fríggjadagur 27. mars 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 61 • 27. mars 2009
Vikuskifti 11
ari er dekkari og
við ísfiskatrolara
nú Hudson-víkini, og vit vóru
eisini til royndarfiskiskap fyri
kanadisku stjórnina. Eitt skifti
fiskaðu vit í Vesturgrønlandi, og
vit løgdu eisini onkra last upp í
Føroyingahavnini og í Nuuk.
Hann sigur, at fremstu yvirmenn-
inir á brúnni og í maskinrúmi vóru
føroyingar og skiparar, sum hann
var saman við, vóru eitt nú Agga
í Garðastovu og Pauli Poulsen,
báðir úr Vestmanna.
- Kanadiumenn vildu hava
fleiri inuittar við, soleiðis at vit
kundu læra teir upp við at arbeiða
rækjur, arbeiða á dekkinum og at
bøta trol.
Einir 12-13 mans vóru við hesum
skipi, og rækjurnar vóru bæði
sonevndar posarækjur og japans-
rækjur – skildar og pakkaðar eftir
stødd.
- Eg haldi, at onkur av manning-
ini bleiv verandi har yviri og flutti
soleiðis heimanífrá, leggur hann
aftrat.
Ein túr við Fame
Umframt at sleppa á rækjuveiði á
ungum árum, slapp Jákup Aksel í
endanum av áttatiárunum eisini at
royna seg á skeljaveiði við nýggja
Fame uppi við Svalbard. Hetta
gjørdist bara til tann eina túrin,
sum kortini vardi tað mesta av fýra
mánaðum. Meðan teir royndu á
leiðunum við Svalbard, vóru teir
onkuntíð inn í Noregi og bunkraðu.
- Sonur John Dam, Hans
Andrias Dam, var skipari, og eg
haldi, at vit hendan túrin fingu eini
220-240 tons av lidnari vøru. Hetta
var jákupsskel, sum vit veiddu við
trimum stórum dreggjum.
Mótstøðan, sum tók seg upp, tá
Fame fór at dreggja eftir skeljum
undir Føroyum, var stór, og Jákup
Aksel ásannar, at slík veiða
krevur tungan reiðskap, sum ikki
fer væl við botninum.
- Vit høvdu tríggjar bummar og
trý dregg úti í senn. Eg haldi, at
hvørt dreggið vigaði eini 4 tons,
so tað er eingin loyna, at hetta er
rættiliga tungur reiðskapur, sum
verður drigin eftir botninum undir
slíkari veiði, sigur hann.
Eitt, sum vit enn ikki hava nevnt
í hesi greinini um arbeiðslívið hjá
vestmenninginum, er, at hann
afturvendandi og í eini 8-9 ár
tilsamans hevur smíðað hjá KS
Timburhús v/ Kára Simonsen.
Men Jákup Aksel hevur eisini
arbeitt í Danmark sum elektrikari.
- Ja, í eini trý ár búði eg í
Danmark, har eg arbeiddi hjá
Olesen & Jensen, sum var ein
el-fyritøka í Esbjerg. Heimaftur
komin fór eg aftur at smíða hjá
KS Timburhús, sigur hann.
Aftur til sjós
Longsta tíðarskeiðið, sum
Jákup Aksel hevur siglt, er við
Vestmenningi, síðan fyrrverandi
dalstrolararnir komu heimaftur úr
Ný Sælandi í ár 2000.
- Eg fór beinanvegin umborð
á Vestmenning, tá hesi skipini
komu, men áðrenn eg fekk hendan
kjansin, var eg ein túr við gamla
Fram, ið somu menn áttu, sum
nú eiga Vestmenning og Fram.
Eg fór soleiðis úr arbeiði hjá KS
Timburhús og umborð á Fram.
Hann sigur, at teir fiskaðu
rækjur uppi við Svalbard, og hann
heldur, at hetta var seinasti túrur,
sum vestmenningar áttu skipið, ið
síðan varð selt til Klaksvíkar.
- Hesin Svalbards-túrur mundi
vara í einar tríggjar mánaðir, sigur
hann.
- Eg havi so at siga einki gjørt
við el-arbeiði, síðan eg gavst hjá
donsku fyritøkuni. Og tó. Eg gjørdi
el-innleggingarnar, tá vit bygdu í
Hoyvík fyri út við 10 árum síðan,
og sjálvandi hevur man eisini
tikið eina hond í hjá onkrum av
og á, tá stundir vóru, og høvið
beyðst, sigur hann.
Jákup Aksel sigur, at hann
trívist væl umborð á Vestmenn-
ingi, og hann hevur í løtuni ongar
ætlanir um aðra lívsleið.
Taka garnarnar
Elektrikarin, ið siglur sum bæði
dekkari og kokkur, sigur, at umstøð-
urnar umborð á Vestmenningi og
Fram eru rættiliga góðar – ikki
minst, nú arbeiðsdekk og last
eru gjørd meira arbeiðslig og
tíðarhóskandi.
- Vit eru eisini partur av eini
livraverkætlan, har allur innvølur
frá kryvjimaskinuni fer fram eftir
bondum og í eina kvørn, sum
malir garnarnar sundur. Hetta
verður síðan pumpað í nakrar
smáar tangar, sum vit hava um-
borð, og tá verður nakað av sýru
sett til hvørt tonsið av innvølum.
Hann vísir á, at sýran syrgir fyri,
at lýsið skilir seg úr livrini og frá
gørnunum annars.
- Hetta byrjaði við, at vit mólu
við hond, men nú hava vit fingið
eina kvørn umborð, sum ger
arbeiði nógv lættari.
Umborð á ísfiskatrolarunum
Vestmenningi og Fram hava teir
leingi roynt at fingið livur og rogn
til høldar. Livurin hevur verið
koyrd í posar, og rognini eru farin
í rognaposar. Síðan hevur alt
verið ísað, til túrur var lokin.
- Vit hava ikki kunnað goymt
allan innvølin í smáu tangunum,
sum vit hava havt umborð. Nú er
so ætlanin, at ein 25 tons stórur
miðtangi, sum er í skipinum, skal
brúkast til endamálið.
Jákup Aksel sigur, at talan
er um ein oljutanga, sum liggur
miðskips, og hesin skal nú eftir
ætlan tømast, reinsast og be-
handlast, so hann verður klárur til
malnu garnarnar.
- Ætlanin er, at alt skal koyra
sjálvvirkandi, og tá verður bara
hjá okkum at fáa fiskin kruvdan í
kryvjimaskinuni.
Vónir um íkast
Ein føroyingur, sum býr í Danmark
og arbeiðir við slíkum, hevur verið
umborð og lagt manningunum um-
borð á Vestmenningi og Fram lag á.
- Tað er Livravirkið, sum tekur
ímóti lýsi og innvølum, men enn
hava vit einki ítøkiligt frætt um,
hvussu gongur. Vit vóna sjálvandi,
at hetta við tíðini fer at verða eitt
íkast, sigur hann.
Síðan Vestmenningur og Fram
vórðu longdir á skipasmiðjuni í
Havn, taka skipini eini 300 tons
tilsamans.
Jákup Aksel er giftur Sóleyg
Haraldsen, sum er ættað úr
Sandavági. Tey eiga fýra gentur í
aldrinum 12, 16, 19 og 26 ár.
Jákup Aksel Haraldsen
hevur verið við
Vestmenningi síðan ár 2000.
Hann siglur sum dekkari
ein túr – og sum kokkur ein
túr. Hóast hann er útbúgvin
elektrikari, hevur hann
ongar ætlanir um at velja
aðra lívleið enn sjógvin
Mynd: Karstin Vang