leygardagur 6. oktober 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 193 - 6. oktober 2001
Nr. 193 - 6. oktober 2001
5
-19 ára gamal dani
hevur inntil í morgin
framsýning av
akrylmálningum í
Smiðjuni í Lítlu Vík
LIST
Ingrid Bjarnastein
23 akrylmálningar hava
seinastu
vikuna
prýtt
Smiðjuna í Lítlu Vík. Ungi
danin, Mads Heinesen, er
tann, ið hevur staðið við
pensli í hond.
Málningarnir hava allir
ymiskar stílir og snið.
Grundin til at hann vísir
fram í Lítlu Vík er, at
gentan er úr Føroyum, og
nú eru tey komin upp her at
vera í eitt hálvt ár.
Mads Heinesen hevur
teknað síðani hann var
barn, men akrylmáling
hevur hann bert fingist við
í tvey ár.
Framsýningin hevur ver-
ið hampuliga væl vitjað.
Seinastu dagarnar hava tó
ikki verið so nógv fólk,
men hann vónar at undir-
tøkan verður betri í dag og í
morgin. Seinasti møguleiki
at síggja málningarnar hjá
Mads Heinesen er í morgin,
sunnudagin, 7. oktober.
Dani sýnir fram akryl-
málningar í Lítlu Vík
19 ára gamli Mads Heinesen
avmyndaður við einum
málningi uttanfyri Smiðjuna
í Lítlu Vík
Mynd: Jens Kr. Vang
LIST
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Í dag klokkan tvey letir
arkitekturin og listamað-
urin Høgni Larsen upp eina
framsýning við vatnlits-
tekningum.
Seinastu
drúgvu tíðina hevur Høgni
Larsen
gingið
runt
í
Havnini og teknað granna-
løg og gøtir.
Høgni hevur eyga fyri at
býarmyndin broyttist og
hann veit at fotomyndir er
ikki tað saman sum tá ein
teknar og litgevur við egn-
um hondum og eygum.
Á framsýningini verða
ikki færri enn 45 vatn-
litstekningar úr Havnini, so
her liggur drúgvt arbeiði
aftanfyri.
Høgni Larsen er kendur
sum arkitekturin aftanfyri
Fríðrikskirkjuna á Nesi.
Framsýningin verður í
egnum hølum í Løkjutúni 1
á Argjum. Framsýningin er
opin leygardagin frá klokk-
an 14-18 og somuleiðis
sunnudagin. Mánadagin til
fríggjadagin í komandi
viku frá klokkan 16-19 og
komandi leygardag frá
klokkan 14-18.
Arkitekturin
í vatnlitum
LIST
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Hvør annar sær nakað
vakurt í gomlum hjallum,
tyngdum húsatekjum og
rustaðum zinkgalvum. Hjá
Rasmuss Rasmussen loypa
hesar myndir beint inn á
ljóstalvuna og hann sær
motivir allastaðni har hann
ferðast.
Og
tað
sum
Rasmuss leggur til merkis
er als ikki privat, tí av og á
sýnir hann fram sínar
eygleiðingar. Og tað er júst
tað sum hendir í komandi
viku,
tá
ein
framsýning letir
upp á Torginum
í SMS.
M y n d i r n a r
eru í pappírs-
klippi og eru úr
øllum
landin-
um. At Rasmuss
er forelskaður í
grannaløgum
gongur tíðuliga
fram á mynd-
unum. Og tað
eru ikki bara
serlig grannaløg
hann
teknar.
Hann sær meira
enn tey flestu og
gjørgnum grønu
brillurnar
ger
hann
okkum
eisini vart við
tað sum veksur og at føroy-
ingar hava nógv grønari
fingrar, enn hvat ein skuldi
hildið.
Framsýningin á Torgin-
um gevur eisini møguleika
fyri at práta við listar-
mannin. Sum ein rættur
Restorffari, so er hann
heldur ikki skorin fyri
tungubandinum
og
tað
kann gott henda, at hann
finnir upp á at fortelja eina
vittigheit, sum eisini kann
vera skemtilig.
Framsýningin er opin
komandi vikuna.
Rasmuss Rasmussen:
Forelskaður
– í grannaløgum
Amerikanski forsetin,
sum higartil hevur
roynt at birta lív aftur
í amerikanska
forbrúkaran, stendur
nú aftur klárur við
einum búskaparlig-
um hjálparpakka.
