fríggjadagur 27. mars 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 61 - 27. mars 2009
Jóna Mortensen forkvinna í Føroya Væl
Føroya Væl hevur havt aðalfund, har nýggj nevnd varð vald. Nýggja nevndin sær soleiðis út: Jóna
Mortensen, forkvinna, Jóhan Petur Johannesen, næstformaður, Annfinn Brekkstein, kassameistari,
Martin Pauli Jacobsen, skrivari, Janus Djurhuus, eykalimur, Líggjas Høgnesen, eykalimur. -
Nevndin fegnast um, at flokkurin aftur situr við landsins leiðslu og tekur fult undir við politikki
floksins. Tað er av alstórum týdningi fyri Føroyar og tað føroyska fólkið, at Sambandsflokkurin
myndar landsins stjórn. Blokkniðurskurðurin hevur longu gjørt nógvan skaða á samfelagið, tað
síggja vit dømi um hvønn dag. Tað er nú, vit hava brúk fyri einum sterkum ríkisflokki, skrivar
felagið.
- Nú er vandi fyri, at
føroysk arbeiðsmegi
fullkomiliga verður
givin upp til skutils og
so noyðast vit at mæla
frá, at vit fara upp í
nógv umrødda EBS
samstarvið í Evropa,
gjørdi Ingeborg
Vinther púra greitt
á aðalfundinum í
Føroya Arbeiðarafelag
í morgun
ArbeiðsmArknAður
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er avgerandi neyðugt,
at vit fáa eina lóg sum sigur,
at allir útlendskir arbeiðs-
gevarar, sum koma henda
veg in, skulu fylgja føroysk-
um sáttmálunum og annars
teimum lógum og treytum,
sum eru galdandi á føroyska
arbeiðsmarknaðinum.
Tað staðfesti Ingeborg
Vinther, forkvinna í Føroya
Arbeiðarafelag á aðalfundi
felagsins í morgun.
Hon sigur, at fara vit upp
í nógv umrødda EBS sam-
starvið í Evropa og fáa tey
fýra frælsini, uttan at vit
hava fingið eina tílíka lóg,
eru vit fullkomiliga givin
upp til skutils.
- Tá hava arbeiðsgevarar
úr øllum Evropa rætt at
koma henda vegin við tæn-
astuveitingum,
uttan
at
fylgja føroyskum sáttmál-
um, lógum og reglum, sigur
hon.
- Vit royna tískil av øllum
alvi at fáa skil á hetta økið,
leggur hon afturat.
Hon sigur, at verða greið-
ar lógir og ásetingar ikki
gjørdar um rættindi og
skyld ur,
noyðist
Føroya
Ar beiðarafelag at mæla frá,
at vit gerast partur av EBS.
- Tað er ikki sjálvum
EBS-sáttmálanum, tað er
galið við, men við okkara
vantandi huga at gera neyð-
ugu fylgilógirnar. Hetta
síggja vit úrslitið av í dag
viðvíkjandi íslandssátt mál-
anum, leggur forkvinnan í
Føroya Arbeiðarafelag aft-
urat.
Ongan politiskan
stuðul
Annars
átalar
Ingeborg
Vinther, at lógin um evrop-
iska arbeiðsmegi varð sam-
tykt, hóast allur tann privati
arbeiðsmarknaðurin
mót-
mælti.
- Hetta lýsir væl, hvønn
stuðul fakfeløgini hava í
løgtinginum, sigur Ingeborg
Vinter í ársfrágreiðing á
aðal fundinum í Føroya Ar -
beiðarafelag í morgun.
Hon ger púra greitt, at
útlendingar
í
Føroyum
skulu hava somu rættindi
og skyldu sum føroyingar –
hvørki meir, men heldur
ikki minni.
Hon vísti á, at í hinum
Norðurlondunum eru út -
lendingar ferð eftir ferð fyri
vanbýti á arbeiðsmarkn að-
inum, og hetta er við til at
máa støðið undan sáttmál-
unum.
- Útlendingar eru bíligari
og hetta gera ávísir arbeiðs-
gevarar sær dælt av.
Royndu at forða
Hon segði, at saman við
Fiskimannafelagnum
og
Havnar Arbeiðsmannafelag,
gjørdi Føroya Arbeiðarafe-
lag sera nógv fyri at forða,
at lógin um evropiska ar -
beiðsmegi varð samtykt.
- Vit vóru á óteljandi
fund um við landsstýrið og
politisku flokkarnar og tá
lovaði
Helena
Dam
á
Neysta bø, sum var lands-
stýris kvinna við lógar mál-
um, at øll okkara ynski,
kundu setast í verk – uttan
eitt.
