fríggjadagur 27. mars 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 61 - 27. mars 2009
Stóra neyðaggregatið
hjá Føroya Tele á
Húsareyni verður í
hesum døgum skift út
við ein nýtt og minni
aggregat
FT-NET
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
FT Net skiftir í hesum døg
um 20 ára gamla neyðmot
orin á Húsareyni út.
Motorurin er fyri tað
fyrsta nógv for stórur til
tørvin í dag. Og tá hann so
eisini stendur fyri einari
stórari umvæling, hava vit
valt at skifta hann út við ein
nýggjan og meiri passaligan
motor, sigur Petur Meinhard
Jacobsen, leiðari á FT Net.
Hetta verður eisini gjørt
sum ein liður í dagføringini
av allari útgerðini á Húsa
reyni.
Hesin motorurin varð sett
ur upp í 1987, tá beinleiðis
sambandið við útlandið til
serliga sjónvarp fekst í lag,
og tað var neyðugt við stór
um motori til at avísa para
bolirnar, hvørja ferð kavi
og ísur legðist á hesar.
Annars fór sambandið.
Tað kravdist rættiliga
stór effekt at avísa parabol
irnar, og motorurin skuldi
dríva eitt 200 kW stórt hita
likam til avísingina, sigur
Karl Michaelsen, maskin
stjóri hjá Føroya Tele.
Í dag koma flestu signal
ini umvegis fipurkaðalar
gjøgnum
FARICE
og
Shefakaðalarnar.
Karl Michaelsen roknar
við, at tað fer at taka einar
14 dagar at skifta motor
arnar um.
Tað verður neyðugt at
seta nýggja motorin til, áðr
enn tann gamli verður tikin
niður. Men hann er longu
íbundin sterka taljuskipan,
og vit skulu bara íbinda ein
kápil, so er hann klárur. Og
tað verður skjótt og lætt at
seta hann upp á pláss, tá hin
gamli er tikin niður, sigur
Karl Michaelsen.
Gamli neyðmotorurin var
750 hestar stórur, meðan
tann nýggi bert er 150
hestar.
Tað er ElTalvuvirkið í
Gøtu, sum hevur latið
nýggja motorin til FTNet.
Skifta neyðaggregat á Húsareyni
Eyðun Hansen, stjóriu á El-Talvuvirkinum í Gøtu, saman við Karl Michaelsen, maskinstjóra hjá
Føroya Tele framman fyri gamla 750 hesta neyðaggregatinum á Húsareyni
Mynd: Álvur Haraldsen
Oljan gevur ikki arbeiði
Tey seinastu árini hava fólk kjakast um, hvørt tað er rætt at fara undir
veruliga oljuvinnu í Norðurnoregi ella ikki. Tey atfinningarsomu siga,
at fiskivinnan og umhvørvið tola ikki eina oljuvinnu, meðan onnur
siga, at oljuvinnan kann útvbega nógv arbeiðspláss. Men hesum vísir
stórtingsmaðurin Ivar Kristiansen aftur. Hann er úr flokkinum Høgra
og umboðar Nordland í Stórtinginum. Við NRK sigur hann, at tað eru
ikki fleiri arbeiðspláss í oljuvinnuni í Nordland nú enn fyri 30 árum
síðani. Sambært kringvarpinum eru 700 ársverk í oljuvinnuni í
Nordland. Í Møre og Troms er talið harafturímóti 22.000.
Einki bonus í bankunum
Franska stjórnin umhugsar at kunngera, at bankar, sum fáa styrk
frá tí almenna, skulu ikki hava loyvi til at rinda sínum stjórum
bonus. Sambært fronsku AFPtíðindastovuni kemur kunngerðin
helst í næstu viku. Franska kunngerðin kemur sum ein avleiðing
av øsingini í USA, har politikararnir hava gjørt av at krevja 90
prosent í skatti av bonuspengum frá stjórum í bankun og
tryggingarfeløgum, sum hava fingið almennan styrk. Enn hevur
eingin stjórn banna bankum at rinda stjórum bonus, so Frakland
verður eftir øllum at døma undangonguland í hesum høpi, skrivar
AFP.
Fyri fyrstu ferð
royndi Norröna
nýggju havnina á
Oyrareingjum í gjár.
Hetta er kortini ikki
nøkur varandi loysn,
men bert ein roynd,
nú veðrið var so
ólagaligt í gjár
ATLØGUPLÁSS
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Fólk í Kollafirði og á
Oyrareingjum vórðu í gjár
vitni til, at flaggskip okkara,
Norröna, legði at í nýggju
havnini á Oyrareingjum.
Peter Holm, stjóri í Smyr
il Line, sigur tó, at hetta
verður ikki dagligur kostur.
Orsøkin til, at vit valdu
at fara inn á Oyrareingir er,
at
veðrir
var
heldur
ólagaligt, og so vildu vit
fegnir royna nýggju havnina
har inni, sigur Peter Holm.
Hann sigur, at alt riggaði
sera væl í hesum sam
bandi.
Har var gott av koma at.
Viðurskiftini í sambandi
við rampan eru sera góð,
opg har er eisini gott hjá
ferðafólki at koma umborð
og í land. Men kortini er
tað ikki so, at Norröna fer
at sigla upp á Oyrareingir í
framtíðini.
Tórhavn er framvegis
høvuðshavnin hjá Norrönu,
og tað er eisini her bestu
fasilitetirnir finnast. Ánir
nar eru somuleiðis fram
vegis eykahavnin hjá okk
um, men tað skerst ikki
burtur, at nýggja havnin á
Oyrareingjum gevur okkum
enn fleiri møguleikar, sigur
Peter Holm.
Tað er sostatt ikki óhugs
andi, at um Norröna ikki
sleppur at kei í Havn, hevur
hon møguleikan at fara inn
á Oyrareingir.
Har er gaman í einki
torn hjá ferðafólkinum at
koma í land í, so vit mugu í
einum slíkum føri nýta
bildekkið. men Oyrareingir
er so ein møguleiki, sigur
Peter Holm.
Norröna á Oyrareingjum
Norröna við bryggju á Oyrareingjum.
Nýggja havnin letur upp fyri enn
einum møguleika hjá Norrönu
Mynd: Álvur Haraldsen