Stigini eru alneyðug
um amerikanska
búskapinum skal vera
lív lagað, meta
serfrøðingar
BÚSKAPUR
Heri á Rógvi
Støðan hjá amerikanska
búskapinum er ikki stór-
vegis góð í løtuni. Yvir-
gangsatsóknirnar í síðsta
mánað hava sett síni spor,
og amerikanska stjórnin
roynir í løtuni at fremja tey
neyðugu átøkini, soleiðis at
gongd aftur kann fáast á
amerikanska búskapin og
amerikanska samfelagið.
Búskaparfrøðingar vísa
á, at Sambandsríkið væl
sagtans kann vera á veg
móti einari búskaparligari
afturgongd. Tá ameriku-
menn sipað til búskaparliga
afturgongd ella »recession«
verður ein negativur vøkst-
ur á BTÚ tvey fylgjandi
kvartal nýttur sum grundar-
lag. Tað verður víst fleiri
staðni,
at
støðan
hjá
amerikanska búskapinum
frammundan atsóknunum í
New York og Washington
ikki var tann besta. Serfrøð-
ingar vilja vera við, at øll
skyldin ikki skal leggjast á
álopini í farna mánað.
Bjargingin
frá
einari
tílíkari støðu tykist at vera
forbrúkarin. Tað vil siga so-
mikið sum, at tað er alt av-
gerandi, at álitið hjá for-
brúkarunum verður endur-
reist. Tað er nemliga eisini
hetta, sum Bush ætlar sær í
holt við. Higartil hevur
amerikanski forsetin veit
stuðul til hjálpararbeiði og
til kreppuraktu flogfeløg-
ini.
Nýggjasta ætlanin skal,
sambært
amerikonskum
fjølmiðlum, syrgja fyri at
endurreisa forbrúkaraálitið,
seta gongd aftur á íløgurnar
og loysa partar av arbeiðs-
loysis spurninginum.
Kann bera til
Hóast búskaparligu aftur-
stigini, so er tað framvegis
ein ávís optimisma at
hóma. Sjálvt millum tungu
dreingirnar í búskapar-
heiminum, búskaparfrøð-
ingar, eru ábendingar um,
at nýggjasta ætlanin hjá
amerikanska
forsetanum
kann fara at geva úrslit.
Metingarnar sipa til, at
tað er neyðugt at føra eitt
slag av ekspansivum fíggj-
arpolitikkin, um amerik-
anska búskapinum, og har-
við heimsbúskapinum, skal
vera lív lagað.
Støðan í dag minni
kanska eitt sindur um støð-
una í tríatiárunum hjá
Roosevelt
og
hansara
monnum.
Búskaparfrøð-
ingur, sum Sosialurin hevur
tosað við, vísir á, at tað tá
var talan um ein reina
útboð og eftirspurnings
kreppu. Støðan í dag er ikki
heilt tann sama sum í tá.
Aðalmálið er at endurreisa
forbrúkaraálitið.
Av tí, at amerikanski bú-
skapurin er soleiðis háttað-
ur sum hann er, t.e. m.a.
liberaliseraður, merkir at
ætlanin hjá Bush kann
koma at virka. Í Japan hava
teir eisini í fleiri ár roynt at
bjarga teirra búskapi eftir
sama leisti, men uttan
úrslit. Hetta skyldast m.a.,
at bankar og virki hava ver-
ið knýtt rættuliga tætt at
hvørjum øðrum.
Enn er nýggjasta ætlanin
hjá Bush ikki farin at virka,
men tað tykist sum um, at
tað er ein rættiliga breiður
politiskur vilji aftanfyri
hetta.
Bush fyrireikar hjálparpakka
Álopini 11. september hava sett síni spor í amerikanska samfelagnum. Nú verður forsetin aftur
at fáa forbrúkararnar ígongd.
Fyrireikingarnar til
Listastevnuna eru
komnar somikið
áleiðis, at partar av
skránni at kalla eru
fingnir upp á pláss.
Sjúrðakvæðini skulu
eftir ætlan vera eitt
slag av einum reyðum
tráði
LISTASTEVNA
Heri á Rógvi
Listastevnan í ár fekk rætti-
liga nógva umrøðu, bæði
áðrenn og aftaná. Arbeiðið
við at fyrireika listastevn-
una komandi ár er eisini
ígongd í løtuni. Tað eru
nógv viðurskifti, sum skulu
fáast upp á pláss. Formað-
urin í stýrinum fyri lista-
stevnuna, Birgir Kruse, sig-
ur við Sosialin, at arbeiðið
gongur sína gongd í løtuni
og at okkurt spennandi er at
hóma.
