Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mars 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 61 • 27. mars 2009 Vikuskifti 4 Tað eru fýra ár síðan, at Niels Halm kom til Føroya at arbeiða sum stjóri í Norðurlandahúsinum. Hann leigar eini hús á Breiðablik í Havn, meðan konan og synirnir framvegis búgva í Keypmanna­ havn. Hóast stjórin í Norðurlanda­ húsinum ferðast nógv, síggjast hann og konan kortini ikki so sjáld­ an, men hittast regluliga antin í Keypmannahavn ella í Havn. Men gerandis innkeypinum og matgerðini stendur hann sjálvur fyri, og hann er ikki í iva um, hvør hansara yndismatur er. Tað er feskur fiskur ­ serstakliga kalvi. ­ Eg eti rættiliga ofta fisk. Einar tríggjar ferðir um vikuna, vildi eg sagt. Eg elski kalva, tað er bara tað besta. Men mær dámar eisini annan fisk, so sum tosk. Tað einasta, sum er keðiligt við fiski, er at mann verður so linur av at eta hann, greiðir Niels Halm flennandi frá. Hann leitar sær oman í gongugøtuna, Vágsbotn ella SMS at finna feskan fisk til døgurða, og er fegin um stóra útboðið av feskum fiski. ­ Eg eri glaður fyri útboðið av fiski her, í mun til í Danmark, har tú ongantíð kanst vita, um fiskurin tú keypir, er púra feskur, ella um hann hevur ligið í fleiri dagar, sigur hann. Hesi fýra árini, Niels Halm hevur búleikast í Føroyum, hevur hann roynt alt, sum roynast kann av føroyskum mati. Grind á mest siðbundna hátt so væl sum marineraða grind, skerpikjøt og ein serstakliga lekran hav­ hestarætt, reksar hann upp sum toppskorðarar av góðum mati, hann hevur roynt. ­ Skerpikjøt, haldi eg er útmerkað, og tað sama við grind. Eg trúgvi, at tað er bara sunt at eta grind 3­4 ferðir um árið. Eg royndi at gera havhest sjálvur her fyri, men eg má siga, at tað eydnaðist ikki serliga væl. Men so varð eg boðin til døgurða stutt aftaná, har eg aftur fekk havhest, og tað var bara so lekkurt. Tað skal eg royna aftur! Tað smakkaði nærmast av villum kjøti, sigur Niels Halm spentur. Ræst er ikki sakin Sum heild ansar Niels Halm væl eftir hvat hann fyllir í seg. Hann syrgir fyri, at eiga nokk av frukt og grønmeti inni, og helst skal tað vera vistfrøðiligt, um tað letur seg gera. ­ Mjólk skal mann hava trý gløs av um dagin, og hvønn morgun drekki eg mjólk aftur við havra grýnunum. Og so haldi eg, at tann føroyska mjólkin er so góð, sigur hann. ­ Eg royni at eta rætt, og eti nógv minni av kjøti, enn eg át fyrr. Kortini skal eg hava kjøt inn í millum, og tá vil eg helst hava lambskjøt ella marinerað oksakjøt. Eisini linsasuppa gongur aftur í matgerðini hjá Niels Halm. Tað eru nógvu vitaminirnar í suppuni, og tað, at hon er løtt at gera, ið eru avgerðandi fyri at hon er afturvendandi partur av matinum. ­ Hon er so løtt at gera. Eg geri ofta fleiri litrar av suppu, frysti hana niður í portiónum, og so taki eg hana upp eina ferð um vikuna, sigur Niels Halm. Niels Halm sigur, at tað sum heild ikki er so nógv, honum ikki dámar. Kortini hevur ræst kjøt og ræstur fiskur ikki verið rættiliga sakin fyri hann. Tað hevur lyndi at gerast ov sterkt, heldur hann. Men seyðarhøvdini eru góð. ­ Besti rætturin eg nakrantíð havi fingið, var tá eg var í Japan fyri nøkrum árum síðan. Tá varð eg boðin á matstovu av einum fyriskipara av ráðstevnuni har. Har fekk eg millum 10­20 rættir av sushi til forrætt, og til høvuðsrætt fekk eg tað, japanar rópa “kobi kjøt”. Hesi neytini verða serstakliga væl røktað, Niels Halm leggur stóran dent á góðan mat í gerandis­ degnum. Millum yndisrætt­ irnar nakrantíð er kalvi, grind og havhestur. Harafturat vil hann fegin gjalda fyri at sleppa undan at gera reint heima, og hevur ein veikleika fyri at keypa list, óansæð navnið niðast í høgra horni. Bara tað sær gott út Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo – Eg Eti rættiliga ofta fisk. Einar tríggjar fErðir um vikuna, vildi Eg sgt. Eg Elski kalva, tað Er bara tað bEsta – Eg vil hElst vEra casual, mEn Eg syrgi Eisini fyri at Eiga Eitt jakka- sEtt, sum vErður fornýggja umlEið triðja hvørt ár Myndir: Jens Kr. Vang jensk@sosialurin.fo - Eg royndi at gera havhest sjálvur her fyri, men eg má siga, at tað eydnaðist ikki serliga væl. Men so varð eg boðin til døgurða nakað seinni, har eg aftur fekk havhest, og tað var bara so lekkurt. Tað skal eg royna aftur! Tað smakkaði nærmast av villum kjøti