Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mars 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 61 - 27. mars 2009 Byrgingin skrædnaði Minst 50 fólk doyðu, tá ein byrging skrædnaði stutt uttan fyri indonesiska høvuðsstaðin Jakarta í nátt. Vatnið floymdi inn yvir ein býarpart, har nógv fólk búgva. Sagt varð,at umleið 400 hús stóðu undir í vatni, og at í flestu húsunum stóð vatnið tveir metrar upp frá gólvinum. Tey fyrstu tíðindini søgdu, at 28 fólk høvdu latið lív, men fyrrapartin segði ein talsmaður fyri heilsumyndugleikarnar, at minst 50 fólk vóru deyð. Samstundis varð sagt, at vanlukkan kann hava kravt uppaftur fleiri mannalív, tí hon hendi klokkan tvey um náttina, tá fólk lógu og svóvu. Ætlar at útrudda al-Qaeda Amerikanski forsetin, Barrack Obama, hevur sett sær sum eitt av sínum høvuðsmálum, at yvirgangsfelagsskapurin al-Qaeda skal útruddast. Tað ætlar hann at gera við at oyðileggja øll tilhaldsstøð hjá al-Qaeda í Pakistan og Afghanistan. Sum lið í hesum hevur Obama gjørt av at senda 4.000 amerikanarar til Afghanistan at læra stjórnarherin, so hann kann ganga undan á hernaðarligum átøkum. Eitt annað lið í ætlanini hjá Obama er at fáa India, Kina, Russland og Iran við í arbeiðið at fáa bilbukt við trupulleikarnar í Afghanistan. Sp/f 4. juli 2008, sum nú hevur keypt Thomas Nygaard, eigur frammanundan línuskipið Barið, sum er fyrrverandi Gull­ berg. Barið verður nú tikin úr flotanum, og fiskidagarnir fara til Thomas Nygaard, sum er eitt væl størri skip SkipaSøla Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Jógvan Pauli í Kongsstovu í Haraldsundi og Hans Jákup Vitalis, ættaður úr Klaksvík, búsitandi í Havn, hava nú keypt línuskipið Thomas Nygaard, sum Háldan H. Haldansen í Vestmanna átti. Seinastu tíðina hevur Thomas Nygaard ligið í Søldarfirði, men sambært ætlanini hjá nýggju eigar- unum loysir skipið aftur seinnapartin í næstu viku. Tað er felagið Sp/f 4. juli 2008, sum Jógvan Pauli í Kongsstovu og Hans Jákup Vitalis eiga, ið nú er eigari av Thomasi Nygaard, sum er gamal í garði innan føroyska línuskipaflotan. Jógvan Pauli er royndur línuskipari, og Hans Jákup er maskinmaður. Barið seljast Jógvan Pauli í Kongsstovu sigur, at teir keyptu Gullberg, núverandi Barið, í juli mánaða í fjør, og sein- ast skipið var línutúr, land- aðu teir 26. februar í ár. Skiparin heldur, at hóast viðurskiftini hjá línuflot- anum eru nógv broytt sein- astu tíðina við nógv lækk- aðum fiskaprísum, eru kort- ini ábendingar um batar. Hann væntar, at fiska- prísirnir, sum hava verið so serstakliga lágir seinastu tíðina, munnu fara at kvinka sær uppeftir aftur, sam- stundis sum útlitini á land- grunninum eru betri, enn tey hava verið. Jógvan Pauli hevur ikki hug at siga, hvat Sp/f 4. juli 2008 hevur keypt Thomas Nygaard fyri, men hann sigur kortini, at teir eru nøgdir við keypsprísin. Thomas Nygaard er keyptur við kalvaloyvinum, sum skipið hevur í íslendskum sjógvi. Talan er um felagskvotu upp á tilsamans 45 tons, sum 3-4 línuskip hava loyvi at fiska. - Í fjør var bara eitt før- oysk línuskip á kalvaveiði í Íslandi. Hetta var Fagraenni, sigur Jógvan Pauli. 88 fiskidagar Skiparin í Haraldsundi vísir á, at Barið eigur 113 fiski- dagar á landgrunninum, men við tað, at Thomas Nygaard er eitt størri skip, er sonevndi umrokningarfaktorurin 0,6, sum merkir, at hesir 113 fiskidagarnir verða til 68, sum soleiðis fella Thomasi Nygaard í lut. - Aftrat kalvaloyvinum, sum vit nú hava við keypi- num av Thomasi Nygaard, hevur eydnast okkum at keypa 20 fiskidagar undir Føroyum aftrat. Hetta merkir, at nú Thomas Nygaard fer at loysa, eigur skipið 88 fiskidagar undir Føroyum umframt kalva- kvotu í Íslandi. Jógvan Pauli ásannar, at hetta er heldur lítið og vísir á, at felagið fer at liggja fram við at keypa skipinum nakrar fiskidagar aftrat. - Línuskipini hava millum 130-140 fiskidagar, men tað eru eisini tey, sum hava væl færri dagar, og nøkur skip eiga minni enn 100 dagar. Størri skip Jógvan Pauli í Kongsstovu vísir á, at Barið, fyrrverandi Gullberg, hevur ikki loyvi at royna innanfyri 6 fjórð- ingar, og tí verður Thomas Nygaard eitt størri og betri skip til royndina úti á. - Thomas Nygaard verður tikin upp, botnurin verður málaður, og sinkini verða skift. Síðan er ætlanin at loysa seinnapartin í næstu viku. Hann sigur, at manning- artalið verður 14, og hann væntar ikki, at trupulleikar verða at manna skipið. Nakrir mans, sum hava verið við Barinum, eru tøkir til Thomas Nygaard, um- framt at aðrir liggja framvið at sleppa við. - Áhugin at sigla er øktur, nú samfelagshjólini mala við minni ferð, og tað eru longu menn, sum hava vent sær til okkara og hava spurt um kjans við Thomasi Nygaard, sigur skiparin. Norðoyingar veksa meira um línuflotan Tað er P/F Vest-Trading í Vestmanna við Hálvdani H. Haldansen, ið hevur átt Thomas Nygaard, sum nú verður heimahoyrandi í Norðoyggjum. Felagið, sum nú eigur skipið, er Sp/f 4. juli 2008. Eigarar eru Jógvan Pauli í Kongsstovu og Hans Jákup Vitalis Mynd: Vilmund Jacobsen Thomas Nygaard Smíðiár/ -staður: Vestmanna/ 1972 Longd: 30,66 m. Breidd: 6,51 m. BRT: 130,50 Maskina: DOT Callesen/460 HK Ferð: 8 sjómíl Eigari: Sp/f 4. juli 2008 FAKTA Jógvani Pauli í Kongsstovu á brúnni umborð á línuskipinum Froyu, sum hann eisini hevur ført. Nú fer hann av Barinum, fyrrverandi Gullberg, og umborð á Thomas Nygaard, sum hann hevur keypt saman við Hans Jákupi Vitalis Mynd: Vilmund Jacobsen