fríggjadagur 27. mars 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
8
Nr. 61 • 27. mars 2009
Í oktober 1950 tóku herdeildirnar
hjá Kina Tibet. Hetta var ikki gjørt
við samtykki frá tí tibetanska
fólkinum, men kortini royndi
landsins andligi og politiski
leiðari, tann tá bert 15 ára gamli
Dalai Lama, at arbeiða fyri einari
friðarligari loysn fyri tað tibet
anska fólkið. Fyrstu árini aftan á
hertøkuna gjørdi Dalai Lama sítt
ítarsta fyri at halda seg væl við
kinversku stjórnina, í vónini um,
at kinversku kommunistarnir fóru
at virða siðvanda liviháttin hjá
tibetanarunum og lata tey sleppa
at praktisera sína aldargomlu
buddhistisku trúgv.
Kúgaðu Tibet
Men hóast væl meintu royndirnar
hjá Dalai Lama, so rínur einki við
hjá kinverjum. So skjótt sum teir
hava hertikið Tibet byrja teir at
brúka valdsgerðir og undirkúgan,
fyri at fáa tibetanarnar at taka við
maoistisku læruni. Samstundis
sum teir í almennum samráðing
um við Dalai Lama lova, at einki
skal verða broytt í Tibet. Men við
tíðini trýstir kinverska stjórnin
Dalai Lama alsamt meiri til at
tæna kinverskum áhugamálum.
Við endan av 1950unum
bað kinverski leiðarin, Mao,
Dalai Lama um at sláa niður
á mótstøðurørsluna, sum var
vaksin fram í ymisku tibetansku
ættarbólkunum. Tá Dalai Lama
fær hesi harraboðini, gerst
tað honum greitt, at hansara
samstarv við MaoKina fer ikki
at føra til frið í Tibet, men at
landið verður púra undirgivið
kommunismuni.
Møtti ikki
Tá Dalai Lama tann 10. mars í
1959 noktar at taka við einari
innbjóðing til ein fund í tí
kinversku høvuðsskrivstovuni
í tibetanska høvuðsstaðnum,
Lhasa, byrjar stríðið veruliga.
Tey kinesisku embætisfólkini eru
rasandi, og túsindatals tibetanar
savnast framman fyri borgini
hjá Dalai Lama, sum nevndist
“Norbulingka”.
Tibetanarnir gjørdu hetta bæði
fyri at forða Dalai Lama at broyta
hugsan, og at forða kinverjum í
at leypa á borgina og handtaka
Dalai Lama.
Sjey dagar seinni, 17. mars í
1959 hótta kinverjar at bumba
Norbulingkaborgina. Dundurið
frá mortaragranatum, og tíðindini
um, at fleiri kinverskar herdeildir
eru á veg til Lhasa, sannførir
Dalai Lama um, at kinverjar liggja
honum eftir lívinum.
Dalai Lama sær bara eina
loysn, um hann skal bjarga sær
sjálvum, síni nærmastu og Tibet.
Hann er noyddur at flýggja til
India.
Í hermannabúna
Aftan á eina vitjan í templinum
fer Dalai Lama til kamar sítt, fyri
at skifta til onnur klæðir. Hann
tekur munkaskjúrtina av, og
fyri fyrstu ferð í lívi sínum letur
hann seg í vanligar brøkur og í
langan svartan hermannafrakka.
Hann leggur eina byrsu yvir aðra
økslina, og yvir hina økslina legg
ur eina samanrullaða “Thangka”.
Thangka er dekoreraðir bønar
málningar, sum altíð er við á
ferðini hjá tibetanskum munkum.
Thangkamálningurin, Dalai
Lama tekur við sær, er av einum
serligum slagi, og er umleið 500
ára gamal.
Klokkan 10 um kvøldið fer Dalai
Lama av borgini hjá sær. Tveir
vaktarmenn føra hann gjøgnum
eina myrka viðarlund. Komnir til
portrið standa trý starvsfólk hjá
Dalai Lama og bíða eftir honum.
Uttan fyri borgina eru túsind
tals tibetanarar, sum rópa rakstar
róp í tí ísakøldu náttini. Saman
við hjálparmonnunum roynir Dalai
Lama at koma burtur frá stóra
fólkamongdini. Dalai Lama veit,
at kinverskir njósnarar eru millum
fólkini, sum standa uttan fyri
borgina. Men eingin leggur merki
til hvør hann er.
Kenna hann ikki aftur
Komnir út á vegin til ánna, sum
nevnist Kyichu, vera Dalai Lama
og hjálparmennirnir steðgaðir av
einum lítlum flokki, sum siga seg
hava hoyrt, at Dalai Lama ætlar
at flýggja. Dalai Lama sendir
ein av sínum hjálparmonnum
avstað fyri at práta við tann lítla
flokkin. Ímeðan roynir Dalai Lama
at halda eina ávísa frástøðu, og
roynir hann samstundis at líkjast
einum veruligum hermanni.
Tá ein løta er farin, sleppa
teir at halda fram á ferð sínari.
Ein tíma seinni fara teir yvirum
Kyichuánna. Hinumegin bíða
mamman, systurin og líttlibeiggin
hjá Dalai Lama. Tey hava eisini
megnað at flýggja frá Norbu
lingka, klødd sum stammufólk.
Fleiri av stjórnarlimunum og
andligu leiðarunum hjá honum
eru eisini smuglaðir út, goymdir
undir presendingum í tungum
lastbilum.
Dalai Lama gerst ovurfegin,
tá hann sær ein bólk við 30
vápnaðum monnum frá Khampa
ættarbólkinum, sum er kjarnin
í mótstøðurørsluni hjá Tibet.
Khampamennirnir hava hestar
við sær. Nú ræður um hjá Dalai
Lama at koma sær burtur frá
Lhasa, og teir herja á fjøllini.
Strævin ferð
Tað er ikki smávegis strævin
ferð, sum bíðar Dalai Lama og
fylgi hansara. Talan er um illa
framkomandi fjallalendi við
nógvum kava, og hitastigum, sum
liggja undir frostmarkinum.
Uttan stórvegis hvíld vera hest
arnir saðlaðir, og teir staðkendu
mótstøðumennirnir føra fylgið í
ein landnyrðing. Ferðin gongur
gjøgnum høga fjallalendið, CheLa.
Fyrsti partur av vegnum er
bara ein smøl og steinut rás. Í
náttarmyrkrinum stríðast hestar,
berarar og Dalai Lama seg fram.
Klokkan trý um morgunin ger
fylgið sær eitt náttarból, men
nakrar fáar tímar seinni, vera
hestarnir aftur saðlaðir. Dalai
Lama og hini í fylginum mugu
bæði klintra á øllum fýra, og
aðrar tíðir mugu teir skreiða eftir
sandinum.
Seint seinnapartin hevur fylgið
lagt CheLa aftur um seg, og øll
fegnast um, at tey eru komin
langt burtur fra Lhasa.
Fylgið fer eisini yvirum Tsang
Poánna við einari lítlari ferju. Tá
tann lítla ferjan er komin fram,
stendur ein stór fólkamongd, sum
er komin saman fyri at ynska
Dalai Lama vælkomnum. Nógvir
av teimum eru guerillahermenn
og krígsmenn, sum eru lættir
at kenna aftur við sínum hvítu
Fimmti ára minni
Heri Simonsen
heri@sosialurin.fo
Í hesum døgum eru 50 ár liðin, síðani Dalai Lama flýddi úr heimlandi sínum, Tibet til India
Fyri 50 árum síðani:
Tá Dalai Lama
flýddi úr Tibet