Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. oktober 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 193 - 6. oktober 2001 Nr. 193 - 6. oktober 2001 7 Báðir føroysku fólka- tingslimirnir nýttu stóran part av sínari talutíð til at umrøða yvirgangsatsóknirnar í USA 11. september undir orðaskiftinum um setanarrøðuna hjá forsætisráðharr- anum í Fólkating- inum hóskvøldið MAGNUS DAM Keypmannahavn Fólkatingslimirnir tóku so- statt tráðin upp eftir danska forsætisráðharran, sum í røðu síni í høvuðsheitum viðgjørdi hendingarnar 11. september og støðuna í Danmark og heiminum eftir hendingarnar. Meðan Jóannes Eides- gaard legði út við at tosa um yvirgangsatsóknirnar og síðani tosaði um polit- isku støðuna í Føroyum, gjørdi Óli Breckmann øvugt. Hann byrjaði við politisku støðuni og viður- skiftunum millum Føroyar og Danmark og brúkti seinnu helvt av talutíðini til at tosa um yvirgangsat- sóknirnar. Samanumtikið var alt orðaskiftið í Fólkatinginum nógv merkt av yvirgangsat- sóknunum og flóttafólka- politikkinum hjá Danmark, sum av álvara hevur verið samrøðuevnið hesar sein- astu vikurnar. Føroyar og Grønland við Bæði Jóannes Eidesgaard og Óli Breckmann tóku undir við Poul Nyrup Rasmussen, sum í setanar- røðuni segði hava varhugan av, at Føroyar og Grønland vilja taka lut í altjóða royndunum at basa hervi- liga yvirganginum. Báðir fólkatingslimirnir styðja al- tjóða royndunum ímóti yvirgangi og tí kós, sum vesturheimurin hevur stungið út í kortið. Óli Breckmann mælti staðiliga til, at vit eru á varðhaldi fyri islamisku fundamentalistunum. Eisini í Danmark, sum eftir hansara tykki hevur ein ov linan innflytarapolitikk, sum hóttir við at beina fyri danska samfelagnum, sum vit kenna tað í dag. Men hendingarnar í USA 11. september hava havt eitt skifti við sær í donskum politikki, helt Óli Breck- mann. Serliga á vinstra- vonginum, sum nú tykist nærkast borgarliga vongin- um í eitt nú trygdarspurn- ingum, og tað er at fegnast um, segði Óli Breckmann. Jóannes Eidesgaard ávar- aði vesturheimin ímóti at leypa framav í hesi truplu tíð. Beinast skal fyri rótini til hendan óndskapin, og tað gerst millum annað við at minka um vaksandi ójavnan, sum valdar mill- um ríka og fátæka partin av heiminum, segði hann. Stigini, sum fara at verða tikin, skulu lýta frameftir og byggja á sunnar og rati- onellar avgerðir. Hvørgin teirra er í iva um, at demokratisku kreft- irnar fara at sigra á altjóða yvirganginum, og báðir søgdu seg vilja standa lið um lið við danska fólkinum í stríðnum móti yvirgangi. Hildu fast um sítt Vóru føroysku fólkatings- limirnir samdir um før- oyska stuðulin móti altjóða yvirgangið, so kom ósemj- an teirra millum hinvegin til sjóndar, tá teir viðgjørdu politisku støðuna millum Føroyar og Danmark. Hetta er ein ósemja, sum hevur verið teirra millum meginpartin av valskeiðn- um, so í so máta var einki nýtt í boðskapunum hjá fólkatingslimunum. Óli Breckmann fegnaðist um, at blokkstuðulin verður lækkaður á nýggjárinum, samstundis sum skúlamál, forsorgarmál, skipasýn og onnur málsøki koma undir føroyskt málsræði. – Fólkaflokkurin heldur, at tað hevur týdning fyri sjálvsvirðingina hjá føroy- ingum, at vit verða 350 milliónir krónur minni heftir at donskum ískoyt- um, segði hann. Jóannes Eidesgaard helt hinvegin lítið bragd vera í at fremja hesar yvirtøkurn- ar, sum í nógv ár í veruleik- anum hava verið á føroysk- um hondum. Hetta eru smá stig á sjálvstýrisleið, helt