fríggjadagur 27. mars 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 61 - 27. mars 2009
11
tíðindi
Grindamenn hava aðalfund
Leygardagin hevur Grindamannafelagið aðalfund, og eisini verður kjak
um grindafrámælið hjá landslæknanum. Leygardagin savnast
grindamenn og onnur, sum hava við grindadráp at gera, í
Norðurlandahúsinum í Havn. Dagurin byrjar klokkan 11 fyrrapartin, tá
ið allir sýslumenn, grindaformenn og varamenn teirra eru bodnir til eina
hugnaløtu og prát í Norðurlandahúsinum. Sjálvur aðalfundurin byrjar í
Norðurlandahúsinum kl. 13.30. Fundurin er almennur. Aftan á
aðalfundin verður pallborðsorðaskiftið um grindafrámælið hjá
landslæknanum. Við pallborðið sita Pál Weihe. Jákup Petersen og Maria
Dam. Grindamannafelagið hevur higartil hildið lágan profil í málinum
um grindafrámæli, men nú ætlar felagið at taka eitt kjak um tað.
Musikkandakt í
Hoyvíkar kirkju
Eina ferð um mánaðin er musikkandakt í Hoyvíkar
kirkju, har tónleikur er á skránni í umleið 25 minuttir.
Síðan er stutt andakt. Mánakvøldið 30. mars klokkan
20.30 – 21 spælir »Strúkiorkestrið hjá Tórshavnar
Musikkskúla« barokktónleik eftir m.a. Purcel og
Handel. Leiðari er Bernhardur Wilkinson, og andaktina
hevur Theodor Olsen, prestur. Musikkandaktin er
hugsað sum ein friðarlig løta, har fólk eftir arbeiðsdagin
kunnu savnast eina løtu í kirkjuni.
Harmast um
manglandi
samstarv
SamStarv
Áki Bertholdsen
aki@bertholdsen
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðara
felag, harmast um, at ikki fleiri fakfeløg hava áhuga
fyri at vera við í Samtaki, sum er samstarv ímillum
Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag
og Fiskimannafelagið.
Tað gjørdi hon greitt í formansfrágreiðing síni á
aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag í morgun.
Hon segði, at Samtak hevur styrkt samstarvið
millum feløgini og gjørt, at tey standa nógv sterkari
og hava í størri mun kunnað sett dagsskránna.
Harmiligt er, at ikki fleiri feløg hava víst áhuga
at vera við. Eg hugsi serliga um hini
arbeiðarafeløgini og handverkarafeløgini, men
vónandi koma tey við, tí vit hava gott samstarv við
feløgini, ið eru uttanfyri, segði Ingeborg Vinther.
Annars fegnast hon um, at samstarvið í Nordisk
Union er sera gott.
Tørvurin á norðurlendskum samstarvi gerst
alsamt størri, so hvørt Evropa broytist, og ES
verður víðkað til alt fleiri limalond, legði hon
afturat.
Samstundis er fakfelagsrørslan í Norðurlondum
nógv við í altjóða samstarvi, so ígjøgnum hetta
samstarvið, røkka føroysku fakfeløgini víða.
Hon vísir annars á, at seinastu árini hevur sosial
dumping farin fram í stóran mun, nú arbeiðsmegi úr
láglønarlondum eystanfyri, ið eru vorðin limir í ES,
er komin inn
í Norðurlond og Vesturevropa.
Hetta hevur havt við sær ótrygg setanarviður
skifti, lága løn, langar arbeiðsdagar og nýtslu av
vikarstovum. Tí kann sigast, at arbeiðsgevarar
fremja tað, ið kann rópast ránsmannakapitalisma.
Stríðið móti sosialari undirprísing er ikki eitt stríð
móti útlendskari arbeiðsmegi, men eitt stríð fyri, at
teir kollektivu sáttmálarnir, sum fakfeløgini hava
strítt seg til í mong ár, skulu verða hildnir.
Hetta stríðið er eisini nátt higar, og tí eiga vit øll
at fylgja væl við, tá ið virki taka útlendska
arbeiðsmegi inn, segði Ingeborg Vinther.
oysk arbeiðsfólk
um í øllum Evropa
tríggjar mánaðir á rað, skal
lógin um evropiska arbeiðs
megi setast úr gildi aftur.
Arbeiðsloysið er ikki
3,5% enn, men sannlíkt er,
at tað verður tað nú í vár.
Bara síðani ársskiftið er
arbeiðsloysið meir enn tví
faldað, so tørvurin á út
lendskari arbeiðsmegi er
fullkomiliga burtur, sigur
Ingeborg Vinther.
Í sambandi við útlend
ingalógina vildu fakfeløgini
annars hava, at ein veruligur
eftirlitsmyndugleiki skuldi
setast á stovn, so at útlend
ingar bara sluppu inn í
land ið, um tørvur var á
arbeiðs megi. Feløgini vildu
eisini, at allir útlendingar
skuldu rinda prosentgjøld
til fak feløgini, so at feløgini
eisini kunna fylgja við, at
alt gong ur regluliga fyri
seg.
Á henda hátt vóru út
lendingarnir eisini partur
av okkara tryggingum og
eftir lønarskipan, segði for
kvinnan í Føroya Arbeið
ara felag.
Men hesi viðurskifti
vórðu ikki tikin til eftir
tektar, hóast vit fingu lyfti
um annað, segði Ingeborg
Vinther.
Fleiri sløg
Tá ið hon tók samanum,
vísti hon á, at úrslitið av
øll um er, at í dag hava út
lendingar framíhjárættindi
til arbeiði í Føroyum, tí eftir
lógini skal arbeiðsgevarin
tryggja teimum 30 tíma og
40 tíma arbeiðsviku, meðan
føroyingarnir verða sendir
til hús, har lítið arbeiði er.
Hetta er ikki nøktandi,
og langt ífrá. Vit síggja
eisini eitt vaksandi arbeiðs
loysi.
Hon sigur, at í dag eru
fleiri sløg av arbeiðsfólki á
arbeiðsmarknaðinum.
Føroyingar og norður
lendingar eru javntsettir.
Út lendingar
uttan
fyri
Evropa, sum eru komnir
henda vegin at arbeiða,
hava nærum somu rættindi
sum norðurlendingar, um
framt at teir hava trygd fyri
40 tíma arbeiðsviku og eru
bundnir at einum arbeiðs
gevara.
Útlendingar úr Evropa
eru tryggjaðir 30 tíma ar
beiðsviku og kunna skifta
arbeiðsgevara, um teir hava
tilboð um 30 tíma arbeiðs
viku.
- Fáa vit ikki skil á, noyðast vit at mæla frá, at Føroyar fara upp í nógv umrødda EBS samstarvið
í Evropa, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag
Mynd: Jens Kristian Vang