir sum hava verið
blint forelskaðir í Darwin hava
fingið eyguni upplatin og hava
vent ørvitistosinum bakið. H.
A.S. tykist vera glaður, at teir
“gløggastu” kreatiónistarnir nú
eru komnir í stríð við 1.Móse
bók, og at “hetta er ein gongd,
sum útilukkandi er hend undir
trýsti frá vísindaligum prógv
um.” Í 2001 varð The Scienti
fic Dissent From Darwinism,
sum er ein almenn yvirlýsing
av vísindamonnum, sett í um
ferð av Discovery Institute.
Fyri at seta títt navn undir hesa
yvirlýsing skalt tú í minsta lagi
antin hava Ph.D í vísindaligu
økjunum sum: lívfrøði, evna
frøði, støddfrøði, verkfrøði,
telduvísindi, ella eina av hinum
náttúru vísindagreinunum; ella
skalt tú hava M.D. og virka
sum professari í medisin.
Munnu teir vera nóg gløggir at
vita, hvat teir gera? Síðani
2001 hava fleiri enn 700 vís
indafólk skrivað undir hesa
yvirlýsing. Her eru nøkur sitat
av teimum :
Dr. David Berlinski: “Menn
ingar ástøði Darwins er hin
stóri hvíti elefanturin í samtíð
ar hugsaninni. Hann er stórur,
næstan heilt óbrúkiligur, og er
evni fyri pátrúnni.”
Dr. Vladimir L. Voeikov,
Professari í Bioorganic, Mos
cow State University; limur í
the Russian Academy of
Natural Sciences: “Hugsjónin
og lívsáskoðanin í neodarw
inismuni, sum av serfrøðing
unum verður seld sum vísinda
ligi grundvøllurin í lívfrøðini,
darvar álvarsliga vísindaligu
menningini og krógvar fyri
næmingunum veruligu
vandamálini á økinum.”
Dr. Raul Leguizamon, Patho
logist og professari í medisin
við Autonomous University í
Guadaljara, Mexico: “Eg skriv
aði undir Scientific Dissent
from Darwinism yvirlýsingina,
tí eg eri heilt og fult sannførdur
um mikla trotið av sonnum
vísindaligum prógvum í Darw
inistisku trúarsetningunum.
Eingin í lívfrøðiligu vísindini,
medisin íroknað, hevur tørv á
Darwin á nakran hátt.”
Dr. Stanley Salthe, fráfarin
professari, Brooklyn College á
City University í New York:
“Menningarlæru ástøði Darw
ins var mítt øki í lívfrøðiligari
servitan. Millum annað skriv
aði eg fyri 30 árum síðani eina
lærubók um evni. Men við
tíðini eri eg farin burtur frá
ástøði Darwins, og havi lýst
hetta sum ein íspunnin moder
na myta. Tískil eri eg vissuliga
samdur í, at næmingarnir í
lívfrøði skulu hava møguleikan
at gera seg kunnigar við av
markingarnar og brekini í
hesum ástøði.”
Dr. Michael Egnor, Pro
fessari í nervalíkisskurðfrøði
og pediatrics við State Universi
ty í New York: “Darwinisman
er eitt týdningarleyst ástøði,
sum hevur verið upphevjað til
vísindaliga tign og sum hevur
stýrt nútíðar lívfrøðini.”
Menningarlæran ikki vísind,
men serstøk trúarskipan
H.A.S. skrivar: “Menningar
læran er grundarlagið undir
lívfrøðini. Tað var ikki fyrrenn
við Darwin og menningarlær
uni, at lívfrøðin hevjaði seg
upp um tað spekulativa og
gjørdist ein empirisk vísinda
grein.” Men Dr. Albert Fleisch
mann, University of England er
ikki samdur við H.A.S. Hann
sigur: “Eg vrakaði evolutións
læruna, tí hart vunnin kunn
skapur síðani 1830 í vísinda
greinunum: Anatomi, vevnað
arfrøði, kyknulæru og fostur
frøði kann ikki sameinast við
hennara grundleggjandi ástøði.
Hesin grundleysi, óveruligi
menningarlæru byggningur
hevði fyri langari tíð síðani
havt uppiborið sína lagnu, var
tað ikki fyri tann veruleika, at
kærleikin til álvakent skrøgg er
so djúpfestur í manna hjartan
um.” Evolutionistar illneitast
stundum inn á kreationistar og
siga, at skapannarlæran einans
er grundað á trúgv. Munurin
ímillum menningarlærutrúnna
og trúnna á hin livandi Gud,
sum alt hevur skapt, er himmal
víður. Einasti líkleiki er, at
bæði verða bólkaðar sum trúgv.