Men hetta vísti seg bara
ikki at vera satt, tí vit fingu
tvey ynski ígjøgnum. Annað
er, at øll skulu hava set anar-
bræv og hitt er, at fer ar -
beiðsloysið upp um 3,5% í
Stýrið fyri ALS hev-
ur nú mælt til, at
úgjaldið til arbeiðs-
leys verður hækkað
munandi og nú
veldst bara um antin
politikararnir taka
undir við tilmælinum
og seta tað í gildi
ALs-ÚtgjALd
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú er ætlanin at útgjaldið
úr ALS til arbeiðsleys skal
hækkast munandi.
Stýrið fyri ALS hevur
viðgjørt spurningin um at
bøta
um
skipanina
og
úrslitið av er, at stýrið nú
hevur mælt til at hækka
útgjaldið munandi og har-
afturat hevur stýrið mælt til
at gera fleiri aðrar ábøtur á
skipanina.
Tað var í november at
landsstýrismaðurin í vinnu-
málum, Johan Dahl, heitti á
stýrið í Als um at broyta
lógina, upplýsti Ingeborg
Vinther, forkvinna á Føroya
Arbeiðarafelag
í
ársfrá-
greið ing
síni
á
aðal-
fundinum í felagnum í
morgun.
Hon er eisini limur í ALS
stýrinum og hon segði í
ársfrágreiðingini, at nú er
stýrið so komið við nøkrum
uppskotum um at bøta um
ALS og hesi uppskotini eru
nú til viðgerar í politisku
skipanini.
Og nú stendur tað so til
politikararnar, um teir vilja
seta tilmælið í gildi, ella
ikki.
Fiskafólk betri
sømdir
Tað fyrsta, ið stýrið gjørdi,
var at broyta reglugerðina
fyri fiskavirkisskipanina
frá 1. jan. í ár, soleiðis, at
nú kann farast beinleiðis
upp í ALS, uttan nakra upp-
søgn, tá ið fiskavirki hevur
staðið stilt í minsta lagi fýra
vikur, og einki arbeiði hev-
ur verið.
– Trupulleikin hevur ver-
ið, at tá ið fólk søgdu upp á
einum flakavirki, tí at einki
arbeiði hevði verið í fleiri
vikur, og virkið ikki vildi
koma við uppsøgn, fingu
tey karantenu í fýra vikur,
men hetta er so broytt, segði
Ingeborg Vinther.
Nógv hægri útgjald
Annars
sigur
Ingeborg
Vinther, at stýrið fyri ALS
mælir nú til, at hvørt nýggj-
ár skal útrokningar grund ar-
lagið roknast av nýggjum.
– Nýggja útrokningar-
grund arlagið kann tó ong-
an tíð vera lægri enn tað
fyrsta útrokningar grundar-
lagið.
Somuleiðis verða bíði-
dagar, ið hava verið upp til
10 dagar, nú strikaðir.
Annars heldur stýrið, at
útgjaldið úr ALS skal verða
80% í eitt ár og síðani
75%.
Tó verður dagatalið í
skip anini stytt 75 dagar í ár
og 75 dagar næsta ár.
Men aftur ímóti kunnu
arbeiðsleys nú fáa stuðul av
eini inntøku upp til 240.000
krónur um árið, men tó
kann útgjaldið í mesta lagi
vera 20.000 krónur um
mánaðin tað fyrsta árið,
men so lækkar tað niður í
18.500 krónur um mán að-
in.
- Hetta merkir, at nú skal
útgjaldið ikki longur rokn-
ast út eftir eini arbeið ara-
løn.
Somuleiðis verður ein
ser skipan nú gjørd fyri
fiski menn.
- Tað hevur longu verið
tosað um at fáa eina skipan
fyri fiskimenn, serliga tá ið
skip liggja leingi vegna
umvælingar og tílíkt, segði
Ingeborg Vinther
Tað skilst, at tað er ikki
ætlanin, at hetta fer at føra
við sær, at neyðugt verður
at hækka inngjaldið til skip-
anina.
Ikki lætt
Forkvinnan í Føroya Ar -
beiðarafelag sigur, at tað
hevur ikki verið lætt at fáa
semju í lag, tá ið áskoð-
anirnar í stýrinum eru so
ymiskar um, hvat ið skal
broytast, og hvussu tær
skulu fremjast.
– Men nú er tað so eitt
heilt annað, hvørja politiska
lagnu málið fær, tá ið tað
kemur til viðgerðar á tingi,
leggur hon afturat.
Sjálv vónar hon, at tað,
sum stýrið er komið ásamt
um, verður tikið til eftir-
tektar.
- Eitt er so vist, at koma
hesar broytingar ígjøgnum,
verður Arbeiðs loysis skip-
anin betri, enn hon hevur
verið, segði Ingeborg Vinth-
er.
Offra før
á altarinu
Arbeiðsleys nógv
hægri gjald úr ALS
Fundarfólkið á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag í morgun hoyrdu Ingeborg Vinter greiða frá teimum ábótum, sum ærtlanin
nú er at gera í ALS skipanini og sum fer at føra til nógv hægri útgjald enn nú
Mynd: Jens Kristian Vang