fríggjadagur 27. mars 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 61 - 27. mars 2009
viðmerkingar
Tíðindaleiðarin í
Kringvarpinum
harmast stórliga
avgerðina hjá
stjóranum um at
raðfesta X-Factor
fram um Dag & Viku
í kvøld
KvF
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
»Tað kemur ikki uppá tal at
Dagur & vika verður flutt,
tá DR sendir X-Factor«
So avgjørdur var tíðinda-
leiðar in í Kringvarpinum,
Jón Brian Hvidtfeldt, í við-
merk ing í Dimmalætting í
gjár.
Í morgun visti Portalurin
kort ini at siga, at Dagur &
Vika víkir fyri X-Factor í
skránni hjá Kringvarpinum
í kvøld. Sostatt verður før-
oyska tíðindasendingin ikki
á skíggjanum fyrr enn
klokk an 20 - ein tíma seini
enn vanligt
Sera óheppið
Sosialurin hevur spurt tíð-
inda leiðaran
Jón
Brian
Hvidt feldt, nær hann hevur
broytt meining um, nær
hansa ra fólk á Degi og Viku
sku lu til arbeiðis í kvøld.
- Eg havi avgjørt ikki
broytt meining. Eg fekk
harra boð frá stjóranum í
Kring varpi num í gjár kvøld-
ið, um at flyta Dag & Viku,
og tann avgerðin var týði-
liga endalig, sigur Jón Brian
Hvidtfeldt.
Tíðindaleiðarin
dylur
ikki yvir, at hann heldur tað
vera
stak
óheppið
og
ør kym l andi at stjórin í
Kring varp i num hevur valt
at raðfesta danskt undir hald
fram um einas tu føroysku
tíðinda send ing ina í Sjón-
varpi num.
- Hetta er ikki bara ser-
stak liga bekymrandi. Vandi
er eisini fyri, ein slík avgerð
skapar presedens, so Dagur
& Vika aftur má víkja, næs-
tu ferð ein sending sum
final an í X-Factor trokar
seg á, sigur tíðindaleiðarin.
Sambært
stjóranum
í
Kring varpi num,
Anniku
M.Jacobsen, skal avgerðin
um at flyta Dag & Viku tó
metast sum eitt eindømi
- Tað er ikki á hvørjum
degi, at ein føroyingur er so
nær við at vinna í eini so
væl umtóktari sending. Og
før oyingar fylgja sum vera
man væl við í kappingini.
Ovur honds stóri áhugin
mill um
føroyingar
fyri
sendin g ini er orsøkin til, at
eg havi tikið avgerð um at
X-Factor
finalan
skal
sendast beinleiðis, sigur
Annika M. Jacbson.
Eindømi
Hóast Annika M. Jacobsen
sigur seg hava stóra virðing
fyri, at tíðindaleiðarin hevur
eina aðra meining, valdi
hon ikki at taka tað til eftir-
tektar hesuferð.
- Sum stjóri er tað mín
uppgáva at skera ígjøgnum
í slíkum førum, men tað
merkir ikki, at eg ikki havi
virð ing fyri sjónarmiðunum
hjá deildarleiðararnum, sig-
ur stjórin.
Sum kunnugt eru føroysk
tíðindi
millum
fremstu
public service skyldur hjá
Kring varpi num.
Kortini
heldur Annika M. Jacobsen
tað ikki vera at skúgva hesa
skyldu til viks, nú Dagur og
Vika
má
víkja
fyri
X-Factor.
- Hetta snýr seg um eina
ein staka Dag&Viku send-
ing. Eg meini avgjørt ikki,
at tíðindasendingar skulu
flytast í tíð og úrtíð.Og
verður tað aktuelt eina aðru
ferð, skal tað diskuterast
væl og virðiliga, har grund-
gevingin fyri ikki at flyta
tíð indini altíð fer at viga
sera tungt, lovar Annika M.
Jacob sen.
Meðan Jón Brian Hvidt-
feldt minnir á, at sjálvt DR
ikki letur sílkar undir halds-
sendingar órógva tíðinda-
sendingarnar, vísir Annika
M. Jacobsen á, at hetta ikki
kann
samanberast
við
støðu na í Kringvarpinum.
- Um vit høvdu ráð at
gera okkara egnu undir-
halds sendingar, høvdu vit
sjálv andi heldur ikki latið
tær
órógva
tíðinda-
sendingarnar. Hetta vísir
bara enn einaferð, at stórur
tørvur eisini er á føroyskt
framleiddum
undir halds-
sending um, sigur Annika
M. Jacobsen.
Hesum er Jón Brian
Hvidt feldt púra samdur í.
Kort ini heldur hann tað
fram vegis liggja eitt sera
óhepp ið signalvirði í, at
einast
føroyski
public
service stovnurin raðfestir
danskt undirhald fram um
føroysk tíðindi - eisini um
tað bara er hesa einu
ferðina.
Dagur & Vika víkir fyri
donskum undirhaldi
Hóast tíðindaleiðarin í Krinvarpinum, Jón Brian Hvidtfeldt, var harðliga ímóti tí,
mátti hann akta harraboðini frá stjóranum og lata Dag & Viku víkja fyri donsku
undirhaldssendingini, X-Factor
Læknarit fordømdir pávaorð
Tað viðurkenda læknaiðarritið The Lancet fýlist í síni nýggju
útgávu á, at Benedikt pávi 16. hevur mælt fólki í Afrika frá at brúka
hít. Tíðarritið sigur, at orð pávans um, at vandin fyri at fáa
eyðkvæmi er størri, tá fólk brúka hít, eru fullkomiliga skeiv og
kunnu hava óbøtandi avleiðingar við sær. Sambært BBC er greinin í
The Lancet óvanliga hvassorðað. Millum annað verður sagt, at
ímóti betri vitan smoygdi pávin sær uttan um ein vísindaliga
sannaðan veruleika. Fyri at tekkjast katólskum sjónarmiðum
misnýtti hann vísindina, skrivar The Lancet.
Japan fer at skjóta rakett niður
Í Japan hevur herleiðslan fingið heimild til at skjóta eftir einari
norðurkoreanskari rakett, um hon hevur kós ímóti Japan. Tað segði
Yasukazu Hamada, verjumálaráðharri, í morgun. Norðurkorea fyrireikar
seg til at eina útskjóting, men sambært landsins myndugleikum er talan
um eina rakett við einum samskiftisfylgisveini. Amerikanska
fregnartænastan vil harafturímóti vera við, at talan er um eina
langtberandi rakett, sum kann raka mál í USA. Norðurkorea hevur sagt,
at tað verður uppfatað sum ein krígsavbjóðing, um onkur roynir at skjóta
rakettina niður.