Ein ørgrynna av vísindafólki,
sum áður styðjaðu menningar
læruna og nú hava vent henni
bakið, siga beint út, at henda
læra als ikki er vísindalig av
teirri einfaldu orsøk, at hon
ikki er kjølfest í lívfrøðini og
ei heldur nakrari aðrari vísinda
grein. Jamen, táíð vísindin ferð
eftir ferð hevur prógvað at
ástøðið Darwins og veruleikin
ikki kunnu sameinast, er tað so
ikki eitt mótprógv? Jú víst er
tað so, og tí er menningarlær
an, sum nógvir vísindamenn
eisini siga, einki annað enn ein
religión, og hesa religión
kunnu tey, sum stuðla henni,
gjarna eiga. Greiningin uppá
eina religión er henda: “Ein
serstøk trúarskipan, ella ein
tilbiðjan, bygd á Gud, ella
etiskar grundreglur, ella eina
lívsfilosofi.” Evolutións ástøði
líkur fult út trý av hesum “ein
serstøk trúarskipan”, “ein
tilbiðjan”, “bygd á eina
lívsfilosofi.”
Ósatt uppáhald
Men hví er tað soleiðis, at eitt
ástøði, sum bæði er mótprógv
að og eisini er prógvað at vera
ósatt, verður tilbiðið í slíkan
mun, sum menningarlæran
hevur verið og framvegis verð
ur? Hví hevur henda læra gjørt
slíka innrás á lærustovnarnar
um allan heimin? Hví verða
børnini framvegis upplærd í
nøkrum, sum mangir av lærar
unum sjálvir siga og vita er
møsn? Hví verða listasøvnini
prýdd við øllum hesum “dýr
gripum”, sum fyri ein stóran
part eru falsaðir? Eg haldi at
Dr. Etheridge, Paleontologist í
British Museum sigur tað so
gott: “Níggju tíggjundapartar
av menningarlæru tosinum er
tað bera møsn, uttan kjølfesti í
rannsøknum og verður als ikki
styðja av veruleikum. Hetta
listasavn er fult av prógvum
um fullkomnu falsaninna í
teirra átøkum. Í øllum hesum
stóra listasavni er ikki eitt
einasta prógv um “transmuta
tion of species.” Eg veit, at tað
kann vera troyttandi í eini grein
sum hesi at endurgeva ymsar
vísindamenn og teirra niður
støður, men tað er kortini al
neyðugt. H.A.S. sigur, at “Alt
tað, sum vísindin er komin
eftir síðan Darwin í 1859 setti
fram sítt ástøði, tykist stuðla
ástøðið.” Nú má man spyrja:
Veit maðurin ikki betur, sum
hevur slík rósandi orð at bera
menningarlæruni? Ella heldur
hann, at øll, sum ynskja sær
kunnskap um ymiska vísind,
einans lesa Dimmalætting og
greinar hansara um menningar
læruna, og tí eru líka óvitandi,
sum hann sjálvur tykist at
vera? Ella hvat slag av vísind
er tað H.A.S. lenar seg afturat?
Og hví halda á við slíkum
ósonnum uppáhaldi, at øll
vísind síðani 1859 stuðlar
Darwin.