Jóannes Eidesgaard. Mugu fara hóvliga fram Stóra stríðsmálið millum landsstýrið og stjórnina seinastu tíðina hevur verið ætlaða yvirtøkan av løg- regluni og rættarskipanini. Í hesum spurninginum vóru teir báðir samdir um, at her er neyðugt at fara hóvliga fram. Jóannes Eidesgaard helt tað vera náttúrligt, at føroy- ingar yvirtaka rættarskip- anina, av tí at vit hava lóg- gávuvaldið og útinnandi valdið á flestøllum økjum. Men hetta er ikki nakað, sum skal gerast eftir einum fyrraparti. Ivamál hevur verið um, hvørt heimastýrislógin skal broytast ella ikki, og sam- anumtikið eru ov nógv iva- mál í samband við hendan spurningin, sum neyðugt verður at fáa greiðu á. – Sum tíðin gongur, gerst tað alsamt greiðari, at besti mátin at rudda ivamálini burtur er við at skifta heimastýrislógina út við eina nýggja sjálvstýrislóg. Tað hevði verið ein virði- ligur avloysari hjá heima- stýrislógini, segði Jóannes Eidesgaard. Stjórnin hevur skotið upp, at spurningurin um løgregluna og rættarskipan- ina skal loysast av einum felags embætismannabólki hjá landsstýrinium og stjórnini. – Landsstýrið má svara stjórnini uppá uppskotið um eitt sovorðið samstarv. Vit mugu lata vit og skil ráða fyri at røkka einum líka góðum úrslitið sum á teimum økjum, har hóvliga samráðingarkósin hevur avgreitt spurningin um blokkstuðulin og aðrar yvirtøkur. Hetta er í øllum førum støðan hjá løgmanni, segði Óli Breckmann. At meta eftir orðunum hjá danska forsætisráðharr- anum, so er eingin ivi um, at stjórnin fer at halda fast um, at heimastýrislógin skal broytast, um løgregla og onnur málsøki skulu yvirtakast. – Tað skal ein broyting til, undirstrikaði forsætis- ráðharrin at enda í orða- skiftinum. Við sínari við- merking, var forsætisráð- harrin tann einasti at gera viðmerkingar til teir báðar føroysku røðararnar, sum neyvan fáa orðið ofta aftur í hesum valskeiðnum. Fólka- tingsval verður í seinasta lagi í marts, og tað eru tey, sum rokna við, at tað kann koma hvørja løtu tað skal vera. Yvirgangur ovast á breddanum – Í gjárkvøldið klokkan 19.20 kom eldur í ein neyðsynj- arbil hjá ambulansa- tænastuni. Ongin mannaskaði stóðst av ólukkuni, men bilurin kolaðist upp ELDSBRUNI Ingrid Bjarnastein Ein neyðsynjarbilur hjá landssjúkrahúsinum fór um hálvgum átta tíðina í gjár- kvøldið upp í royk. Bilurin verður ikki nýttur til sjúkra- flutning, men til flutning av ymsum øðrum. Bilurin fór so illa, at hann verður ikki brúktur aftur. Orsøkin til eldin er ikki greið enn, men mistanki er um, at okkurt var galið við tí elektriska í motorinum, sigur vakthavandi á politi- garðinum í Havn. Nakrar trykkfløskur vóru í bilinum, og hædd var tikin fyri tí, sigur vakthavandi. Fløskurnar vórðu tiknar úr bilinum áðrenn tær elvdu til størri skaða. Neyðsynjarbilur kolaðist upp –Tað var ein full- komiligur skelkur, vit fingu hósdagin. Ætlanin er nú at hækka postgjøldini so nógv, at tað verður tann vissi deyðin hjá bløðunum, sigur Hjalgrim Samuelsen, fyritaksstjóri á Dimmalætting BLAÐDEYÐI Áki Bertholdsen – Føroysku bløðini standa nú við øðrum beininum í grøvini. Tað er í stuttum niður- støðan, sum Hjalgrim Sam- uelsen, fyritaksstjóri á Dimmalætting kom til, tá ið hann fekk at vita, hvørjar ætlanir Postverkið og Vinnumálastýrið hava við føroysku bløðunum. Fyri at bjarga Postverk- inum fíggjarliga, er ætlanin nú at seta postgjøldini upp. – Eg má viðganga, at eg fekk ein rættiligan skelk, tá ið eg fekk at vita, hvussu