Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. oktober 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 193 - 6. oktober 2001 Nr. 193 - 6. oktober 2001 3 Í 40 ár hevur Ib Jensen ferðast í hvønn krók í landinum og selt bøkur. Samkoma var fyri honum í Adventskirkjuni seinasta leygardag TRÚGVUR TÆNARI Edvard Joensen Líka leingi sum Móses var í oyðimørkini, hevur Ib Jen- sen verið í tænastu hjá adventisasamkomuni í Før- oyum. Kendur av at kalla hvørjum mansbarni í land- inum og altíð væl móttikin. Hurðin stendur á víðan vegg, og maðurin í durun- um og tekur ímóti. Á eyð- kendum norðurjyskum býður hann inn. Smílandi og væl upplagdur, sum fólk kenna hann, tá hann hevur staðið á trappuni við task- uni og eini bók í hondini. Ib Jensen, bókaseljarin hjá adventistunum, sum í 40 ár hevur ferðast kring Føroyar og selt uppbyggj- andi lesnað til føroyingar. Umframt at vera bóka- seljari hjá Adventistasam- komuni, er hann eisini kirkjutænari. Hann hevur til arbeiðis at halda kirkj- una, sigur hann. Ib er føddur í Thy í Norð- urjyllandi og kom 27 ára gamal til Føroya at starvast sum seljari hjá adventista- samkomuni. – Jú, síggja Tygum, greiðir hann frá. Eg hevði arbeitt eina tíð í Danmark, tá onkur skuldi finnast at senda til Føroya. Eg var nokk tann lættasti at senda, tí eg var einasti ógifti selj- arin. So eg kom higar í 1961 og ætli mær at verða verandi her. Tað var eitt sindur tungt í byrjanini. Honum longdist viðhvørt niður aftur fyrstu árini. Men tá hann so av og á var í Danmark, longdist honum aftur hendanveg, greiðir Ib frá. Ymsar upplivingar 40 ár sum ferðandi seljari hava eisini havt ymsar upplivingar við sær. Ikki var líka lætt at ferð- ast, tá hann kom hendan- veg, sum tað er í dag, og hann kann greiða frá bæði sjóferðum á Trøllanesi og fjallgongu í Mykinesi. Nakað hann hevur fram um flestu føroyingar, hóast hann er dani. Ib tekur hondina upp fyri andlitið. Ristir við høvdin- um og flennir, meðan hann fer at greiða frá einaferð, hann skuldi av aftur Trølla- nesi við Barsskor. Tað gekk ikki so væl, minnist hann. Ókyrt var, og teir komu við lítlabáti inn móti lendingini. Viðførið kom væl umborð, og so fekk hann sjálvur línu um miðuna og boð um at loypa, tá sagt varð frá. Men hann ivaðist og varð ov seinur. Báturin fór und- an, og Ib fór undir. Hann kom tó aftur á land. Men nú kundi tað gera tað sama, helt hann, og leyp so bara aftur á sjógv, tá báturin var komin so mikið nær, at hann fekk um stavnin. Teir tóku hann inn, og komu í øllum góðum til Klaksvíkar. Men tað var ein kaldur umgangur, minnist Ib. Eina aðra ferð, hann var í Sørvági, stakst upp á hann, at nú skuldi hann til Myki- nesar at selja bøkur. Vertur hansara mælti frá, tí heystardagur var, og hann kundi væl enda við at liggja veðurfastur í Mykinesi til jólar. Men tí lurtaði hann ikki eftir, greiðir Ib frá. Tað mundi Várharra fara at klára fyri seg, hevði hann álit á. Men Várharra hevði aðrar ætlanir, skilti hann seinni. Siglt varð bara annanhvønn dag ella so, so hann hevði ein heilan dag at selja bøkur í Mykinesi. Tað gekk væl. Men um náttina øtlaði veðrið, og um morgunin, tá hann skuldi innaftur, var brim. So mykinesfólk argaðu hann við, at hann skuldi nokk sleppa at halda jól í Mykinesi. Ikki tí, hann hevði tað frálíkt, minnist Ib. Men tað gjørdist kortini nakað langligt at ganga fyri einki í Mykinesi. So hann fór bara at ganga fjøllini við teimum, nú hann kort- ini var har úti. Einaferð, minnist hann, var seyður, sum leyp í óføri, og menn fóru niður eftir hesum. Hann fór so aftaná, hóast tað ikki dámdi myki- nesmonnum. Teir bóðu hann fara uppaftur, tí hetta var ov vandamikið. Ib svaraði aftur, at tá teir kundu fara, mundi hann helst eisini fara at klára tað. – Hvat so, spyr ein, um tú dettur oman? Hvat skulu vit so gera? Tað mundi ikki fara at verða os ringt, helt hann. Men hendi tað, skuldu teir bara royna at fáa hann aftur og jarða hann í Mykinesi. – Ja, helt tá ein fyri, so kunnu vit bara seta á gravsteinin, at »...hann setti lívið til fyri seyðirnar.