Darwinistiskar villur
Dr. H.B. Holroyd, Ph.D, verk
frøðingur og alisfrøðingur,
fyrrverandi stjóri í Department
of Physics, Augustana College,
Illinois, USA, skrivaði grein í
1982, sum stóð at lesa í Crea
tion Reasearch Society Quart
erly; greinin hevði heitið:
“Darwinism is Physical and
Mathematical Nonsense.” Í
hesi grein skjýtur hann upp, at
allar stórar mannavillur í fram
tíðini skulu verða skírdar:
“Darwinistar”. Hann sigur, at í
einum mátingarstiga, sum
mátar mannavillur, er Darw
inisman “Mr. Everest.” Hann
sigur m.a. soleiðis: “Atvoldin
til darwinistisku villurnar var
mistakið ikki at nýta neyðugu
støddfrøðina, tí vit hava sæð at
omanfyri allan orðadrátt, er tað
ómøguligt, at tær ófatiligu
smáu designaðu lívverurnar
kunnu vera vorðnar til av til
vildarligum tilgongdum og
úrvali í einum mátingar lutfalli,
sum er 10 í hundrað potens
(eitt 1 tal eftirfylgt av 100
nullum), sum er størri enn talið
av atomum í øllum kenda
universinum.” Eisini sigur
hann, at darwinisman er alis
frøðiligt og støddfrøðiligt
møsn, hon er eisini logiskt
møsn, tí ein skilagóður hugsari
tekur ikki fyri givið eitthvørt,
sum drigið verður burtur úr
einum ástøði. Víðari sigur
hann, at vissuliga er darwinis
man eitt stórt mistak heldur
enn eitt ástøði, og vísindafólk
innan alisfrøðina skuldu fyri
nógvum tíggjutals árum síðani
við dirvi og fastleika havt víst
á hetta. Harafturat sigur hann:
“Ein verður ikki bilsin av, at
Darwin, sum hevði lítlan
vísindaligan lærdóm, fall í
villunnar grøv; men tað, sum
ger okkum ovfarin er, at stórir
alisfrøðingar og evnafrøðingar
í hansara samtíð, eins væl sum
teir, ið komu aftaná, ikki tóku
sær nóg mikið av tíð at peika á
villurnar. Vísindamenn innan
alisfrøðina, sum kenna hægru
støddfrøðina og eru førir fyri
skilvísari og greinandi hugsan,
skuldu ongantíð havt loyvt
ranga menningar ástøðinum at
nátt slíkar hæddir, tá hetta eins
og eyðsýndur veruleiki hevur
fest seg í sinnið á fjøldini.”
Skallutta læran
H.A.S.sigur, at í Origin of
Species skrivaði Charles
Darwin rættiliga avbjóðandi, at
“Um man kundi víst á eitt ella
annað samansett organ, sum
ómøguliga kundi verið skapt
við nógvum aftaná hvørjari
aðrari fylgjandi smáum broyt
ingum, hevði tað heilt víst
oyðilagt mítt ástøði.” Síðani
sigur Hans Andrias so avgjørd
ur: “Men hóast menningar
læran nú er 150 ára gomul, so
hevur tað ikki her eydnast
teimum at finna nakað, sum
mótprógvar ástøðið.” Meðan
hann enn var á lívi, tóku tveir
menn, Spencer og Mivart,
Charles Darwin uppá orðið, og
komu við ítøkiligum dømum,
sum ikki kundu afturvísast.
Síðani tá hevur arbeiði gingið
framá, hóast størsti parturin av
kjakinum hevur verið handan
læstar hurðar, hetta merkir í
yrkisfundarbókum og fakbók
um, sum næstan eru heilt
ókendar fyri uttanfyri stand
andi vísindafólki. Vissiliga er
darwinisman fullkomiliga
afturvíst; ja, enntá í slikan
mun, at kendi amerikanski
naturalisturin og evolutionist
urin John Burroughs stutt
áðrenn hann doyði skrivaði:
“Eins skalluttur Samson var,
eftir at hárið varð roytt av
honum, eins skallut eru ástøði
Darwins um úrveljing.”
Er komin á gravarbakkan
Tað er ironiskt at darwinisman,
sum gjørdi sær almikð stríð at
leggja í oyði hugtakið pátrúgv,
skuldi gerast ábyrgdari fyri
heimsins stórstu pátrúgv alra
tíða. Men í dag, hóast hennara
viðgongd í fortíðini, er hon
komin á fallandi fót. Ja, í veru
leikanum eru mong vísindafólk
sum siga, at darwinisman er
deyð, og at henni einans tørvar
endaligu jarðarferðina. Eitt
dømi um at soleiðis er skikkað,
er at eitt ástøði, menningar
læran, sum aftur og aftur hevur
tørv á at verða lagað eftir um
støðunum fyri at standa roynd
ina, missir sítt trúvirði; ella
eisini um ástøðinum framhald
andi tørvar umbering, hví spá
dómur tess ikki er sambærligur
við nýggjar sannroyndir. Tað
gevur ikki góðar vónir fyri eitt
ástøði, at tað hevur havt eitt
ótal av seinni umbroytingum.
Summir evolutionistar misfata
hetta og royna at vísa á, at
áhaldandi umskipaninnar, og
aftur og aftur at stemma
streingirnar i menningarlæruni,
rættvísger hesa sum eina
serstaka og heiðursverda læru.
