fríggjadagur 27. mars 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 61 • 27. mars 2009
Vikuskifti
9
búnum. Bygdarfólkið stúra fyri
kinversku hertøkuni, og tey kenna
á sær, at teirra lívsháttur er
hóttur.
Ein gamal maður gevur Dalai
Lama ein hvítan hest, sum sam
bært tibetanskum siði, fer at geva
eydnu.
Nú er fylgið komið uppá 350
tibetanskar hermenn, og minst 50
mótstøðufólk.
18 tímar í saðlinum
Dalai Lama frættir skjótt, at
kinverjar vilja gera alt fyri at
handtaka hann, og tí ger hann av
at vera 18 tímar í saðlinum um
samdøgurið.
Eftir fimm samdøgur koma
teir til ein part av Tibet, har
mótstøðurørslan hevur valdið. Í
býnum, Chenye fær bólkurin
skjól í einum kleysturi.
Dalai Lama kallar sínar
ráðgevarar saman, og
teir samráðast um
Dalai Lama skal
halda fram við
at flýggja, ella
um teir skulu
taka upp
samráðingar
við
kinverjar.
Avgerð
verður
tikin
um,
at
teir skulu halda fram til Lhuntse,
ein av teimum mest fjarskotnu
bygdunum í fjallalendinum.
Á veg til Lhuntse frættir Dalai
Lama, at kinverjar hava bumbað
tibetanska høvuðsstaðin, Lhasa
sundur og saman. Húsini í
Lhasa stóðu í ljósum loga, og
kring Norbulingkaborgina, vóru
túsindtals lík. Kinverjar kannaðu
hvørt lík, fyri at kanna um nakar
var Dalai Lama.
Dalai Lama tekur avgerð
um at halda fram til Lhuntse
Dzong. Fylgið er nú komið
til tey strævnastu økini
í tí transhimmalayiska
økinum. Fjallaketan
strekkir seg yvir
1000
kiometrar, og á summum støðum
er hon 200 kilometrar breið.
Fylgið kemur til eina lítla bygd,
sum nevnist EChhudhogyang.
Bara 400500 fólk hoyra til
bygdina, og øll eru blóðfátæk.
Bygdarfólkini eru blíð, og bjóða
Dalai Lama og fylgi hansara inn,
sum gestir. Aftan á fleiri dagar á
hestabaki, eru øll útlúgvaði, og
eym í øllum kroppinum.
Stjórn í útlegd
Staddir í EChhudhogyang
frættir Dalai Lama syrgiligu
tíðindini um, at Kina hevur
upployst tibetansku
stjórnina, og harvið øllum
samstarvi við Dalai Lama.
Komin til Lhuntse
Dzong tekur Dalai Lama
avgerð um at tilnevna
eina tibetanska stjórn
í útlegd. Dalai Lama
steðgar bara tveir dagar
í Lhuntse Dzong, men
røkkur at útnevna
eina stjórn í
útlegd, og
hann
boðar frá, at hann tekur frástøðu
frá sáttmálan við teimum 17
punktunum.
Skjótt frættir Dalai Lama,
at kinverjar hava herdeildir í
fjøllinum nærhendis. Á midnátt
sama dag sendir hann eitt
sendiboð til India, har hann biður
indisku stjórnina hjá Jawaharlai
Nehru um politiskt friðskjól.
Klokkan fimm um morgunin fer
hann so sjálvur ta síðstu leiðina
til India.
Næstu dagarnir uppdagar Dalai
Lhama, at kinversk flogfør leita
eftir honum, og at tað hastar at
koma til India. Tá fylgið kemur
til Mangmang, sum er síðsta
bygda staðið, áðrenn indiska
markið, kemur sendiboðið aftur
við boðum um, at indiska stjórnin
bjóðar honum vælkomnum.
Frostbitin, avmaktaður og
sjúkur verður Dalai Lama førdur
yvir um markið.
Samstundis sum hann er
lættur um at vera sloppin
undan kinverjum, so er hann
djúpt óeydnusamur um, at vera
noyddur at flýggja úr heimlandi
sínum.
Og 50 ár seinni droymir
hann framvegis um, at
Tibet skal gerast frælst
aftur.