Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mars 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 61 • 27. mars 2009 Vikuskifti 13 Hálv øld við føroyskum hittum Í hálva øld hava Tey av Kamarinum givið tónleik út á føroyskum. Tey skrivaðu nøkur av fyrstu hittunum á føroyskum, og tey spæla framvegis. Nicolina Jacobsen og Eyðbjørn Jacobsen fara at spæla live í sendingini, og prátað verður við tey um mongu árini í tónleiki. Eisini verður spurt, um tey hava fingið tað viðurkenning frá fínu mentanini, sum tey kanska hava uppiborið. Kika eftir stjørnum Vit kika eftir stjørnum á Norðasta Horni í sambandi við heims­ umfatandi tiltakið Earth Hour. Millum klokkan 20.30 og 21.30 verður ljósið sløkti í býum í meira enn 80 londum kring heimin. Eisini Havnin er við í titakinum. Reportari hjá Hvonn Live setir kikaran fyri eygað á Norðasta Horni. r Kringvarpsstjóri í andgletti Annika Mittún Jacobsen hevur rættiliga verið í andgletti­ num sum kringvarpsstjóri. Sparingar, uppsagnir, morgun­ lestur og public service skyldir hava verið ovast á breddanum. Hvussu er tað at verða stjóri á einum so almennum arbeiðsplássi, sum flestu føroyingar hava eina meining um? Og hvussu er at taka truplar og tungar avgerðir, siga fólki úr starvi, verða fyri hørðum ágangi og standa við avgerðir? Tað práta vit við Anniku Mittún Jacobsen um. Kendir føroyingar til X Factor upptøkuroynd Hoyr hvat hendir, tá ið kendir føroyingar sum Alfred Olsen, Torbjørn Jacobsen og aðrir fara til upptøkuroynd til X Factor, har Thomas Blachman sigur sína hugsa um avrikini hjá føroyingunum. Skemtið hesaferð Rørsmiðurin og akademikarin Løgtingsfólk hava sera ymiskar útbúgvingar. Summi hava lisið í nógv ár uttanlands og eru komin við akademiskum førleikum í skjáttuni. Onnur løgtingsfólk hava bara fólkaskúla og arbeiðsroyndir at dúva uppá. Er tað ein fyrimunur at hava lisið nógvar bøkur, ella er tað líka frætt, at hava verið til skips ella lagt rør. Akademikarin Sjúrður Skaale og rørsmiðurin gerhard Lognberg fara at kjakast um politikk og útbúgving.