Ofta koma teir við løgna
uppáhaldinum, at skapannar
læran ikki er vísindalig, tí
samljóð hennara við prógvini
er so fullkomin, at tørvur er
ikki á broytingum. Slíkt hugs
unnarúrslit er tað sama sum at
siga, at atdráttarlógin ikki er
vísindalig, tí hon heilt og fult
er í samljóð við veruleikan,
soleiðis at henni tørvar ikki
broytingar. Í 1980 vóru umleið
160 av heimsins leiðandi krop
bygnaðarfrøðingum, visinda
menn innan læruna um deyð
dýr og plantur, arvafrøðingar
og aðrir savnaðir saman á fundi
í Chicago. Teir vóru noyddir at
góðtaka at fornleivdar “prógv
ini” stuðlaðu ikki menningar
læruni hjá Darwin, og tí vóru
teir noyddir at falla aftur á
longu til gjøldurs gjørda ástøð
ið um “vónaða vanske
pilsi”(hopeful monster). Hetta
ástøðið er eisini gjørt til gjøld
urs av støddfrøðingum. Enntá
Karl Popper, sum H.A.S. er so
óførur at endurgeva, sigur at
Darwinisman er ikki eitt test
bart vísindaligt ástøði, men ein
metafysiskur granskingar tátt
ur. Metafysikkur (læran um alt,
sum er uttan fyri fysiska heim
in) er ikki vísind, men er í
næstu ætt við religión. Áheit
anin frá Karl Popper um virk
samt at granska, ger ikki ástøði
vísindaligt, tí tað er møguligt
at granska alt, ja, enntá hina
mest løgnu pátrúnna. Mong
onnur víðagitin vísindafólk
sum eru evolutiónistar við
ganga, at menningarlæru ástøði
ikki er vísindi. Til dømis
skrivaði Dr. L. Harrison
Matthews við útgávuna av
Origin of Species í 1971 tey
undrunnarverdu orðini, at
menningarlæran var ein trúgv,
ikki vísind. Hann segði eisini,
at um tað veruliga var soleiðis,
at ryggurin í lívfrøðini var
menningarlæran, tá kom
lívfrøðin á henda hátt í ta
margháttligu støðu at vera
vísindi kjølfest í einum
óprógvaðum ástøði.
Dávid sigrar Goliat
At siga, at øll vísind síðan
Darwin stuðlar honum og
hansara menningarlæru, er so
langt við síðuna av, sum tað
kann vera. Eg havi í hesi grein
roynt at vísa á, hvussu høgt
virdir vísindamenn eru komnir
til sínar niðurstøður. Aðrir
trúgvir evolutionistar vátta
eisini hetta sama; t.d. segði Sir
Arthur Keith, at menningar
læran er ikki prógvað og kann
ikki prógvast, men hann trúði á
hana, tí hon var einasta alterna
tivi til skapannartrúnna. Annars
er at siga um Arthur Keith, at
hann var ágrýtin forsprákari
fyri Piltdown Manninum.
Leingi eftir deyða hansara
segðist, at hann møguliga var
samsekur í hesum stóra sviki
saman við Charles Dawson.
Eisini nobelprísvinnarin D.
Ernest Boris Chain, sum var
týskt føddur jødi, segði, at fyri
honum var tað bert ein hypo
tesa at góðtaka, at menningin
og yvirlivan hins sterkasta er
eitt úrslit av tilvildarligum
mutatiónum. Hann sigur, at
hetta er nakað, sum er bygt upp
uttan prógv og er ikki sambær
ligt við veruleikan. Tað gjørdi
hann eisini sera bilsnan, at
hetta hevði verið svølgt rátt
uttan atfinningar í so langa tíð
av so nógvum vísindamonnum.
Spurt verður eftir prógvum og
mótprógvum; í mínum huga
heimi telur tað nógv, at vísinda
menn sum trúgva á skapannar
læruna í 1. Mósebók í orða
dráttum við evolutionistar, eru
at rokna sum Dávid, sum
sigraði á Goliat. Tí er tað sera
hóskandi at enda við orðunum
hjá Luther Sunderland:
“Seinnapartin í 1970 árunum
varð allastaðni á undirvísingar
stovnunum í frælsa heiminum
kjakast um uppruna lívsins,
hetta vant alt meiri uppá seg.
Hundraðtals vísindafólk, sum
einaferð góðtóku menningar
læru ástøði sum veruleika,
mynstraðu av skipinum og
stóðu føst uppá, at vísindaligu
prógvini fult út styðjaðu skap
annarlæruni. Kendir evolution
istar, so sum Isaac Asimov og
Stephen Jay Gould søgdu, at av
tí at vísindafólk, sum tóku und
ir við skapannarlæruni, komu
sigrandi út úr øllum hesum
fleiri enn hundrað orðadráttum,
so skuldu evolutionistar als
ikki havt kjakast við teir.”
Í upphavi skapti Gud
Victor á
Lakjuni
viðmerkingar