Arbeitt verður m.a. við
nøkrum stórum nøvnum,
men nøvnini á hesum vil
formaðurin ikki útvið, tí
samráðingarnar eru loyni-
ligar.
Stevnan verður eftir hild-
in 3. til 18. august kom-
andi. Hetta er nakrar dagar
longri enn í ár, og skyldast
hetta, at skráin í ár er meira
umfatandi.
Millum teir meira for-
kunnugu bitarnar á stevn-
una nevnir Birgir Kruse, at
fleiri nýggj klassisk tón-
leikaverk verða framførd.
Ætlanin er, at danskir tón-
leikarar, sum rópa seg fyri
athelas, skulu framføra
nýggju verkini.
Eisini er ætlanin at heita
Enekk um at framføra
nýggj verk. Hetta er í sam-
bandi við, at tað eru 25 síð-
ani at Tutl varð stovnað.
Í løtuni verður eisini ar-
beitt við at søkja um stuðul
ymsastaðni frá. Tað eru
Norðurlandahúsið, Tórs-
havnar
Kommuna
og
Mentamálastýrið, sum so at
siga standa fyri at fíggja
grundupphæddina.
Hon
liggur um 1,2 míó. kr.
Sjúrðakvæðini
Birgir Kruse veit eisini at
siga, at Sjúrðakvæðini eftir
ætlan skulu vera reyði tráð-
urin á stevnuni komandi ár.
Hetta kemur at síggjast
aftur ymstaðni á stevnuni. Ì
løtuni samráðast teir við ein
leikbólk, sum hevur verið í
New York nýliga og fram-
ført íslendsku eddu kvæð-
ini. Leikbólkurin kallar seg
fyri Sequenta, og hevur
bólkurin víst stóran áhuga
fyri at koma til Føroya.
Hetta skyldast serliga, at
íslendsku eddukvæðini sig-
ast at vera sprotin úr tí
sama sum Sjúrðakvæðini,
og bólkurin kundi hugsað
sær at kunnað seg meira um
føroysk kvæði. Tað er í
sambandi við tónleikin, at
bólkurin hevur áhuga fyri
hesum. Tónleikurin rúmar
ein rættiliga stóran part av
framførslunum hjá bólkin-
um.
Sjónleikur
Birgir Kruse sigur, at sein-
asta ár var tað soleiðis, at
tað var tónleikurin, sum átti
størsta partin av stevnuni.
Men soleiðis verður ikki
komandi ár, hóast tað fram-
vegis verður tónleikur á
stevnuni. Ætlanin er heldur,
at tað skal vera sjónleikur,
sum kemur at mynda
størsta partin av stevnuni.
Munandi fleiri sjónleikir
vera á skránni. Ætlanin er,
at hetta bæði skal umfata
leik á palli og í útvarpi.
Í hesum sambandi verða
eisini tvær virðislønir latn-
ar á stevnuni. Onnur er ein
norðurlendsk dramatikara
virðisløn, sum Nordisk
Teaterunion stendur fyri.
Henda
virðislønin
er
50.000 kr, og verður hon
latin á hvørjum ári. Ein
sjónleikur
úr
hvørjum
Norðanlandi kann vera við
í kappingini. Av leikhúsin-
um Gríma verður upplýst,
at Jóanes Nielsen eftir ætl-
an verður innstillaður til
hesa virðislønina fyri leikin
»Eitur nakað land week-
end«. Leikurin verður í tí
sambandi væntandi latin út
í bók saman við hinum inn-
komnu uppskotunum. Ar-
beiðið við at umseta leikin
skuldi ikki verið nakar
trupulleiki, siga tey frá
Grímu.
Hin virðislønin verður
eisini 50.000 kr. Hetta
verður latið fyri útvarps-
leikir. Hetta verður skipað
sum kapping eftir sama
leisti sum stuttsøgukapp-
ingin varð í ár.
Fyrireikingarnar halda
fram til stevnuna komandi
ár. Komandi mánað verður
fundin umboðsráðsfundur
hildin, har tað verður gjørt
upp, hvussu langt arbeiðið
er komið higartil.
Listastevnan:
Sjúrðakvæðini reyði tráðurin
Ætlanin er, at sjónleikur skal
fylla størsta partin av
listastevnuni komandi ár. Í tí
sambandi verður ein
norðurlendsk
dramatikaravirðisløn latin á
stevnuni. Jóanes Nielsen skal
innstillast fyri leikin "Eitur
nakað land weekend".
C
M
Y
K
5
4