Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mars 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 61 - 27. mars 2009 Frá 1. apríl verða allir pakkar, ið koma til Post verkið tollaðir í Havn. Hetta skal vera ein umskipan, sum skal gera arbeiði hjá Postverkinum effektivari, og pakk­ ar nir verða ikki einas­ ta broytingin. – Eg diskuteri ikki upp­ sagnir við miðlarnar, stað festir Sofus Clement sen, stjóri, tá hann verður spurdur, hvat hetta merkir fyri arbeiðsfólki hjá Post­ verki num Postur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo 1. apríl verða umfatandi bygn að ar ligar broytingar gjørd ar hjá Postverkinum. Hetta er ein liður í at fáa ar beiði hjá Postverkinum at virka betri, og hevur millum annað við sær, at allir pakk­ ar, sum skulu tollavgreiðast, verða avgreiddir í Havn. Í løtuni verður hetta eisini gjørt á Tvøroyri, í Runavík og í Klaksvík. ­ Allir pakkarnir, sum skulu tollavgreiðast, koma longu til Havnar, og tí fer hetta at gera tænastuna hjá okkum skjótari. Sam stund­ is, sum royndir uttanlands vísa, at tað loysir seg best at av greiða allan toll, fyrstu ferð ein pakki verður hand­ farin. Tað, sum vit við broyt ing ini royna at sleppa und a n, er drúgva samskiftið, ið kann stinga seg upp millum tollvaldið og kundar okkara um tollskjøl, sigur stjórin á Post verkinum. Hann grundgevur fyri hesum við at siga, at hvør pakki tekur styttri tíð at av greiða, tá tað eru fleiri pakk ar, enn tá teir eru fáir. Orð sum rationalisering og effektivisering plaga at merkja uppsagnir, men hetta vil hann ikki disku­ tera. ­ Meiningin er at veita kunda num betri tænastu til hini tilboðini hjá Post verki­ num, og umskipan av fólki verður diskuterað internt, sigur hann. Fólk skeptisk Sofus Clementsen er greiðir yvir, at nógv fólk kunnu vera skeptisk viðvíkjandi broyt ingunum, ið verða gjørd ar, men hann dugir ikki at síggja nakra orsøk til, at pakkar, sum allir koma til havnar, skulu toll­ av greiðast aðrastaðni. ­ Fólk eru ofta skeptisk áðr enn ein broyting verður gjørd, men aftaná finna tey útav, at tað ikki er so galið. Hetta sóu vit til dømis við kurér tænastuni í Havn. Eg rokni við, at tað verður tað sama í hesum føri, sigur stjór in, sum ikki dugir at ko ma í tankar um nakra or søk til, at tollavgreiðsla skal vera úti um landið. Kurértænastan 1. apríl verður eisini ein onn ur broyting gjørd. Hon er, at kurértænastan, sum bert hevur verið galdandi fyri Havnina, nú kemur at vir ka kring alt landið. ­ Vit stremba eftir at hava til boð, sum geva kundanum bestu tænastuna. Hetta er til døm is við kurértæanstuni, sum mest royndu postboðini taka sær av, sigur Sofus Clement sen. Hann vísir somu leið is á, at teir fýra leik lut ir nir, sum kurérarnir fylla eru heilivágur, pengar, pakk ar og postur, har neyðugt er at tosa við móttakaran. Kurértænastan merkir sam bært stjóranum, at post­ verkið fer at røkka betri út til fólkið. ­ Við vanligu post húsun­ um úti um landið røkka vit ikki heilt út til brúkaran. Við kurértænastuni røkka vit til fólk øll fólk, tá tey hava tíð til tað, sigur Sofus Clementsen. Posthúsini broytast Sum er, eru 21 posthús kring landið, hetta er eitt lógar krav til fyrsta dagin í 2011, men soleiðis verð ur ikki í framtíðini. ­ Posthúsini, vit kenna í dag, fara helst í søguna, men fram til 2010 verða hesi 21 posthúsini og eftir tað, kann talið fara niður í sjey. Vit fara heldur at um skipa og menna tænastu­ na hjá okkum, soleiðis at fólk fáa betri atgongd til tænasturnar hjá okkum. Um tað merkir fleiri post­ bilar ella okkurt annað, má tíðin vísa, tí hetta nakað, vit skulu finna útav so hvørt, sum vit læra, tí sum parta­ felag í vinnu laga vit okkara tænastur til kundans tørv, sigur stjórin á Postverki Før oya. Hann leggur aftur­ at, at leisturin, sum Post­ verk ið hevur valt, líkist nógv svensku skipanini, men at tað eisini eru slóð­ brótandi hugskot í føroysku skipan ini, sum fólk innan post verk í heiminum eru sera spent um. Sofus Clementsen leggur somuleiðis stóran dent á, at post verkið skal nøkta basala tørvin innan sítt øki kring alt landið. Vanhanen óhøviskur Í Finnlandi hevur Matti Vanhanen, forsætisráðharri, viðgingið, at hann sendi einari kvinnu eitt ósømiligt teldubræv í oktober í fjør. Tað gjørdi hann í gjár, eftir at kvinnan hevði greitt einum blaði frá teldubrævinum. Kvinnan stillaði upp fyri Miðflokkin á kommunuvalinum seinasta heyst, og hevði Vanhanen samband við hana um valstríðið. Men sambært kvinnuni var innihaldið í teldubrævinum frá forsætisráðharranum av tí ósømiliga slagnum. Vanhanen segði í gjár, at hann helt seg ikki vera lopnan framav, og hann segði, at øll teldubrøv, sum hann hevur sent, tola eftir hansara tykki dagsins ljós. DF spyr um sjálvstýri Í Danmark hevur Danski Fólkaflokkurin sett stjórnini ikki færri enn 23 spurningar um, hvørjar avleiðingar lógin um grønlendskt sjálvstýri fær. Søren Espersen, sum er framsøgumaður floksins í grønlendskum viðurskiftum, sigur við blaðið Sermitsiaq, at flokkurin vil hava greiði á ymsum viðurskiftum, sum ikki verða nóg gjølla lýst í teirri frágreiðingini, sum stjórnin hevur gjørt. Eitt nú vil flokkurin hava greiði á nøkrum ríkisrættarligum spurningum og spyr tí, hvat liggur í orðum sum "det grønlandske folk" og "territoriet Grønland". Allir pakkar tollast í Havn Nógvar broytingar eru á veg innan Postverkið. Posttøkurnar eru bert ein av hesum, tí nógvar afturat verða 1. apríl Mynd: Jens Kristian Vang