nógv dýrari tað nú verður at bera bløðini út, sigur fyri- taksstjórin á Dimmalætt- ing. Hjalgrim Samuelsen sigur, at ætlanin, at tað nú skal vera eina heila krónu dýrari at bera bløðini út. Ætlanin er, at postgjøldini skulu hækka 50 oyru tann 15. oktober og aftur 50 oyru 1. januar. – Hetta fer at vera tann vissi deyði hjá bløðnum, tí hetta eru tey als ikki fyri- reikað til, sigur hann. Hann sigur, at seinast í nítiárunum kostaði tað 90 oyru at bera eina Dimma- lætting út. Í løtuni kosta tað 2,25 krónu og eftir 1. januar fer tað at kosta heilar 3,25 krónur, at bera Dimmalætting út. Tað kostar 25 oyru minni at bera Sosialin út. – Undir hesum umstøð- unum verður tað heilt ómøguligt hjá bløðunum at yvirliva. Hjalgrim Samuelsen sigur, at bløðini visti onki um, ætlanina at hækka postgjaldið næstan 50% í einum høggi, fyrrenn nú, hækkingin skal setast hækkingarnar í verk. Tó hendi tað, at tað var ein feilur í kunngerðini, so hon varð ikki lýst nú, sum ætlað. Meiri enn ein millión Hjalgrim Samuelsen sigur, at fyri bløðini merkir hetta eina meirútreiðslu upp á yvir eina millión. Fyritaksstjórin á Dimma- lætting sigur, at útreiðsl- urnar hjá bløðunum eru so nógv hækkaðar seinastu árini, bæði postgjøld og lønir, at tey tola ikki meiri. Hækka postgjøldini enn meiri, ivast hann ikki í, at tað fær at fáa avleiðingar. Ein avleiðing av eini hækking nú kann vera tað fer ikki at bera til hjá bløðunum at hava haldarar, men bara fara at selja í leysasølu. Ein onnur avleiðing kann vera, at bløðini fara sjálvi at bera bløðini út, har tað loysir seg, tvs í miðstaðarøkinum, so at útjaðarin verður við sviðusoð. Í báðum hesum førum fer tað at merkja, at Postverkið fær ikki eitt oyra. Men verður hækkingin so stór, sum nú liggur í luftini, yvirliva bløðini rætt og slætt ikki. – Samstundis sum landskassin alsamt ger tað dýrari hjá bløðnum, fáa almennu fjølmiðlar- nir stuðul so at teir kunnu selja lýsingar fyri dumpingsprísir og sostatt avlaga kappingina, sigur fyritaksstjórin á Dimmalætting BLAÐDEYÐI Áki Bertholdsen – Vit hava samráðst alla mína tíð. Viljin hevur verið góður, men enn er onki komið burturúr. Nú má tað so bera ella bresta. Hjalgrim Samuelsen, fyritakssstjóri á Dimma- lætting, er ógvuliga iving- arsamur um framtíðina hjá føroysku bløðunum. Sum tað sæst aðrastaðni í blaðnum í dag, eru so ógvusligar príshækkingar á veg, at tað fer at fáa heilt álvarsligar avleiðngar fyri bløðini. – Bløðini eru hart rakt hesi seinastu árini. Prísurin fyri at bera Dimmalætting út er hækkaður úr 90 oyrum fyri trimum, fýra árum síðani, upp í 2,25 krónur nú, og 1. januar fer hann upp í 3,25 krónur. Sostatt eru postgjøldini hjá bløðunum hækkað yvir 300% hesi síðstu trý, fýra árini – So stórum hækkingum klára vit ikki at liva við, samstundis sum aðrar út- reiðslurnar eru nógv hækk- aðar, eitt nú lønir. Klandur beinir fyri bløðunum Hann dylir ikki, at hann er sera misnøgdur um, at Landsstýrið ikki finnur útav, hvussu Postverkið skal skipast. – Flokkarnir í samgong- uni hava trætast um Post- verkið í fleiri ár og teir blíva við. Samstundis blív- ur Postverkið órationellari og órationellari. Men rokn- ingina fyri tann órationella raksturin, hon verður send brúkarunum, m.a. bløðun- um. – Tað er nógv, sum bend- ir á, at Postverkið skal koll- sigla av politiskum klandri, men at brúkarin skal fáa rokningina, tí tann grund- leggjandi trupulleikin hjá Postverkinum verður ikki loystur við at seta gjøldini