Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mars 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 10 Nr. 61 • 27. mars 2009 Vestmenningurin Jákup Aksel Haraldsen siglur sum dekkari og avloysari sum kokkur við ísfiskatrolaranum Vestmenningi, ið partrolar saman við Fram. Har hevur hann siglt, síðan skipini, sum eru fyrrverandi Hádegisklettur og Stígarklettur, komu aftur úr Ný Sælandi, hagar tey vórðu seld fyri skjótt fleiri árum síðan. Men Jákup hevur roynt eitt sindur av hvørjum, bæði á sjógvi og landi. Hann hevur verið í elektrikaralæru og hevur arbeitt sum sveinur, bæði í Føroyum og í Danmark, hann hevur smíðað hús í nøkur ár, í tveimum umførum var hann við rækjuskipum – og eitt skifti var hann við skeljabáti, sum veiddi jákupskel. Í løtuni gongur manningin á Vestmenningi og Fram heima, meðan bíðað verður eftir, at nýggir høvuðsmotorar verða settir í. - Skipini hava nú verið á beding í 10 dagar, og vit vænta, at ar- beiðið fer at taka einar 6-7 vikur. Skipini verða tí ikki klár at loysa aftur, fyrr enn gulllaksavertíðin byrjar. Vit plaga vanliga at vera á gulllaksi frá byrjanini av mai og út í september, og okkurt árið eru vit givnir seinni. Eitt gott 2008 Jákup Aksel sigur, at árið í fjør royndist væl, og dekkaraparturin fyri 2/3 av túrunum umborð lá um eina hálva miljón krónur. - Skipini gjørdu tilsamans 44 túrar í fjør og fiskaðu fyri slakar 40 miljónir krónur. Umborð á Vestm enningi er Jákup Aksel dekkari og avloysari sum kokkur. - Karl Isaksen úr Kvívík er fastur kokkur umborð, men tá hann hevur frítúr, eri eg fastur avloysari hjá honum. Dekkarar og kokkur eru tveir túrar umborð í senn og síðan ein í landi. Tað merkir, at eg eri dekkari ein túr – og síðan kokkur ein. Sum kokkur fært tú 1,25 part, og tað munar eitt sindur, tá samanum kemur. Jákup Aksel letur væl at reiðaran- um, Tummasi Christophersen, sum hann sigur er stak fittligur maður og óføra álítandi at rinda hýru til tíðina. - Tað er so nógv hugaligari hjá monnum at sigla, tá eingir trupulleikar eru við hýruni, og hon kemur, tá hon skal. Hetta hevur nógv at siga fyri trivnaðin umborð, sigur hann. Útbúgvin elektrikari Árið eftir, at Jákup Aksel varð liðugur við fólkaskúlan í Vestmanna í 1980, fór hann í elektrikaralæru hjá Niels Thørslev Petersen, sum hevði fyritøku í Vestmanna. - Eg var einsamallur lærlingur, meðan eg stóð í læru, men árini eftir gjørdust onkrir aðrir dreingir avlærdir hjá Nielsi. Hetta var um tað mundið, tá ítróttarhøll og skúli vórðu bygd í Vestmanna, og vit høvdu nokso nógv at gera. Vit arbeiddu eisini fyri kommununa, og kring um í landinum høvdu vit einstakar uppgávur. Eftir at hann varð avlærdur í 1985, arbeiddi Jákup Aksel í eini tvey ár sum sveinur hjá somu fyritøku í Vestmanna. - Nú fór eg við rækjuskipinum Kinguq, sum felagið Faroe-Can átti. Hetta var eitt kanadiskt/ føroyskt felag, sum hevði tvey systirskip, ið vóru styrkt móti ísi. Eg haldi, at føroyski parturin við Jógvani Kjølbro og øðrum var ein slakur helmingur, meðan kanadiski parturin hevði meirilutan í felagnum, sum átti skipini. Seinni yvirtóku kanadiumenn skipini, havi eg skilt. Jákup Aksel var í umleið eitt ár á rækjuveiði í hesum umfari. - Vit royndu ymsastaðni, eitt Elektrika kokkur v Hann hevur fiskað rækjur, skeljar og upsa, men hann hevur eisini arbeitt sum elektrikari og timburmaður í nøkur ár. Síðan ár 2000 hevur hann burturav siglt við ísfiskatrolara, og hann er væl nøgdur við árið í fjør, sum gav eina dekkarahýru uppá umleið hálva miljón krónur Umborð Vilmund Jacobsen blaðmaður vilmund@sosialurin.fo Í løtuni standa Vestmenningur og Fram á beding í Havn, har skipini fáa nýggjar maskinur. Eftir ætlan verða skipini klár at loysa aftur, tá gulllaksavertíðin byrjar aftur tíðliga í mai Mynd: Karstin Vang