fríggjadagur 27. mars 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 61 • 27. mars 2009
Vikuskifti
6
Røddin hjá Robin Gibb hevur verið
eitt av eyðkennunum hjá einum
av heimsins størstu poppbólkum
nakrantíð, Bee Gees.
Sum ein av trimum Gibb-beiggj-
um í Bee Gees hevur Robin Gibb
sungið og skrivað sín part av Bee
Gees-hittunum, sum samanlagt
hava selt meira enn 200 milliónir
plátur kring heimin.
Stóri spurningurin er, hvar
tú skalt byrja og enda, tá ið tú
skalt nevna kendar sangir hjá
Bee Gees. Heili 60 sangir hjá
teimum hava verið á hittlistum
kring heimin, og sangskatturin
hjá Bee Gees verður av tónleika-
felagsskapum roknaður sum tann
næststørsti í poppsøguni - bert
tikin av The Beatles.
Og hittini hjá Bee Gees eru
sanniliga eisini aktuell. Ein
nýggj innspæling av sanginum
Islands In The Stream hevur júst
verið nummar 1 í Bretlandi, og
tað hevur við sær, at Bee Gees
hevur havt sangir ovast á bretska
hitlistanum í fimm ártíggjundum.
Tá ið tað kemur til sølu av
tónleiki, telist Bee Gees eisini
millum tey allarstørstu nøvnini í
heiminum nakrantíð, og sambært
amerikanska Rock N Roll Hall Of
Fame hava bert Elvis Presley, The
Beatles, Michael Jackson, Garth
Brooks og Paul McCartney selt
meira fløgur enn Bee Gees. Sagt
við øðrum orðum: Bee Gees er
sætti mest seljandi poppbólkurin
í tónleikasøguni.
Tiltikin sangskrivari
Robin Hugh Gibb varð føddur
á Isle of Man í 1949 sum
tvíburðabeiggi Maurice Gibb.
Foreldini vóru ensk, men fluttu til
Australia at búgva, og har fingu
Gibb-brøðurnir sína debut sum
tónleikarar. Og tá beiggjarnir
komu aftur til Onglands, fóru teir
veruliga á flog sum poppstjørnur,
og bólkurin hjá teimum, Bee
Gees, gjørdist ein tann størsti
poppbólkurin í tónleikasøguni.
Robin Gibb sjálvur verður
mettur sum ein tann besti
sangskrivarin í bretskari
tónleikasøgu, og hann hevur havt
óteljandi sangir á hittlistunum.
Robin Gibb var annars roknaður
sum forsangari í Bee Gees,
og ikki minst hansara vokala
samstarv við stórabeiggjan
Barry Gibb er legendariskt í
poppsøguni.
Eitt skifti fór Robin Gibb burtur
úr Bee Gees, og tá hevði hann
onkur hitt sum solistur eisini,
men hann fann saman aftur við
hinum báðum beiggjunum í Bee
Gees. Seinni royndi Robin Gibb
seg aftur sum solistur við góðum
avrikum.
Surfaðu á
aldukambinum
Stóru tónleikaligu avrikini hjá
Robin Gibb eru í Bee Gees, har
hann var ein týðandi partur av
bólkinum.
Fyrsta fløgan hjá Bee Gees kom
út í 1965, og eftir tvær útgávur,
sum ikki komu á hitlistan, tók
yrkisleiðin hjá Bee Gees ferð á
seg.
Seinna partin av 60’unum
vóru Bee Gees heimsstjørnur,
og fyrra stórtíðin hjá bólkinum
vardi nakað inn í 70’ini. Seint í
70’unum, tá disco-bylgjan floymdi
kring allan heimin, surfaðu Bee
Gees sigursælir á aldukambinum.
Eitt skifti høvdu Bee Gees fimm
sangir millum 10 teir ovastu
sangirnar á amerikanska single
hitlistanum – eitt óhoyrt bragd.
Bee Gees gav sína seinastu
fløgu út í 2001, og tvey ár seinni
varð punktum sett fyri Bee Gees
sum virknum bólki. Maurice
Gibb doyði brádliga í 2003, og
stutt eftir boðaðu hinir báðir
beiggjarnir frá, at teir góvust at
spæla sum Bee Gees. Robin og
Barry Gibb hava tó verið virknir
tónleikarar síðani, og teir hava
hvør í sínum lagi spælt konsertir
við Bee Gees sangum.
Og Robin Gibb kemur nú til
Føroya at hava eina konsert
– eitt minniligt kvøld – við
øllum teimum størstu hittunum
hjá Bee Gees. Robin Gibb skal
beint eftir konsertina á Summar
Festivalinum hava stórar
slotskonsertir í Danmark, men
fyrst fara Robin Gibb og hansara
væl spælandi og væl mannaði
bólkur at framføra á Vágsbøi í
Klaksvík og spæla kanska mest
legendarisku konsertina, sum
nakrantíð hevur verið í Føroyum.
Gibb-røddin
sum rakar hjartað
Heiðraðir sum legendur
Bee Gees hava vunnið eina ørgrynnu av virðislønum fyri teirra tónleik. Teir
hava millum annað fingið 8 Grammy virðislønir, teir hava eisini fingið serliga
Grammy Legend Award. Teir eru heiðraðir við serligum Lifetime Achievement frá
bretska tónleikaídnaðinum, og teir hava sína stjørnu á Hollywood Walk Of Fame.
Omaná allan tónleikaligan heiður, hava høvuðsmenninir í Bee Gees eisini fingið
heiðurin Commanders Of The British Empire.
Tað verður ein av stóru legendunum í poppsøguni, sum fer at spæla á Summar Festivalinum í
ár. Robin Gibb var í meira enn 35 ár ein týðandi partur av Bee Gees, sum telist millum heimsins
mætastu tónleikabólkar nakrantíð. Á Vágsbøi fer Robin Gibb at hava eina konsert við øllum
teimum stóru hittunum hjá Bee Gees, sum seldu meira enn 200 milliónir plátur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Robin Gibb
Eitt skifti høvdu Bee
Gees 5 sangir millum
10 teir ovastu sangirnar
á amerikanska single
hitlistanum
– eitt óhoyrt bragd
Um ein av trimum Gibb-
beiggjum í Bee Gees
hevur Robin Gibb sungið
og skrivað sín part av
Bee Gees-hittunum, sum
samanlagt hava selt
meira enn 200 milliónir
plátur kring heimin
Heili 60 sangir hjá
Bee Gees hava verið á
hittlistum kring heimin,
og sangskatturin hjá
Bee Gees verður av
tónleikafelagsskapum
roknaður sum tann
næststørsti í poppsøguni
- bert tikin av The
Beatles