« Sletan Ib greiðir frá, at hann altíð verður væl og vinarliga móttikin, tá hann kemur at selja bøkur. Ein søga gongur um mann, sum hevði hug at bera seg undan at keypa. Hann hevði ongar leysar pengar, umbar hann seg við. Bara kort. – Ikke noget problem, svaraði Ib aftur, og sprakk út í bilin eftir sletuni. So har gjørdist ikki annað enn at keypa frá honum. – Jú, flennir Ib, tað pass- ar. Tú ert jú noyddur at fylgja við tíðini, sigur hann. Tosað verður ofta um »bestseljarar« í bókaverð- ini. Og Ib hevur ein av- gjørdan av slagnum, sigur hann. Tað er bókarøðin Skýmingarløtan. Skýmingarløtan er higar- til givin út í seks bindum, og hann hevur selt ikki færri enn 24.000 eintøk, greiðir Ib frá. Talan er um donsku røð- ina »Skumringsfor- tællinger«, sum Effie Campbell hevur týtt til føroyskt. Tað eigur hon stórt rós uppiborið fyri, sigur Ib. Hóast hann er føddur dani, kennir hann seg í dag sum føroying, sigur Ib. Og her vil hann jarðast. Tað gjørdist tó ikki í Mykinesi hina ferðina, skemtar hann. Familju hevur hann onga eftir í Danmark, greiðir hann frá. Hevur fyri stutt- um verið og fylgt mamm- uni til gravar, og bert ein systir er, sum býr í Au- stralia. So bondini til Dan- markar eru við at vikna. Hóast hann í dag er 67 ára gamal og pensionistur, ætlar hann ikki at gevast sum seljari beinanveg. So leingi heilsan er til tað, ætlar hann at halda fram. Súkklan, hann hevði við úr Danmark, er skift út við ein Fiat, so nú er lættari at koma runt. Hátíðarhald var fyri Ib Jensen í Adventskirkjuni seinasta leygardag. Her heilsar presturin, Jens Vilhelm Danielsen, h.m., upp á Ib, v.m. Aftan fyri er plakat, sum vísir Ib á eini av sínum mongu súkklutúrum kring landið við bókapakkanum Mynd: Jan Müller Tú vart trúgvur yvir lítlum Tórshavnar Býráð breyt byggisamtykt- ina, tá tað samtykti at geva einum manni loyvi at byggja sethús úti í Tinganesi. Tí skal byggingin steðga beinanvegin. Hetta sigur Løgmansskriv- stovan í skrivi til bý- ráðið. Nú kennir bý- ráðið seg kroyst til at seta fútaforboð móti egnari samtykt BYGGING Stefan í Skorini Byggingin av einum set- húsum úti í Bakka á Tinga- nesi er ólóglig. Hetta stað- festir Løgmansskrivstovan, sum hevur viðgjørt eina kæru frá tveimum grannum úti á Reyni, Jonhardi Eli- asen og Ólavi Ellefsen, sum halda, at byggiloyvið er givið í heimildarloysi. Um byggingin skal halda fram, er neyðugt at býráðið broytir alla byggisamtykt- ina fyri hetta økið, og tað hevur tað ikki gjørt. Vanligt er at býráðið kann geva smávegis frávik frá byggisamtyktini, og í hesum førinum, hevur bý- ráðið hildið fast um, at henda byggingin bert er eitt smávegis frávik. Hesum er Løgmansskriv- stovan ikki samd í, og tí áleggur hon býráðnum at steðga byggingini beinan- vegin, til formligu viður- skiftini eru fingin í rættlag, og arbeiðsmenninir hava eisini lagt amboðini. Løgmansskrivstovan vís- ir á, at hetta økið, har neystagrundin stendur, er kannað almennum stovnum og skrivstovum. At ein privatpersónur byggir á hesum økinum er sostatt ov stórt frávik frá samtyktini. Smávegis frávik Tað var beint eftir Ólav- søku, at Jóhan M. Mac Donald fór undir at byggja sethúsini, men longu 2. august setti Løgmansskriv- stovan forboð móti bygg- ingini, tí hon metti ikki, at formligu viðurskiftini vóru í lagi. Býráðið staðfestir síðani á fundi, at talan er um eitt smávegis frávik frá byggi- samtyktini, og tí loyvir hon byggingini at halda fram. Nú hevur Løgmansskriv- stovan so enn einaferð steðgað byggingini. Fríggjamorgunin sendi sakførarin hjá býráðnum, Jógvan Páll Lassen, um- sókn til Føroya Fútarætt um at seta eitt fútaforboð í verk ímóti byggingini. Býráðið hevur biðið um eina skjóta viðgerð, og málið kemur helst fyri mánadagin ella týsdagin. Um Fútarætturin setir forboð, so er tað revsivert at halda fram við bygging- ini, og løgreglan kann boð- sendast, um maðurin heldur fram. Borgarstjórin Jan Christi- ansen sigur, at býráðið ikki vil steðga byggingini, men hann kennir seg noyddan at lýða harraboðini úr Lands- stýrinum. Endurgjald Jan Christiansen sigur, at hann væntar, at býráðið fór at fáa eitt endurgjaldskrav frá eigaranum, og tað fer býraðið at beina víðari til Løgmansskrivstovuna, sum borgarstjórin metir eigur stóran lut í hesi óhepnu støðu býráðið er komið í. – Landsstýrið góðkennir fyrst leigusáttmálan fyri húsini, men tá byggingin fer í gongd er tað ikki í lagi, sigur Jan Christiansen sum heldur, at arbeiðsgongdin hevur verið eitt sindur bag- vend hjá Landsstýrinum. Býráðið skuldi fingið at vita frá Landsstýrinum beinanvegin tá leigusátt- málin var til viðgerðar, at henda byggingin ikki var í lagi, heldur borgarstjórin. Byggingin kann í øllum førum ikki halda fram, fyrr enn byggisamtyktin fyri alt økið er broytt, og tað tekur longri tíð. Býráðið setir fútaforboð móti egnari samtykt Mikið rok hevur verið um byggingina av hesum sethúsunum úti í Bakka. Nú skal Fútarætturin taka støðu til, um fútaforboð skal setast ímóti byggingini Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 3 2