fríggjadagur 27. mars 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 61 - 27. mars 2009
tíðindi
Brimil var júst kom
in til lands við skip
aranæmingum, tá
Vaktarog Bjargingar
tænastan fekk boð um,
at garnaskipið Thor
hevði fingið um skrúv
una og bað og sleip
Sleip
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Garnaskipið Thor úr Hósvík
var statt einar 68 fjórðingar
í ein landssyning eystan úr
Borðuni í Nólsoy, tá teir
mikudagin
fingu
um
skrúvuna og bóðu Vaktar-
og Bjargingartænastuna um
sleip.
Veðurvánirnar vóru einki
serligar, tá skipið bað um
hjálp. Hann segði frá váta-
kava og vindi, og tí gjørdi
Vaktar-og
Bjargingartæn-
astan av at senda Brimil á
leiðina beinanvegin, so teir
kundu seta fast á skipið,
áðrenn hann øtlaði veðrið.
Brimil var júst komin á
Havnina og skuldi seta
skiparanæmingar í land, tá
boðini um Thor komu.
Næmingarnir
høvdu
tá
verið umborð á Brimli í
seks dagar, har teir høvdu
fingið upplæring og venjing
í at brúka navigatiónstólini,
sum eru í skúlastovuni og á
brúnni umborð.
Alt gekk væl
Brimil og Thor komu í
øllum góðum á Runavík
hósmorgunin klokkan 06,
og so skjótt skipini vóru
bundin,
og
motorarnir
vórðu sløktar, fóru kavarar
niður at skera burtur av
skrúvuni.
Um
9.45-tíðina
sama
morgun var liðugt at skera,
og tá teir startaðu motorin
aftur umborð á Thor og
koplaðu í, vísti alt seg at
vera í lagi aftur.
Garnaskip
fekk um
skrúvuna
Tórshavnar kommuna
Deildarleiðari til
Plan- og rakstrardeildina
Søkt verður eftir deildarleiðara til Plan- og rakstrar-
deildina.
Plan- og rakstrardeildin
Uppgávan hjá Plan- og rakstrardeildini er fyrst og
fremst planlegging innan anleggsarbeiði, ferðslu-
viðurskifti og umsiting av rakstraruppgávum, so
sum viðlíkahald av vegum, gøtum og leiðingum.
Plan- og rakstrardeildin fyriskipar og umsitur eisini
smærri verkætlanir hjá kommununi.
Arbeiðsuppgávur
Sum deildarleiðari hevur tú dagligu leiðsluna um
hendi. Tín uppgáva er eisini at menna Plan- og
rakstrardeildina soleiðis, at deildin fylgir við tíðini
og broytist samsvarandi menningini í samfelagnum.
Tú fyrireikar eisini mál til nevndarviðgerð og ert við
til at førleikamenna starvsfólkini.
Tórshavnar kommuna bjóðar eitt spennandi og
dynamiskt arbeiðspláss við sjálvstøðugum,
avbjóðandi og tvørfakligum uppgávum. Góðir
møguleikar eru fyri fakligari og persónligari
menning.
Førleikakrøv
Vit sóknast eftir einum deildarleiðara við við-
komandi útbúgving. Royndir innan planlegging
og rakstraruppgávur og/ella fyrisitingarroyndir,
eru ein fyrimunur.
Sum deildarleiðari mást tú virða galdandi reglur
og mannagongdir og vísa neyðugt støðufesti.
Góð samskiftisevni og góðir samstarvseginleikar
eru ein fortreyt, eins og opinleiki fyri avbjóðingum
og nýggjum møguleikum. Eisini er neyðugt við
einum motiverandi leiðslustíli.
Vit hugsa okkum, at tú ert framsíggin og framsøkin
og dugir væl at samskifta munnliga og skrivliga á
føroyskum.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber og lønt í 35.
lønarflokki samb. tænastumannaavtaluni (uttan at
vera tænastumannastarv) ella sambært avvarðandi
sáttmála.
Umsókn
saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum
um útbúgving og royndir, skal vera hjá Tórshavnar
kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, í seinasta
lagi fríggjadagin 3. apríl kl. 15.30. Merkið umsóknina
»Deildarleiðari til Plan- og rakstrardeildina«.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær Janus Isfeldt,
deildarleiðara, á telefon 21 03 30 ella Boða
Haraldson, býarverkfrøðing á telefon 30 20 10.
Garnaskipið Thor var einar 68 fjórðingar í ein landssyning eystan
úr Borðuni, tá teir fingu um skrúvuna og bóðu um sleip
Mynd: Vilmund Jacobsen
Kavari hevur
verið niðri og
skorið burtur
av skrúvuni
hjá Thor,
meðan teir
lógu í Runavík
Mynd: V&B