upp. Hjalgrim Samuelsen sig- ur, at bløðini hava hildið fundir við við Landsstýrið í eini trý ár um støðuna hjá bløðnum. – Viljin er góður, men onki kemur burturúr og nú standa vit við minst øðrum beininum í grøvini. Ójøvn kapping Hjalgrim Samuelsen sigur, at hesum klára bløðini ikki at liva við, ikki minst tá ið hugsað verður um, at kapp- ingin um lýsingamarknaðin er blivin gróthørð. Tvs, at tað ber ikki til at seta prísirnar upp fyri at vinna hækkingina í post- gjaldinum innaftur. Men tað ringasta er, at ímeðan Landsstýrið beinir fyri bløðunum við prís- hækkingum hjá Postverk- inum, stuðlar tað samstund- is teimum almennu fjøl- miðlunum. Útvarpið og sjónvarpið fáa tilsamans 4,5 milliónir úr landskass- anum um árið til sendi- netið, umframt eina millión um árið til íløgur. – Hetta er stuðul til at fáa útvarp og sjónvarp út til haldararnar, men bløðini fáa ikki sama stuðul fyri at røkka sínum haldarum. – Samstundis er stuðulin við til at avlaga kappingina, tí m.a. ger hann almennu fjølmiðlarnar førar fyri at selja lýsingar bíligari, enn teir annars høvdu kunnað, um teir ongan stuðul fingu og sostatt skuldu kappast á jøvnum føti við bløðini. Hjalgrim Samuelsen sig- ur, at avleiðingin av hesum verður, at bara almennu fjølmiðlarnir verða eftir um stutta tíð. – Fjølmiðlarnir verða ofta nevnd tann fjórða statsmaktin, tað er maktin, sum m.a. annað skal hava eftirlitið við politisku um- sitingini. – Fara postgjøldini so nógv upp nú, sum ætlanin nú er, verður tað tann vissi deyðin hjá bløðnum og so eru bara almennu fjølmiðl- arnir eftir. – Tað vil so aftur siga, at tá verður tann fjórða stats- maktin almenn ogn. Tvs, at tað verður triðja statsmakt- in - politikararnir- sum koma at eiga ta fjórðu stats- maktina- fjølmiðlarnar. Er tað heppið fyri fólkaræðið? spyr Hjalgrim Samuelsen, fyritaksstjóri á Dimmalætt- ing. Onnur stuðla Hann sigur í øðrum lond- um, bæði Danmark, Noregi og í Íslandi, stuðlar lands- kassin blaðútbering, tí mett verður, at bløðini hava ein týdningarmiklan leiklut í fólkaræðinum, við eitt nú at birta uppundir alment kjak og at halda lív í almennum kjaki. Ikki minst brúka politik- ararnir bløðini dúglig til at fáa síni sjónarmið út í hvønn krók í landinum. Í Danmark fáa bløðini 430 milliónir í stuðuli um árið. Tað ber í sær, at tað kostar um 90 oyru at bera eit blað út í Danmark. Í Føroyum fer tað nú at kosta 3,25% – Fer postgjaldið upp, fáa bløðini ikki longur átikið sær tann týdningarmikla leikutin fyri fólkaræðið, sigur Hjalgrim Samuelsen. Hann sigur, at verður stuðulin, sum verður latin í Danmark, umroknaður til føroysk viðurskifti eftir fólkatalinum, áttu føroysku bløðini at fingið 4,3 milli- ónir í stuðuli. Politiskt træta um Postverkið beinir fyri føroysku bløðunum Fjølmiðlarnir verða ofta nevnd tann fjórða statsmaktin, tað er maktin, sum m.a. annað skal hava eftirlitið við politisku umsitingini. Fara postgjøldini so nógv upp nú, sum Vinnumálastýrið ætlar, verður tað tann vissi deyðin hjá bløðnum og so eru bara almennu fjølmiðlarnir eftir. Tað vil so aftur siga, at tá verður tað triðja statsmaktin - politikararnir- sum koma at eiga ta fjórðui statsmaktina- fjølmiðlarnir. Er tað heppið fyri fólkaræðið?, spyr Hjalgrim Samuelsen, fyritaksstjóri á Dimmalætting Føroysku bløðini við øðrum beininum í grøvini Hækka postgjøldini, fara bløðini á húsagang, sigur Hjalgrim Samuelsen, fyritaksstjóri á Dimmalætting Lesið meira um málið á síðu 10 C M Y K 7 6